Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-09-07, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. september 2009síða 9

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 169 - 07. september 2009 Skaddi politi- bilin Ein maðu er skuld­­ settur fyri herverk og brot á politi­ viðtøkurnar fyri atburð sín á einum vertshúsi í Havn leygarnáttina Ófriður Randi Jacobsen randi@sosialurin.fo Leygarnáttina var ófriður inni á einum vertshúsi í Havn, og politiið varð biðið um at koma eftir einum illum manni. Maðurin var so illur í sær, at tveir duravørðar noyddust at halda honum, til politiið kom. Maðurin sissaðist ikki so, og tá ið politistarnir skuldu koyra mannin inn í poliitbilin, gjørdi hann skaða á bilin. Maðurin er nú skuld­ settur fyri herverk og fyri at hava brotið politi­ viðtøkurnar. Ein ungur maður er skuld­settur fyri at hava koyrt ávirkaður, eftir at hann sunnud­agin misti tamarhald­ið á bili sínum á Marknagilsvegnum ferðsluÓhapp Randi Jacobsen randi@sosialurin.fo Klokkan 14.30 sunnudagin hendi eitt ferðsluóapp á Markangilsvegnum í Havn, beint við Dalavegin. Ein ungur maður kom koyrandi í bili sínum, og fyri ikki at renna á ein ann­ an bil, bremsaði hann. Hetta gjørdi, at hann misti tamar­ haldið á bilinum, og bilurin varð tá slongdur inn í grót­ garðin. Maðurin fekk ongan skaða, men bilurin fór rætti­ liga illa. Sambært politinum er tann ungi maðurin skuld­ settur fyri at hava koyrt ávirkaður. Brast inn í garðin Bilurin slongdist inn móti grótgarðinum Mynd: Álvur Haraldsen Skeið 8. oktober á Hotel Føroyum framløguteknikkur - styrk um førleikan at fyrireika og halda fakligir fyrilestrar Tá Tú skalT hava... ...fakligar framløgur, sum geva meining og sum skulu festa seg, er umráðandi at hava rætta framløguteknikkin uppá pláss. Góður framløguteknikkur hevur alt at siga, um tú skalt fáa tín boðskap fram. Eitt nú, tá tú skalt leggja fram fíggjar- ella marknaðarætlan, strategi, upp- skot, úrslit og annað. Hvussu fært tú boðskapin fram • uttan at virka keðilig/-ur? Hvussu fyrireikar tú teg best? • Hvussu tryggjar tú, at tú kennir • teg væl? Hvat nú um teknikkurin svíkir? • Hvat gjørt tú, tá tú hevur atfinn- • ingarsamar áhoyrarar? kom á skeið 8. okTober... ...og lær hvat virkar best fyri teg persónliga. hví luTTaka? Tú lærir at fyrireika teg betri, • áðrenn tú skalt leggja fram Tú fært nøkur amboð til at skipa • sjálvt tilfarið Tú lærir, hvussu tú fært uppmerk- • samheitina frá áhoyrarunum - og heldur hana Tú lærir at upptraðka trúverdugt • uttan at virka keðilig/ur Tú lærir at blíva bevíst um, hvat • virkar best fyri teg persónliga Tú fært 4 leiðreglur, sum gera teg • til ein betri fyrilestrarhaldara skeiðið vendir sær Til... ...fólk, ið ynskja at menna sín førleika at fyrireika og halda fakligir fyrilestrar - við og uttan PowerPoint. Hetta bæði tá tað snýr seg um formid- ling til fólk við somu fyritreytum sum uppleggshaldarin og til ein breiðan hóp, sum ikki hevur somu fyritreytir. TilmeldingarfreisT... ...17. september 2009. Les meira á heimasíðu okkara www.synergi.fo, ella slá uppá tráðin tel. 32BELL - og tað er tað sama sum 322 355. Lær tað í dag, brúka tað í morgin... Meiningin við Synergi er at geva føroyska sam- felagnum íblástur og meirvitan. Soleiðis fáa vit eitt betri samfelag, betri fyritøkur og glaðari og enn meiri eldhugað starvsfólk.