mánadagur 7. september 2009síða 5
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 169 - 07. september 2009
5
tíðindi
Maðurin, sum doyði
í arbeiðsvanlukkuni
á Eiði fríggjadagin,
varð slongdur av
einum høgum tanga
yvir á ein annan
ArbeiðsvAnlukkA
Randi Jacobsen
randi@sosialurin.fo
Øll Eiðisbygd skalv, tá ið
ein arbeiðsvanukka hendi
fríggjadagin umleið klokk
an 15.30.
Maðurin, sum arbeiddi
saman við konu síni, hevði
seinasta mánaðin fingist
við at sandblása tangarnar
hjá Salmon Proteins.
Henda dagin var hann
farin upp á ein av teimum
fyra stóru tangunum at gera
eitt minni arbeiði við vink
ulslíparanum fyri at fáa
nakrar gamlar kneysar burt
ur.
Knappliga hoyrdist ein
brestur, og lokið fór uppfrá.
Trýstið var so mikið stórt,
at maðurin slongdist upp í
luftina og lendi á einum øðr
um tanga nakað frá.
Politiið heldur, at maðurin
er deyður beinanvegin av
løstunum.
Ein maður uppi í bygdini
hevur greitt politinum frá,
at hann sá lokið lætta sær
av tanganum, síðan sá hann
eina 35 metra høga eldsúlu,
og so kom eitt roykskýggj.
Í tanganum, sum var 500
rúmmetrar, vóru umleið
150 rúmmetrar av laksa
slógvi.
Gassið skuldi ligið niðri í
tanganum, men politiið git
ir, at gassið hevur verið
nógv í tanganum, og ein
glóð hevur fest í.
Royndur maður
Maðurin, sum doyði, var 58
ára gamli Høgni Jacobsen,
búsitandi í Saltangará og
hevur havt sandblásaravirki
í umleið 30 ár. Seinasta
mánaðin hava hann og kon
an arbeitt á Eiði.
Tað var ringur standur á
Eiði, tá ið vanlukkan var
hend, so fleiri fók fóru til
Havnar at fáa sálarliga
kreppuhjálp, og starvsfólk
ini hava fingið kreppuhjálp
á arbeiðsplássinum.
Vanlukkan hendi, beint
sum nevndin á virkinum sat
á fundi inni í húsinum.
Arbeiðseftirlitið
hevur
verið á staðnum og kanna
umstøðurnar í sambandi
við vanlukkuna, men eftir
litið kann einki siga enn.
Doyði av løstunum
Politið var beinanvegin á staðnum og kannaði viðurskiftini
- Hvør er orsøkin til,
at Mentamálaráðið
hevur niðurraðfest
føroyskt sum frá-
lærugrein somikið,
at ongin ráðgevi er
longur í starvi á Land-
smiðstøðini, sum
gevur góð og neyðug
ráð um hesa lærugrein,
ið átti at verið raðfest
fram um allar aðrar?
POliTikkur
Eirikur Lindenskov
Hendan spurning vil Tór
bjørn Jacobsen, løgtings
maður, hava Helenu Dam á
Neystabø at svara í einum
grein 52 spurningi.
Tórbjørn Jacobsen vísir á,
at leiðarin á Landsmiðstøðini
fyri
undirvísingaramboð
skrivar í grein á heimasíðuni
hjá stovninum, at sum støðan
nú er vorðin, er ráðgevingin
so niðurraðfest, at hon er
bara á leið ein triðingur av tí
hon var í 1989.
Nú eru fýra ráðgevar og
tað sum serliga fellur í eyg
uni er orðingin: »Hetta merk
ir, at ongin ráðgevi er í eitt nú
føroyskum á fólkaskúlaøkin
um… Landsmiðstøðin kann
tí ikki veita ta ráðgeving,
sum vit kundu ynskt, og sum
avgjørdur tørvur er á.«, sigur
Tórbjørn Jacobsen.
Tórbjørn Jacobsen vísir í
viðmerkingunum á týdning
in, sum móðurmálið hevur
fyri einhvørja tjóð – og vísir
á serligu viðurskiftini í Før
oyum, har danskt mál hevur
so stóra ávirkan.
Hann sigur, at nú verður
ráðgivið í donskum á fólka
skúlaøkinum og ikki á før
oyskum á hesum sama øki.
At niðurraðfesta tað
mest unikka vit eiga, eitt av
heimsins minstu málum,
kann
fáa
vanlukkuligar
avleiðingar. Trýst er á øllum
smámálum í hesum altjóða
gjørdu døgum, tí ræður um
at dubba heldur enn at niður
laða, sigur løgtingsmaðurin.
Dag um dag hoyrist í
almenna rúminum, at før
oyska málið er farið at bekla í
støðum. Fatanin er viknað,
mállæran kámað, bendingar
og endingar hanga í leysum
lofti, og skjótt kann tað fara at
seta at sjálvari beinagrindini.
Tí er umráðandi at politiska
skipanin gevur málinum ans,
og brúkar neyðugu megina til
tað, at røkja og menna málið.
Tað er ikki raðfestingin hjá
teimum sum nú varða av polit
isku mentanarborgini, sam
bært teimum upplýsingum,
sum stovnur undir Mentamála
ráðnum varpar út frá síni
heimasíðu í hesum døgum,
sigur Tórbjørn Jacobsen.
Skerd ráðgeving í
føroyskum
Tórbjørn Jacobsen,
løgtingsmaður, hevur sett
Helenu Dam á Neystabø
ein grein 52 spurning um
ráðgevingina í føroyskum
á Landsmiðstøðini fyri
Undirvísingaramboð