mánadagur 7. september 2009síða 18
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 7. september 2009 – Nr. 169
Átta lond klár til HM
Eftir undankappingardystirnar leygarkvøldið stóð
greitt, at tað nú eru átta lond, sum eru til reiðar at fara
til Suðurafrika til HM-endaspælið. Ghana vann seg sum
fyrsta afrikanska landið til endaspælið, tá teir vunnu
2-0 á Sudan. Hartil er Suðurafrika sjálvskrivaður
luttakari, meðan Australia, Japan, Norðurkorea,
Suðurkorea, Holland og Brasil eisini hava spælt seg til
endaspælið.
Hetjan á beinkin
Stóra danska hetjan í 1-1 javnleikinum hjá dønum móti
Portugal var uttan iva Brøndby-málverjin, Stephan Andersen.
Men mikukvøldið noyðist hann aftur á beinkin at siga.
Vanliga er Thomas Sørensen fyrstaval í danska málinum, og
tað er hann eisini, nú hann hevur sitið leikbann av sær.
Sjálvur staðfesti Stephan Andersen eisini eftir dystin, at hann
framvegis er eykamálverji hjá dønum.
Besta triathlon-liðið
í Danmark er hálvt
føroyskt. Karina Ottesen
og Joan Bláfoss vóru
leygardagin við til at vinna
liðkappingina í sprint-
triathlon
jakup@sosialurin.fo
Jákup Mørk
DM-kappingin í sprint-triathlon
varð hildin í Ganløse á
Norðursælandi. Joan og Karina eru
báðar partur av liðnum hjá KTK86 –
København Triathlon Klub af 1986 -
og tvær ferðir áður hava tær verið
við til at vinna gull. Í fjør kiksaði
tann parturin tó, og tí var eingin ivi
um hvat málið var hesaferð.
Veðrið at kappast í var ikki av tí
besta, og sum skilst nervaði hetta
serliga súkklingina, sum var nærum
hættislig at gjøgnumføra. Men
hetta forðaði tó ikki hálvføroyska
liðnum í at halda seg frammi í
oddinum. Í sprint ræður um at
svimja 750 metrar, súkkla 20
kilomotrar og renna 5 kilometrar,
og hetta gjørdu tær á KTK86 ein
minutt og 20 sekund skjótari enn
nakað av hinum feløgunum.
Nummar tvey gjørdist OTK úr
Odense, meðan Esbjerg Tri &
Multisport gjørdist nummar trý.
Karina og Joan danmarksmeistarar
Donsku meistararnir í
triathlon fyri lið. Frá vinstru
eru tað Tanja H. Larsson,
Karina Ottosen, Joan Bláfoss
og Ann Banke.
Rúni Seloy er tvífaldur
danskur meistari í
kappingini fyri dreingir
14 til 15 ár, og eisini vann
Bjørk Herup Olsen eitt
gullmerki, tá DM í frælsum
ítrótti var á skránni um
vikuskiftið
jakup@sosialurin.fo
Jákup Mørk
Rúni Seloy, Bjørk Herup Olsen,
Rebekka Fuglø og Jan Elmar
Sørensen vóru føroysku umboðini,
tá DM-kappingin fór av barkastokki
í Esbjerg leygardagin.
Samanlagt vunnu tey trý
gullmerkir, eitt silvurmerki og tvey
bronsumerkir.
Tvey av gullmerkjunum átti Rúni
Seloy, sum kappaðist í bólkinum
fyri dreingir 14-15 ár. Leygardagin
vann hann kappingina á 1500
metrum, og sunnudagin kom hann
fyrstur á mál í 800 metra
kappingini.
Bjørk vann silvur leygardagin á
1500 metrum, og sunnudagin
gjørdist talan um gull á 3.000
metrum. Enntá við at betra føroyska
metið við seks sekundum, soleiðis
at hetta nú er 10.07,36. Bólkurin hjá
henni er gentur 18 til 19 ár.
Jan Elmar Sørensen rann 3.00
metra forðarenning fyri dreingir
18-19 ár, og her gjørdist hann
triðbestur av luttakunum.
Og Rebekka Fuglø kappaðist á
400 og 800 metrum fyri gentur
16-17 ár. Hon vann bronsu á 800
metrum og gjørdist nummar fýra á
400 metrum. Her var talan
samstundis um nýtt føroyskt met
við 1.02,48.
Fyrsta trap-
kapping í 16 ár
Byrsudeildin undir
Skjótisambandi
Føroya skipaði
leygardagin fyri fyrstu
FM-kappingini í Trap
síðani 1993
Skjóting
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Kappingin varð hildin á
skjótibreytini hjá Byrsumúla í
Sandvíkum.
Níggju luttakarar vóru við í
kappingini, sum varð skipað
við fýra innleiðandi umførum,
áðrenn teir fýra bestu skutu
eitt finaluumfar.
Undan finaluni hevði Eirikur
Elisson 70 dúgvur og Regin
Enghamar 68. Men tað
eydnaðist Regini at venda
kappingini í seinasta
umfarinum og at vinna FM.
Samanlagt skeyt Regin 87 av
teimum 125 dúgvunum, sum
vórðu kastaðar úr torninum.
Úrslitini vóru annars hesi:
Meistarabólkurin:
1
Regin Enghamar
87
2
Eirikur Elisson
83
3
Rúni Debes
80
4
Bogi Wardum
76
A-bólkurin:
1
Esmar Andreasen 55
2
Sámal Debes
49
3
Dorian Petersen
39
Trý DM-gull til føroyingar
Rúni Seloy gjørdist um
vikuskiftið tvífaldur
DM-vinnari í frælsum
ítrótti