mánadagur 7. september 2009síða 4
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
tíðindi
Nr. 169 - 07. september 2009
Hóast Brúkaraumboðið akkurát er
farin til verka, hevur hann longu
havt úr at gera, varð sagt á almennari
móttøku fríggjadagin, í sambandi við, at
brúkarastovnurin er farin til verka
BrúkaraumBoð
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Brúkaraumboðið
hevur
longu
prógvað
sín
tilverurætt.
Tað heldur Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnu
málum.
Fríggjadagin var almenn móttøka í Vági í
sambandi við at Brúkaraumboðið er farið til
verka.
Á móttøkuni vísti Johan Dahl, landsstýrismaður
í vinnumálum á, at stovnurin hann hevur longu
prógvað sín tilverurætt.
Hóast Brúkaraumboðið bara hevur arbeitt í
summar, hevur hann longu fingið 33 ítøkiligar
klagur frá brúkarum, sum ikki føla, at handlar og
fyritøkur eru farnar rætt fram ímóti teimum.
Av hesum málum hevur hann avgreitt tey 15
málini, men hini 18 eru enn undir viðgerð.
Umframt klagurnar, hevur hann eisini fingið
einar 220 fyrispurningar umvegis telefon um ymisk
viðurskifti.
Johan Dahl helt, at Brúkaraumboðið hevur fingið
so góða undirtøku, at vit í longdini kanska eiga
umhugsa at víðka stovnin til eisini at umfata eitt
brúkarastýri, sum skal hjálpa og vegleiða brúkaran.
Á móttøkuni fríggjadagin trýsti Johan Dahl
eisini á knøttin, sum startaði nýggju heimasíðuna
hjá Brúkaraumboðnum.
Heimasíðan eitur www.bruk.fo og har er ymiskt
at lesa um Brúkaraumboðið og niðast á heimasíðuni
er eisini ein teigur, har tað ber til at senda umboðnum
klagu beinleiðis við internetinum.
Í morgun boðaði
hann frá, at hann
leggur frá sær sum
borgarstjóri á Sandi
SandS Bygdarráð
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Um tvær vikur er Páll á
Reynatúgvu ikki borgar
stjóri á Sandi longur.
Í morgun hevur hann
nevniliga boðað frá, at á
næsta bygdaráðsfundi á
Sandi síðst í mánaðinum,
fer hann at leggja frá sær
sum borgarstjóri.
Tað hevur hann gjørt eftir
áhaldandi atfinningar frá
øðrum
bygdaráðslimum
ímóti
hansara
embætis
førslu.
Atfinningarnar
ímóti
honum komu í hæddina í
farnu viku, tá ið fýra av
teimum sjey bygdaráðs
limunum á Sandi beinleiðis
heittu á hann um at leggja
frá sær.
Teir fýra bygdaráðslimir
nir vóru Brandur Sandoy,
sum varð valdur á sama
lista, sum Páll á Reynatúgvu
og teir tríggir býráðslimirnir
á hinum listanum.
Teir hava lagt dent á, at
atfinningarnar ímóti Páll á
Reynatúvu eru einans polit
iskar og ikki persónligar
Í eini grein aðrastaðni í
blaðnum
í
dag
nevnir
Brandur Sandoy nakrar av
orsøkunum til, at teir vilja
hava Páll á Reynatúgvu
frá.
Í høvuðsheitunum snýr
tað seg um, at teir halda, at
Páll á Reynatúgvu hevur
hevur verið ógegnigur í
fleiri málum.
Men tað snýr seg eisini
um, at Sands kommuna
skyldar Meginskúlanum so
nógvan pening, at tað er við
at verða ein álvarsligur
trupulleiki, bæði hjá komm
ununi og hjá skúlanum.
Leggur kongin
Í eini viðmerking aðrastaðni
í blaðnum sigur Páll á
Reynatúgvu sjálvur, at hann
hevur gjørt av at leggja frá
sær eftir at hava tosað við
familjuna.
Hann staðfestir, at hann
kennir seg ósekan í ákærum
ímóti honum, men hann
kann ikki liva við at fam
iljan ferð aftaná ferð verður
drigin gjøgnum fjølmiðla
kvørnina saman við mínum
politiska persóni.
Vit orka snøgt sagt ikki
meira, sigur Páll á Reyna
túgvu.
Annars hevur hann ongar
viðmerkingar
afturat
tí,
hann hevur skrivað aðra
staðni í blaðnum.
Onga viðmerking
Sjálvur mælir hann til, at
Olga Fossdalsá verður vald
til borgarstjóra á Sandi.
Hon er vald á sama lista
sum fráfarandi borgarstjórin
og hann heldur, at tað hevði
speglað álit veljarans á
listan.
Sjálv hevur hon onga
viðmerking. Hon sigur, at
hetta er alt samalt so spild
urnýtt, at hon hevur als ikki
havt stundir at hugsa um
støðuna.
Yvirhøvur eru sandoying
ar fáorðaðir í morgun.
Eyðvarur Petersen, sum
er ein av teimum fýra, sum
vil hava Páll á Reynatúgvu
frá, sigur, at sum støðan er,
var hetta tað frægasta, sum
kundi henda, at borgarstjórin
legði frá sær.
Men hann leggur fram
vegis áherðslu á, at talan er
eina og aleina av politiskum
orsøkum og ikki av per
sónligum.
Hann tekur eisini undir
við
grundgevingunum
í
greinini hjá Brandi Sandoy.
Men
hvør
skal
vera
eftirmaður Páll, er alt ov tíð
liga at siga nakað um enn.
Tað sama sigur Fríði
Nólsoy, sum eisini er ein av
teimum, sum vildi hava Páll
á Reynatúgvu at leggja frá
sær.
Hetta var tað, vit vildi
hava hann at gera, men nú
er hetta so nýtt, at eg havi
ikki
fleiri
viðmerkingar
enn, sigur hann.
Páll á Reynatúgvu
orkar ikki meiri
Hevur longu
fingið 33
klagur
Johan Dahl,
landsstýris
maður
trýstir á
knøttin,
sum startaði
nýggju
heimasíðuna
hjá Brúkara
umboðnum
ímeðan
Brúkara
umboðið,
Andrass
Holm Arge,
hyggur at
Mynd: Dagfinn
Olsen
Páll á Reynatúgvu hevur lagt kongin í morgun, tí hann vil
ikki hava, at hann, hansara familja og Sands bygd skal standa
modell til tað, sum fer fram
Danskur yvirgangsmaður
Myndugleikarnir í Kenya siga nú, at ein yvirgangsbólkur hevði
lagt ætlanir um eina atsókn at einum máli í Nairobi, tá
amerikanski uttanríkisráðharrin, Hillary Clinton, var har og
vitjaði í síðsta mánaði. Atsóknin varð av ongum, tí kenyanskir
trygdarserfrøðingar fingu frænir av, hvat var á vási. Tað
eydnaðist trygdartænastuni at avdúka bólkin, og teir fimm
menninir í bólkinum vórðu tiknir. Sambært danska
kringvarpinum DR hava myndugleikarnir í Kenya nú boðað
donsku myndugleikunum frá, at ein av teimum fimm
monnunum hevur danskt pass.
Útsetir ferð til Ísraels
Svenska uttanríkisráðið kunngjørdi í gjár, at Carl Bildt,
uttanríkisráðharri, hevur útsett eina ætlaða ferð til Ísraels.
Einki varð sagt um orsøkina, men politiskir eygleiðarar í
Stockholm ivast ikki í, at avgerðin hevur samband við
eina grein í Aftonbladet, har tað stóð, at ísraelskir her
menn hava stolið og selt likamslutir av deyðum palestin
um. Ísraelsku myndugleikarnir hava váttað, at ferðin hjá
Bildt er útsett, men teir siga einki um orsøkina. Svenska
stjórnin er biðin um at fordøma greinina í Aftonbladet,
men stjórnin sigur nei og vísir til tali og skrivifrælsið.