Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-09-07, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. september 2009síða 25

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 7. september 2009 – Nr. 169 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 25 Bilic argar eingilsmenn Mikudagin spæla Ongland og Kroatia týðandi HM-dyst, og undan dystinum argar venjarin hjá Kroatia, Slaven Bilic, eingilsmenninar. Hann sigur, at italski landsliðsvenjarin hjá Onglandi, Fabio Capello, hevur givið Onglandi nógv, men hann hevur eisini tikið nakað frá enska liðnum. Bilic nevnir eyðkenda stríðsviljan, sum hann ikki longur sær á liðnum í sama mun sum áður. Henry møguliga til City News of the World skrivaði í gjár, at Thierry Henry møguliga skal spæla fyri Manchester City. Barcelona er áhugað í brasilska Robinho, sum spælir fyri júst Manchester City, og Henry kann gerast ein partur av hesum handli. Í Manchester City halda tey seg hava brúk fyri einari stjørnu av tí slagnum, sum Thierry Henry er. kom frá baklinjuni, var lætt hjá Eugen Sidorenco at stýra bóltinum í málið. Føroysku miðverjuleikararnir vóru kanska ov lítið avgjørdir, tá avleveringin til Sidorenco var einasti møguleikin. Men Kristoffur Jakobsen javnaði tólv minuttir seinni. Gjøgnumspælið var sum eftir bókini, tá Christian Mouritsen spældi klaksvíkingin leysan móti málverjanum. Hann var tryggur og sendi í handara síðunet. Finnur á vonginum Finnur Justinussen var hesa ferð í byrjunaruppstillingini. Hann røkti uppgávuna sum vongur í høgru, og hann stóð seg eftir umstøðunum væl. Men tað var harmiligt, at toppskjúttin í Vodafonedeildini ikki slapp at royna seg sum framherji. Har var Páll Klettskarð valdur framum. Tað var serliga í báðum borðunum, at føroyingar høvdu ov lítið at bjóða í stórum løtum. Rógvi Poulsen og Finnur Justinussen vóru sjáldan vandamiklir, og tá teir loksins sluppu til innlegg, hevði málverjin ikki stórvegis trupulleikar í brotsteiginum. Finnur Justinussen var tó nær við at leggja Føroyar á odda, tá seinni hálvleikur var hálvrunnin. Kristoffur Jakobsen ruddaði bóltin burtur av vandaleið, tá framherjin úr Víkingi og Anatol Chirinciuc, málverjin hjá Moldova, brádliga kapprunnu um leðurkúlina. Justinussen var fyrstur á, men við høvdinum stýrdi hann bóltinum upp um málið. Seinastu løtuna av dystinum royndu føroyingarnir at trýsta, men við fyrivarni. Alexandru Grosu sá tvær ferðir gult frá dómaranum, og vit einum manni meira seinastu 10 minuttirnar fekk heimaliðið betri pláss at spæla á. Flott! Ákærurnar vóru fleiri, tá Fótbóltssambandið fyri tveimum árum síðan valdi at seta Heðin Askham og Bill M. Jacobsen í venjarasessirnar hjá U21- landsliðnum, sum fyri fyrstu ferð skuldi royna seg í undankapping. Tað varð millum annað sagt, at FSF ongantíð vildi royna nýtt fólk, og summi funnist at, at útlendingur ikki slapp fram at róðrinum. Men atfinningarnar eru svaraðar dyggiliga. Heðin Askham og Bill M. Jacobsen hava seinastu tvey árini prógvað, at føroyingar sanniliga eisini eru egnaðir sum landsliðsvenjarar. Úr føroyskum sjónarhorni hava úrslitini verið framúr. Í farnu undankapping og higartil í hesi undankappingini. Tað er ikki altíð lætt at standa á odda fyri U21-liðnum. Hóast tað er ætlanin og gleðiligt, er liðið nógv tengt av A-landsliðnum. Hesaferð høvdu Levi Hanssen og Jóan Símun Edmundsson fingið boð frá Brian Kerr, landsliðsvenjara, og vóru ikki tøkir. Teir høvdu heilst víst munað. Rós til Heðin Askham og Bill M. Jacobsen fyri flott arbeiði! Góð kensla Christian Mouritsen, liðskipari, var fegin um úrslitið leygardagin, hóast alt. - Vit hava tamarhald á dystinum og spæla okkum til fleiri møguleikar. Eg standi eftir við einari góðari kenslu, men eg eri harmur um, at tað ikki eydnaðist at fáa sigursmálið, sigur Christian Mouritsen, sum als ikki tóktist ávirkaður av drúgva kjakinum um hansara spæliloyvið. Fýra sótu uttanfyri Rasmus Nielsen, Rógvi Baldvinsson, Johan Ellingsgaard og Wentzel Steinarr Ragnarsson Kamban vóru ikki tøkir hjá Heðini Askham og Bill M. Jacobsen í gjár. Teir sótu allir uttan fyri við skaða. Tað var serliga harmiligt við dystargongdini í huga, tí landsliðsvenjararnir høvdu ongan framrættaðan leikara at seta inn seinastu løtuna. Ein avleiðing av hesum var, at Odmar Færø spældi sum framherji seinastu minuttirnar. Eg framdi brotsspark Jóan Pauli Dahl Jakobsen, sum vardi føroyska málið, viðgongur, at hann framdi brotsspark, tá hann rendi Igor Andronic um koll í brotsteiginum, tá lítil løta restaði í av fyrra hálvleiki. Málverjin var ov seinur, tá hann tók beinini undan mótstøðumanninum. - Ja, har var brotsspark. Hann fekk eisini so álvarsaman snudd, at hann noyddist av vøllinum, sigur Jóan Pauli Dahl Jakobsen. Vit eru fegnir - Eg eri ikki heilt nøgdur, men vit eru heilt víst fegnir um, at tað aftur eydnaðist at fáa stig. Tað staðfestir Heðin Askham, annar av venjarunum. Hann sigur, at tað er sjáldan at føroysk landslið standa seg so væl. - Vit stóðu einki aftan fyri mótstøðuna. Vit spældu væl, og høvdu fingið fult, um vit vóru meira hepnir. Men nú hugsa vit um dystin mikudagin móti Letlandi, og tað verður ikki ein lættari uppgáva enn hendan, sigur Heðin Askham, venjari, sum rósti áskoðarunum fyri dyggan stuðul. Manglaðu bara sigursmálið Rógvi Holm var sera fegin um føroyska spælið leygardagin. Hann metir, at føroyingar bara manglaðu sigursmálið. - Alt riggaði væl. Vit spældu væl í løtum, og høvdu møguleikar at fáa sigursmálið. Vit skuldu vunnið dystin, men hinvegin skulu vit heldur ikki vera misnøgdir við javnleik, sigur Rógvi Holm, sum leggur afturat, at mótstøðan hesa ferð als ikki kundi samanberast við Russland, sum U21- landsliðið vann á fyri góðum tveimum mánaðum síðan. Fakta um dystin Føroyar – Moldova 1-1 (1-1) 0-1: Eugen Sidorenco, 24. 1-1: Kristoffur Jakobsen, 36. Dómari: Radek Prihoda Føroyar: Jóan Pauli Dahl Jakobsen – Pætur Jørgensen, Rógvi Holm, Pól Jóhannus Justinussen, Heri Nesá (Dánjal Davidsen, 86.) – Finnur Justinussen, Róaldur Jacobsen, Kristoffur Jakobsen (Hallur Hansson, 75.), Rógvi Poulsen – Christian Mouritsen – Páll Klettskarð Moldova: Anatol Chirinciuc – Stefan Caraulan, Durnitru Bogdan, Igor Andronic (Oleg Clonin, 46.), Artur Ionita – Artur Patras, Dmitrii Vomisel (Oleg Andronic, 69.), Durnitru Berbinschi – Eugen Sidorenco – Alexandru Grosu, Alexandr Pascenco (Ion Demerji, 58.) Finnur Justinussen í nærdysti við moldova. Finnur var fyri fyrstu ferð á landsliðnum, men hann kom sjáldan til verulig gjøgnumbrot av heldur óroynda plássinum sum kantspælari Mynd: Álvur Haraldsen