Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-09-07, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. september 2009síða 20

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 7. september 2009 – Nr. 169 Bjørk til Bosnia-Herzegovina Góða avrikið hjá Bjørk Herup Olsen á 3.000 metrum í DM-kappingini um vikuskiftið hevur nú givið henni nýggjar avbjóðingar. Eftir kappingina varð hon nevnliga boðin at koma á liðið hjá Helsingør Atletik, sum tann 19. September skal kappast í Bosnia-Herzegovina. Bjørk hevur tikið av hesum, og skal hon renna bæði 800 og 3.000 metrar í kappingini. Dunga vann á Maradona Tað gjørdist Carlos Dunga, sum vann á Diego Maradona, tá Brasil sunnunáttina spældi seg til HM-endaspælið við útisigri á Argentina. Dysturin endaði við 3-1 sigri til Brasil, sum tó var undir stórum trýsti í longum løtum av dystinum. – Teir skoraðu upp á teir báðar fyrstu møguleikarnar, sum teir høvdu í dystinum, og so gjørdist tað sera trupult hjá okkum, segði Diego Maradona eftir dystin. jakup@sosialurin.fo Jákup Mørk Tað tók ikki meira enn knappan minutt, fyrr enn tað varð staðfest, at føroyska avrikið leygardagin ikki skuldi verða av tí besta. Ikki tí. Vit hava áður upplivað góð avrik, hóast skjót mál eru komin ígjøgnum, men tað var meira mátin, sum tað hendi uppá. Dygst undan dystarbyrjan hevði annar hjálparvenjarin, Abraham Løkin, sagt við Rás2, at tað var av alstórum týdningi, at okkara miðverjar nýttu kroppin, so teir komu inn at órógva risastóru eysturríksku áleypararnar. Men holið var stórt, og eingin miðverji var nærhendis, tá diagonalbóltur varð sendir móti høvdinum hjá 202 sentimetra stóra Maierhofer, og so stóð 1-0 á talvuni. Ov fittir Kanska hevði dysturin fingið eitt heilt øðrvísi skap, um Fróði Benjaminsen ikki var tveir sentimetrar ov stuttur, tá Súni Olsen sendi fríspark inn móti málinum hjá heimaliðnum. Men tað nart tó ikki heildarmetingina um, at vit sóu eitt føroyskt lið, ið so ella so ikki rakti dagin. Frammi á toppinum arbeiddi Christian Lamhauge Holst sum ein hestur, men aftan fyri hann leveraðu menn langt ífrá sama innsats. Markeringarnar á miðvøllinum vóru alt ov leysar, og tað sigur ikki so lítið, at føroyska liðið bara framdi fýra fríspørk allan fyrra hálvleik. Snøgt sagt tí okkara lógu somikið frá mótstøðuni, at teir ikki náddu at gera fríspark. At føroyska liðið samstundis hevði ilt við at fáa spælið at hanga saman, gjørdi ikki støðuna betri í so máta. Tað var sjáldan, at talan var um samanhangandi samanspæl niðan eftir vøllinum. Og tær ferðirnar, at upprekk var til føroyskan kontramøguleika, sást týðiliga, at eysturríkar høvdu lisið uppá. Uttan stórvegis hóvasták vórðu beinini tikin undan Fróða Benjamsein ella Súni Olsen, tá hesir royndu seg sum millumstøð í kontrafasuni, og so var tann vandin av hjá heimaliðnum. Tí gjørdist trýstið á føroysku verjuni alt størri. Í stressaðum støðum vórðu avtalur fleiri ferðir sleptar. Næsta málið var eitt skúladømi um hetta, tá Fróði Benjaminsen, Bogi Løkin og Einar Hansen allir hugdu fótbólt, meðan Beichler yvirlappaði Holzl, og so var lag á manni hjá Janko at senda í máli, tá bólturin varð spældur flatt út móti fimm-metrinum. Og so er veruleikin, at tað væl kundu komið nógv fleiri mál. Føroyar høvdu eina góða roynd, tá Egil á Bø gleið við handara stólpa, tá hann skuldi stúta frísparksinnlegg móti málinum, men í aðrar mátar stóð Eysturríki á øllum. Spælið var ikki serliga hugflogsríkt, tá teir í besta bretska 4-4-2 stíli spældu breitt og innfyri til risastóru áleypararnar, men okkara dugdu illa at gera uppgávuna trupla fyri mótstøðuna. Meira enn eina ferð sluppu kantarnir oman at baklinjuni, og meðan okkurt skotið fór sendandi bein framvið, hevði Jákup Mikkelsen eisini eina fantom- bjarging, tá Janko var um reppið at skjóta sítt næsta mál. Lava-maðurin fløvaði Tað luktaði av útskifting í steðginum, men Brian Kerr hevði valt at geva spælarunum nakrar minuttir at prógva, hvør teirra ikki skuldi út. Og partvíst gav uppsangurin í steðginum eisini úrslit. Tú sást nú eitt føroyskt lið, sum tóktist stríðast fyri æruni og ímóti hóttandi skrædlinum. Jákup hevði tó framvegis onkra stórbjarging eftir, men tað sá ikki sørt svart út, tá Janko sendi brotsspark í netið, eftir at Atli Gregersen hevði tikið beinini undan mótstøðumanni. Við hørðum renniarbeiði, knallhørðum tacklingum og einum stríðsvilja, sum fullkomuliga hevði mangla fyri steðgin, eydnaðist tó okkara monnum at avmarka tapið. Enntá pyntaði Andreas Lava Olsen Stóran part av dystinum vóru føroysku spælararnir trýstir niður í knæ. Her er Egil á Bø heilt bókstaviliga noyddur at boyggja seg Mynd: Polfoto Eysturríki-Føroyar 3-1 (2-0): Úrslitið var betri enn avrikið 1-3 á útivølli móti einum liði í europiska meðalflokkinum sær ikki so ræðandi út. Men veruleikin er samstundis, at bert stórspæl frá Jákupi Mikkelsen forðaði einum ordans sekki hjá einum føroyskum landsliði, sum als ikki rakti dagin