mánadagur 7. september 2009síða 24
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 7. september 2009 – Nr. 169
Hallur róstur í Aberdeen
17 ára gamli Hallur Hansson, sum í hesum døgum er við á
føroyska U21 landsliðnum, er ein spælari, sum ítróttarstjórin í
Aberdeen hevur stórar vónir til. Willy Miller sigur, at Aberdeen
hevur lagt nógv í at menna ungar spælarar, og úrslitini eru nú
farin at síggjast. Miller sigur millum annað, at Hallur Hansson
er ein spælari, sum kann vinna inn í 1. liðshópin hjá Aberdeen
innan langa tíð.
Djourou úti í hálvt ár
Verjuspælarin Johan Djourou, sum spælir fyri
Arsenal, verður ikki at síggja á vøllinum næsta
hálva árið. Sveisiski landsliðsspælarin hevur fingið
ein álvarsaman knæskaða, og hann er
skurðviðgjørdur. Nú bíðar ein langur steðgur fyri
framman, har Djourou fyrst skal hvíla knæið og
síðani styrkja tað aftur til fótbólt á hægsta stigi.
uni@sosialurin.fo
Uni Holm
Johannesen
U21-landsliðið hevur verið ein
sólskinssøga frá fyrsta degi. Liðið
hevur seinastu tvey árini víst vegin í
altjóða fótbólti og tryggjað
føroyskum fótbólti fleiri stig.
Leygardagin varð aftur prógvað, at
føroyingar tíma at stuðla liðnum.
Og við 550 áskoðarum í rygginum
stríddu ungu føroyingarnir seg til
ein javnleik móti Moldova
leygardagin. Hóast tað er
fantastiskt hvørjaferð, at Føroyar
vinna stig, var tað ikki reiðuliga
kenslan.
U21-landsliðið hevði møguleikan,
summi mettu uppiborið, at vinna
øll stigini í Gundadali. Tí gestirnir
fingu ein mann útvístan seinastu
løtuna, og føroyingar høvdu verið
við yvirlutan í løtum av dystinum,
men eydnaðist tað ikki at gagnnýta
støðuna.
Raktu tvørtræið
Men tað er lætt at iðrast eftir dystin.
Tí fólk høvdu sanniliga funnist at,
um venjararnir góvu leikarunum
leysar teymar, og Moldova hinvegin
hevði fingið sigursmálið. Tí var tað
eisini ein skila avgerð at binda um
heilan fingur.
Ikki tí. Føroyar vóru sigrinum nær.
Tá fimm minuttir restaðu í av fyrra
hálvleiki var 18 ára gamli Róaldur
Jacobsen óansaður. Staddur fimm
metrar frá brotssteigarmarkinum
smekkaði hann til, men málverjin
fekk fingrarnar á. Bólturin brast í
tvørtræið og aftur í spæl.
Moldova kom væl frá byrjan í
hesi undankappingini. Liðið vann í
fyrsta umfarinum við 1-0 á Letlandi.
Men í føroyska høvuðsstaðnum um
vikuskiftið vóru teir ikki serliga
sannførandi. Júst sum á føroyskum
liðnum, so hevði eingin dirvið at
bjóða av og leypa hvøkk á
mótstøðuliðið. Úrslitið var, at ferðin
á bóltinum gjøgnumgangandi var
lág, og nærdystirnir fleiri.
Málini
Moldova legði seg á odda
miðskeiðis í fyrra hálvleiki. Heri
Nesá, sum var vongverji í vinstru,
varð yvirspældur, og tá innleggið
Kristoffur Jacobsen
er einsamallur við
málverjanum, og so er
føroyska U21-landsliðið
enn eina ferð ávegis
móti altjóða stigi
Mynd: Álvur Haraldsen
Føroyar-Moldova 1-1 (1-1):
Orsøk at iðrast
Føroyskur fótbóltur skal stórfrøast um øll altjóða stig. Alt
annað er óhoyrt. Men tað var ikki júst kenslan, sum tey
flestu sótu við í Gundadali seinnapartin leygardagin