mánadagur 7. september 2009síða 22
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 7. september 2009 – Nr. 169
Noktaði at spæla
Álopsspælarin Xisco noktaði at spæla meira fyri enska
felagið Newcastle, og tí varð hann beint fyri evstamark
á spælaramarknaðinum leigaður til Racing Santander.
Tað er spælarin sjálvur, sum greiðir frá hesum í
blaðnum Sunday Mirror.
- Eg sá bara fleiri trupulleikar fyri framman, og tí var
tíðin komin at sleppa úr felagnum, og eg noktaði at
spæla fyri teir fyri at sleppa skjótari avstað, sigur Xisco.
Frem bara tapir
Tað gongur einki hjá danska felagnum Frem,
sum hevur havt fleiri føroyingar á liðnum
seinnu árini, og har Jónas Tór Næss nú spælir.
Liðið hevur spælt fimm dystir í donsku 1. deild
og hevur tapt allar dystirnar. Um vikuskiftið
royndi Frem seg ímóti FC Fyn og tapti 3-1.
Frem liggur sum vera man aftast í 1. deild, og
nú verður brúk fyri einum skjótum sigri, um
Frem ikki skal missa sambandið við hini liðini í
deildini.
Talan var fyri tað nógva um
eitt føroyskt lið, ið so ella
so undirpræsteraði. Og
hóast kollektivið fekk eitt
lyft eftir steðgin, so broytti
hetta ikki heildarmyndina
av einum dysti, har flestu
spælararnir vóru undir tí,
sum teir vanliga levera á
landsliðnum
jakup@sosialurin.fo
Jákup Mørk
1. Jákup Mikkelsen, KÍ
(64 dystir/0 mál)
Veteranurin og liðskiparin prógvaði
enn einaferð, hvussu stóran
týdning hann hevur fyri føroyska
liðið. Á einum degi, sum væl kundi
endað við skrædlið, hevði Jákup
fleiri klassabjargingar, sum forðaðu
eysturríkarum í at eyðmýkja
føroyska liðið. Einki av málunum
fekk hann gjørt nakað við, og tað er
eingin sum helst ivi um, at føroyski
málverjin eisini eitur Jákup
Mikkelsen mikudagin.
2. Jónas Tór Næs, Frem (9/0)
Hevði eins og flestu liðfelagarnir
stórar trupulleikar í fyrra hálvleiki. Í
nærdystum sýndi Jónas vanligu
styrki sína, men í avspælinum fram
eftir vøllinum haltaði alvorliga
fyrstu trý korterini. Millum annað
við onkrum høpisleysum 50/50
sendingum inn á miðvøllin, sum
góvu mótstøðuni góðar
møguleikar at kontra. Spældi seg tó
væl upp eftir steðgin, tá hann mest
sum læsti høgra borð av fyri
mótstøðuni.
3. Einar T. Hansen, NSÍ (7/0)
Var aftur á vinstra bakkinum, eftir at
liðfelagin í NSÍ mátti geva avboð,
men Einar megnaði ikki at sannføra
um, at hann er framtíðar maðurin á
plássinum. Hevði stórar trupulleikar
í at plasera seg rætt, og tóktist ikki
heilt álvuligur í avspælinum. Kom
tó nakað betur við í seinna hálvleiki,
tá hann eisini kom meira niðan eftir
vøllinum, men sum heild eitt avrik,
sum runavíkingurin eigur at kunna
betra næstu ferð.
4. Atli Gregersen,
Víkingur (3/0)
Átti sín lut í fyrsta sveisiska
málinum, tá hann als ikki fekk fatur
á risastóra Maierhoffer, men spældi
seg kortini hampuliga væl upp
ígjøgnum dystin. Fleiri ferðir fingu
stóru áleypararnir at sanna, at
Gregersen-maðurin ikki er tann
lættasti at flyta, og at enda kostaði
hetta gult kort til Janco, sum í
hevndi seg í frustratión.
Brotssparkið dróg tó eisini niður í
heildarmetingini, eins og hann í
tveimum førum var um ein háls av
longum sendingum úr Eysturríksku
verjuni.
5. Egil á Bø, Víkingur (9/0)
Hevur seinastu tvey árini spælt seg
til fast pláss í miðverjuni, men
leygarkvøldið hevði hann ilt við at
prógva, at hann er náttúrligt val til
plássið. Tóktist ógvuliga tungur
móti stóru mótstøðumonnunum,
og megnaði als ikki at flyta
føroysku verjuna niðan, hóast djúpi
miðvøllurin eisini gjørdi hetta
truplari. Sannførdi heldur ikki í
avspælinum, har talan ofta gjørdist
um langar bóltar beint niðan eftir
vøllinum.
6. Atli Danielsen, KÍ (33/0)
Fyrri hálvleikur man helst hoyra
heima millum teir, sum Atli helst av
øllum vil gloyma. Hevði sera ilt við
at koma í bóltvinnandi støður, og
var lítið sannførandi í avspælinum.
Reistist tó væl eftir steðgin, tá tað
eisini eydnaðist føroyska
miðvøllinu at seta seg munandi
meira í respekt. Og so var tað stórt
spell, at hann fekk leikbann sum
úrslit av eini klokkureinari tackling,
sum veiki maltesiski dómarin
onkursvegna helt vera óreina.
7. Fróði Benjaminsen,
HB (54/3)
Var alt fyri eitt nær við at javna
eysturríksku leiðsluna, og var sum
heild mest ágangandi føroyski
miðvallarin fyri steðgin. Fór hart í
mótstøðuna í nógvum luftdystum,
og spardi seg heldur ikki niðri á
vøllinum. Tað var tó greitt, at
mótstøðan kendi hansara leiklut,
og tí gjørdist Fróði ongan tíð nakað
snúningspunkt í spælinum fram
eftir vøllinum, tá hann ferð eftir ferð
varð steðgaður við smáum
fríspørkum. Fekk eisini eitt gult kort
– og har við leikbann – áðrenn
hann varð skiftur út.
11. Símun Samuelsen,
Keflavík (25/1)
Var ein av føroysku spælarunum,
sum royndi at skapa nøkur
gjøgnumbrot, men hóast fyrsta
trekkið ofta var gott, so endaði
mest sum alt í eini skeivari avgerð
ella óneyvari sending. Kom nakað
betur við eftir steðgin, men varð tó
ofta offur fyri, at sendingarnar ikki
lógu nóg neyvt, og fekk tí alt ov
sjáldan brúkt ferðina. Og sum heild
ein dystur, sum ikki telist millum
teir bestu hjá vágbinginum.
9. Súni Olsen, Víkingur (36/2)
Var eins og Fróði offur fyri
kynismuni í eysturríkska spælinum,
soleiðis at hann sera sjáldan slapp
at seta nakað føroyskt mótálop
ígongd. Hevði hinvegin nøkur
vandamikil frísparksinnlegg, sum
kundu givið mál, meðan ein
frísparksroynd fór himmal høgt
upp um og við síðuna av. Tóktist
ikki veruliga at hava orkuna, sum
hann vanliga hevur, og kom tí ofta
at liggja upp á millumhond, tá
okkara vóru í verjustøðu. Stóð seg
hinvegin eina best av føroysku
spælarunum í pasnings-spælinum,
men útskiftingin av moyru
beinunum var helst upp á sítt pláss,
tá hugsað verður um, at tey aftur
skulu brúkast mikukvøldið.
10. Christian Lamhauge
Holst, Silkeborg (16/2)
Hevði mest sum ógjørligar
arbeiðsumstøður í føroyska
álopinum í einum dyst, har
uppspælið sjáldan endaði við
álopsstøðu. Arbeiddi tó knallhart,
og rann eftir øllum tí, sum rennast
kundi eftir. Megnaði eisini at koma
til eina einstaka skotroynd, tá hann
snaraði mótstøðumann av sær, men
var í allar mátar alt ov einsamallur,
til veruliga at fáa gleði av framúr
arbeiðsavrikinum.
11. Bogi Løkin, NSÍ (9/1)
Arbeiddi við vanligum ídni, og legði
nógvar kilometrar aftur um seg
gjøgnum teir 90 minuttirnar. Og
syrgdi saman við Jónasi fyri, at
okkara høgra borð varð mest sum
læst eftir steðgin. Kom tó sjáldan í
nakrar vandamiklar støður í
álopspartinum. Bæði tí hann sum
høgrabeintur lá nakað ónáttúrligt í
vinstru, og tí hann ofta trekti inn í
vøllin. Var eisini partur av
tríhyrninginum, sum varð fangaður
alt ov lætt við næsta málið, men
spældi seg væl upp, tá hann kom
sentralt inn á vøllin. Hevði eina
perluavlevering til Andreas, tá hesin
skoraði, og var beint eftir hetta um
at tackla seg leysan av mótstøðuni.
Levi Hanssen, EB/
Streymur (2/0)
Kom inn á høgra álopsborði, tá
føroyingar móti endanum royndu
at skapa nakað av trýsti. Megnaði
tó sjáldan at seta seg ígjøgnum í
nærdystunu, og kom tí heldur ikki
veruliga við til at skapa nakrar
vandastøður.
Andreas Lava Olsen,
Víkingur (4/1)
Sýndi sítt mest sum óhugnaliga
upptrekk, tá hann spurtaði
eysturríksku verjuna av og pyntaði
um úrslitið. Røkti leiklutin sum
einsamallur áleypari nakað øðrvísi
enn Christian, og arbeiddi ikki eins
intenst, men sýndi tó dygdir, sum
eiga at gagnnýtast, soleiðis at
tenninar í føroyska álopinum
kunnu hvessast.
Jann Ingi Petersen, NSÍ (14/0)
Fekk seinastu løtuna á vøllinum fyri
Fróða Benjaminsen, men megnaði
ikki at sannføra um, at hann skal
vera náttúrligur partur av
landsliðnum. Vann nógvar bóltar
og bjóðaði seg væl til í
uppspælinum, men alt ov ofta
endaði hetta í høpisleysum
sendingum, har av onkur var um
reppi at kosta mál.
Fáir glottar
Longu fyrsta minuttin mátti Jákup Mikkelsen í meskarnar eftir bóltinum. Men málverjin spældi enn
eina ferð ein rimmar dyst, og mest sum einsamallur var hann orsøk til, at tapið ikki gjørdist til skrædl
Mynd: Polfoto