mánadagur 7. september 2009síða 23
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin 7. september 2009 – Nr. 169 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 23
Klinsmann filmaði mest
Í Onglandi kjakast tey í hesum døgum nógv um, spælarar
filma í fótbóltsdystum. Heimasíðan talkSPORT hevur
gjørt ein atkvøðugreiðslu millum sínar lesarar um, hvør
spælari hevur filmað mest í ensku Premier League. Týski
álopsspælarin Jurgen Klinsmann, sum spældi fyri
Tottenham, var tryggur vinnari í atkvøðugreiðsluni. Í
hølunum á honum koma Steven Gerrard, Didier Drogba,
Cristiano Ronaldo og David Ginola.
Mótbrekka beinanvegin
– Vit vóru væl uppsettir undan dystinum, men tað kiksaði frá
byrjan hjá okkum. Eg veit ikki, hvat hendi, men hatta var ikki ein
góður fyrri hálvleikur, segði høgri bakkur á føroyska liðnum, Jónas
Þór Næs.
– Tað fyrsta málið oyðilegði nógv fyri okkum. Vit fingu mótbrekku
beinanvegin, og so var tað ikki lætt at koma inn í dystin. Nú mugu
vit tosa um tað og seta orð á, hvat gekk galið, so vit kunnu gera tað
betri mikudagin, tá vit skulu gera ein góðan vørr.
Símun Samuelsen
Sær 3-1 penari út, enn tað var?
– Hetta var øgiliga keðiligt fyri
okkum, tí vit vildu gera ein góðan
innsats. Eg vil siga, at bæði eg og alt
liðið vóru øgiliga vánaligir í fyrra
hálvleiki, segði Símun Samuelsen
eftir dystin.
– Vit tóku luftina úr okkum sjálvum,
tí vit lótu teir fáa kjansin at skora
beinanvegin. Tað er líkamikið, hvat
tosað verður um áðrenn, um tað ikki
eisini verður gjørt inni á vøllinum.
Vágbingurin, sum dagliga spælir í
íslendska felagnum Keflavík, helt ikki
nakra umbering vera fyri, at so illa
gekk í hond fyri steðgin.
– Vit vita, at tað hendir, at vit kunnu
hava ein ringan dag. Men serliga
eftir fyrra hálvleik var eg ótrúliga
skuffaður av mær sjálvum. Vit kundu
skift allar 11 út, um tað var loyvt,
segði hann.
– Í seinna hálvleiki spældu vit betri,
tá teir kanska tóku tað meira róligt,
men 1-1 var í ordan eftir steðgin. Nú
skulu vit í øllum førum inn at gera
tað dupult so gott ímóti Litava
mikudagin.
-hil
Vongspælarin í Keflavík er
tann 31. føroyingurin, sum
25 ferðir hevur umboðað
føðilandið
jakup@sosialurin.fo
Jákup Mørk
Leygarkvøldið helt ein av føroysku
spælarunum silvurbrúdleyp saman
við landsliðnum. Tað var Símun
Samuelsen, sum fyri 25. ferð
umboðaði føðilandið í landsdysti í
fótbólti.
Símun var á vøllinum allar 90
minuttirnar, og tað er góð
staðfesting av, hvussu leikluturin
hjá Símuni hevur verið nógvu tær
seinastu ferðirnar.
Eitt mál er Símun skrásettur fyri
at hava skorað á landsliðnum. Tað
var 8. oktober í 2005, tá ið Føroyar í
Tel Aviv taptu 2-1, at Símun úr
ógvuliga spískum í høgru sendi
bóltin í ísraelska málið.
Fyrsti altjóða skrásetti
landsdysturin hjá Føroyum varð
spældur í Akranesi 24. august í
1988. Símun Samuelsen er tann 31.
føroyingurin, sum røkkur 25
landsdystum.
Vágbingurin í Keflavík, sum er
føddur 21. mai í 1985 og tískil er 24
ára gamalur, var fyrstu ferð á
landsliðnum 27. apríl í 2003, tá ið
Føroyar á Svangaskarði vunnu
vinardyst ímóti Kasakstan 3-2.
Henrik Larsen var venjari, og fýra
spælarar vóru fyri fyrstu ferð á
landsliðnum í hesum dystinum.
Hinir vóru Atli Danielsen, Jann Ingi
Petersen og Jónhard Frederiksberg.
Jann Ingi var millum teir fyrstu
ellivu, meðan allir hinir vórðu skiftir
inn.
Símun Samuelsen, sum fekk sína
fótbóltsuppaling í VB, umboðaði í
2003 GÍ. Í fyrsta landsdystinum
loysti hann Jákup á Borg av.
Í nógvum teimum fyrstu
landsdystinum var Símun
skiftisspælari. Ofta varð hann skiftur
inn, og tá ið hann ikki varð skiftur
inn, so varð hann skiftur út. Tað
tóktist sum um, at hann hevði ilt
við at vísa síni evni, tá ið hann
umboðaði Føroyar soleiðis, sum
hann gjørdi í feløgunum, sum hann
umboðaði.
Tey seinastu árini hevur Símun
verið mest sum fastur maður á
landsliðnum, og tað ber boð um, at
avrikini hava verið støðug.
Símun Samuelsen spælir nú í
Keflavík, har hann er fastur maður í
vinstru síðu, og har hann verður
roknaður sum ein lyklaspælarunum.
Símun er nú limur í 25 felagnum
Símun Samuelsen var á ongan
hátt nøgdur um avrikið hjá sær
og liðnum leygardagin
Mynd: Polfoto
Ótrúliga skuffaður
Altíð ímóti
yvirmaktini
Abraham Løkin, sum er annar
av hjálparvenjarunum, helt tað
vera torført at finna orð at seta
á tað, hann hevði sæð frá
føroyska liðnum á UPC Arena í
Graz leygarkvøldið.
– Vit áttu at gjørt tað betri,
men tað fingu vit bara ikki
hesa ferð. Tú situr við einari
eitt sindur tómari kenslu eftir
ein slíkan dyst, tí upp á ein
máta virkaðu vit eitt sindur
tamir, helt hann.
– Sjálvandi spældu vit á
útivølli í Eysturríki ímóti einum
liði, sum hevur viðgongd fyri
tíðina. Teir hava eitt fantastiska
gott lið, og vit kanska vænta
ov nógv av okkum sjálvum
undan einum slíkum dysti.
Samstundis ásannaði hann,
at tað altíð er torført hjá
Føroyum at bjóða teimum
størru av:
– Eitt føroyskt landslið má
altíð stríðast ímóti einari
yvirmakt, og viðhvørt gongur
tað betri og viðhvørt ikki so
øgiliga væl. Akkurát hesa ferð
var tað so ikki tað allarbesta,
vit hava sæð, segði Abraham.
-hil