mánadagur 7. september 2009síða 19
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin 7. september 2009 – Nr. 169 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 19
Zlatan bjargaði Svøríki
Eitt ótrúligt mál hjá Zlatan Ibrahimovic í yvirtíðini gjørdi, at Svøríki slapp úr Budapest í
Ungarn við øllum trimum stigunum í HM-undankappingarbólki 1. Svøríki fekk eina
dreymabyrjan. Tá longu átta minuttir vóru farnir legði Olof Mellberg Svøríki á odda 1-0.
Hendan støðan helt sær líka til 79 minuttir vóru farnir. Tá fekk Ungarn brotsspark, sum
Huszti setti í netið. Tá sá svart út hjá Svøríki. Men í yvirtíðini lýsti stóra stjørnan, Zlatan. Ein
verjuvilla gjørdi, at Zlatan kom at standa einsamallur við ungarska málverjanum. Zlatan
fekk eina langa tá á bóltin. Málverjan bjargaði í fyrstu atløgu, men bólturin støkk út aftur
til Zlatan, sum sparkaði bóltin í tað tóma ungarska málið. Fagnaðurin á svensku
spælarunum mundi ongan enda fingið, meðan teir ungarsku spælarnir tveittu seg niður á
vøllin, vónbrotnir og knústir um, at teir høvdu mist eina stigið úr hondunum.
Frakland spilti møguleikan
Frakland hevði ein gyltan møguleika at hála inn á Serbia leygardagin, og at
leggja sjógv ímillum seg, Eysturríki, Litava og Rumenia. Men henda møguleikan
spiltu fraklendingar við einum sjálvmáli. Tá 49 minuttir vóru farnir legði Thierry
Henry Frakland á odda 1-0. Talan var um landsliðsmál nummar 49 hjá Thierry
Henry. Fraklendingar og viðhaldsfólkini á tí útselda Stade de France høvdu ikki
meir enn fingið armarnar niður, so stóð á jøvnum 1-1. Tá 56 minuttir vóru farnir
beindi Julien Escude bóltin í egið mál til javnleik 1-1. Fraklendingar hava ein sera
torføran útidyst í Beograd mikukvøldið. Serbia hevur 18 stig, fýra stig meir enn
Frakland, sum hevur 14 stig, og hevur heimaliðið tí eitt framúrskarandi
útgangsstøðið. Rumenia tekur ímóti Eysturríki, meðan Føroyar taka ímóti Litava.
Sjey minuttir fyri tíð eydnaðist
føroyska landsliðnum at pynta um
úrslitið, tá Bogi Løkin vann bóltin á
miðvøllinum, rak eitt lítið sindur og
síðani sendi eina góða sending
fram til Andreas Lava Olsen. Hann
setti ferð á, rann mótstøðumannin
av og fekk úr spískum sent bóltin
millum beinini á eysturríkska
málverjanum.
– Sendingin hjá Boga gav mær
ein frírennara, og eg fekk so prikað
bóltin millum beinini á
málverjanum. Eg kundi kanska havt
skotið við síðuna av honum, men
tað er ikki altíð, at tú fært tað, sum
tú vilt hava tað. Men tað var mál, og
tað var tað, ið taldi mest, segði
skjóti spælarin hjá Víkingi eftir
dystin.
– Tað var ein góð kensla at síggja
handa bóltin fara inn, tí hetta var
fyrsta málið hjá mær í altjóða dysti
yvirhøvur. Sjálvt um tað pyntaði
um, so kundu vit slett ikki vera
nøgdir við at tapa 3-1, tí vit høvdu
ætlað okkum eitt betri úrslit. Men
vit koma sterkt aftur til næsta dyst.
-hil
Eysturríkski
landsliðsvenjarin, Dietmar
Constantini, var í Føroyum
og hugdi at Serbia-
dystinum, og tað var hann
fegin um leygarkvøldið.
– Tað gjørdi, at eg var væl
fyrireikaður undan hesum
dystinum, segði hann eftir
eysturríkska 3-1 sigurin í
Graz
einslistir@kallnet.fo
Hilmar Jan
Hansen
– Vit taptu jú ímóti Føroyum á sinni,
so øll vita, hvat kann henda. Men eg
vildi ikki verða næsti
landsliðsvenjarin hjá Eysturríki, sum
kom í ta støðuna, so tí eg eri fegin
um, at eg valdi at hyggja at
Føroyum áðrenn, segði venjarin hjá
Eysturríki, Dietmar Constantini, tá
Sosialurin hitti hann eftir dystin í
Graz leygarkvøldið.
– Føroyar spæla sera góðan
kontrafótbólt, men tað høvdu vit
fyrireikað okkum uppá, og tað
gjørdi, at vit kundu vinna í dag. Eg
hevði stóra virðing fyri føroyska
liðnum, og tí haldi eg, at tað eisini
eydnaðist at leggja eina ætlan fyri
dystin, ið helt allan vegin.
Constantini, ið hevur verið líka
leingi landsliðsvenjari hjá Eysturríki,
sum Brian Kerr hevur verið tað hjá
Føroyum, fegnaðist um sigurin og
ásannaði, at skjóta málið gjørdi
munin.
– Tað hjálpti okkum sera væl, at
vit fingu eina sera góða byrjan,
men síðani tóku vit okkum helst í
so nógv av løttum. Í einum slíkum
dysti áttu vit vanliga havt fingið
eini tvey mál aftrat, men nú
dysturin er av, eri eg nøgdir við at
vinna 3-1, segði eysturríkski
landsliðsvenjarin.
Gott seint mál
– Øll væntaðu, at vit skuldu vinna
dystin, men eg var sannførdur um,
at tað neyvan fór at verða so lætt.
Tit fingu eitt sera gott mál ímóti
okkum, og vit kundu bara fegnast
um, at tit fingu tað so seint í
dystinum, segði hann.
Nú øll liðini í HM-undankapping-
ar bólki 7 hava spælt sjey dystir, er
Eysturríki á triðja plássi, fýra stig
aftan fyri Frakland og heili átta stig
aftan fyri Serbia.
– Eg taki ein dyst í senn, men eg
eri eingin droymari. Vit eru í bólki
saman við Serbia, Fraklandi og
Rumenia, sum øll eru betri enn vit,
og framvegis hava vit dystir eftir
ímóti Rumenia, Litava og Fraklandi,
so vit fáa at síggja, segði fryntligi
og fyrikomandi venjarin.
Dietmar Constantini vildi annars
fegin sleppa at senda føroyingum
eina heilsan og takka fyri blíð-
skapin, tá hann var í Føroyum.
– Øll vóru sera blíð og fyri-
komandi, og tað vil eg fegin takka
tykkum fyri, segði hann.
Við skjótleika sínum vísti
Andreas Lava Olsen, at
hann væl er førur fyri
at standa seg á altjóða
pallinum
Fekk sítt
fyrsta mál
Verjan lá ov
langt afturi
– Vit vóru øgiliga skuffaðir av
okkum sjálvum í fyrra hálvleiki,
tá vit gjørdu tað so torført fyri
okkum sjálvar. Men vit fingu
justerað eitt sindur, so vit
fingu verjuna eitt sindur
longur fram, tí hon fall eitt
sindur aftur í fyrra hálvleiki,
segði annar hjálparvenjarin,
Jens Martin Knudsen, sum
leygarkvøldið fyri fjórðu ferð
møtti Eysturríki.
– Tað skal eitt lítið sindur av
vilja til, at halda æruni upp á
pláss, sum tað bleiv allíkavæl.
Og vit kundu so fegnast um, at
Andreas Lava Olsen kom inn
og fekk eitt mál. Taka vit
seinna hálvleik, so eru vit nokk
so positivir til næsta dyst.
Hann fortaldi, at í
hálvleikinum hevði Brian Kerr
sagt við spælararnar, at um
hann kundi gjørt tað, hevði
hann skift allar út.
– Einki er at ivast í, at høvdu
vit havt sama innsats í seinna
hálvleiki, høvdu vit blivið
fullkomuliga úrlatnir. Men vit
hava sæð tað fyrr, at menn
klára at samla seg, og tað sóu
vit aftur hesa ferð, segði Jens
Martin.
– Tað er hetta, sum er
spennandi við liðítrótti, at tú
veitst ikki ordiliga fyrr enn
aftaná, hvussu menn megna
uppgávuna. Tó undraði tað
okkum stórliga, at tað gekk so
illa í fyrra hálvleiki, og menn
skulu veruliga vísa nakað
annað á Svangaskarði
mikudagin, tá vit taka ímóti
Litava.
-hil
Var væl fyrireikaður
Eysturríkski landsliðsvenjarin, Dietmar Constantini, fegnaðist
leygarkvøldið um góðu eysturríksku byrjanina og at Føroyar ikki
fingu sítt mál fyrr enn so seint í dystinum
Mynd: Hilmar Jan Hansen/Einslistir