Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-09-07, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. september 2009síða 6

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 tíðindi Nr. 169 - 07. september 2009 RættaRmál Randi Jacobsen randi@sosialurin.fo Fríggjadagin upprann tann stóri dagurin, tá ið málið hjá Jørgeni av Vollanum varð tik­ ið upp aftur í Føroya rætti. Jørgen av Vollanaum var maðurin, sum í næstan eitt ár sat varðhaldsfongslaður, tí hann varð skuldsettur fyri fleiri stórar eldar. Ein eldur var tann í Havnar Timbur­ handli, men Jørgen varð frí­ dømdur fyri at hava sett eld á har. Ein onnur ákæra, sum hann eisini var frídømur fyri, var eldurin í rossafjós­ inum í Havnardali. Eftir stóru fleiri ákærur um roynd at seta eld á og smærri eldásetingar, ið hann varð dømdur fyri. Tað vanliga er, at tá ið ein dómur er sitin, er tann dømdi leysur. Men so var ikki hjá Jørgeni av Vollan­ um, og orsøkin er, at maður­ in er menningartarnaður. Gleðiboð Tað var ein rørandi løta, tá ið dómarin í Føroya rætti fríggjadagin gav Jørgen av Vollanum, mammu hansara og systkjunum tey gleðiboð, at Jørgen nú var leysur av dóminum, sum hann fekk í august 1990. Mamman Nikolina hevði ilt við at trúgva tí, men tá ið sakførarin hjá Jørgen tók í hondina á Jørgen og ynskti honum til lukku, skilti mamman, at tað var so, og hon brast út úr at gráta. Systk­ ini vóru líka rørd. Jørgen sjálvur sat við tárum í eygun­ um, skiftivís turkaði sær um eyguni og skiftivís við strál­ andi andliti yvir móti familj­ uni, sum alla tíðina hevur stuðlað honum og verið sann­ førd um, at hann ikki nakran­ tíð hevur gjørt nakað álvars­ ligt brotsverk. Umsíðir var slagið vunnið. Øðrvísi fyri Tey seinastu 19 árini í lív­ inum hjá Jørgen eru søgan um, at menningartarnað fólk ikki eru líka fyri lógini sum onnur fólk. Og hava tey ikki góð fólk, sum orka at stríðast, verða tey lætt gloymd í sam­ felagsskipanini. Jørgen, sum er menningar­ tarnaður, var nokkso óstýri­ ligur sum tannáringur, og tí fór hann sum 18 ára gamal á ein stovn í Ribe í Danmark. Í august 1989 fór mamm­ an Nikolina til Danmarkar at vera í nakrar dagar í summ­ arhúsinum hjá teimum. ­ Ein dag ringdi eg til Ribe og spurdi, um Jørgen ikki kundi sleppa við í summarhúsið, men tað bar ikki til. Eg fekk onga veru­ liga forkláring, annað enn at hann skuldi tosa við pol­ itiið fyrst, sigur mamman. Hon skilti einki av nøkr­ um. Stóð málleys ­ Tveir dagar seinni ringdu tey til mín og søgdu, at Jørg­ en var varðhaldsfongslaður, ti hann var skuldsettur fyri at hava sett eld á timbur­ handilin í Hvan, Sands kirkju, fjósið í Havnardali og timburhandilin í Klaks­ vík. Eg var málleys, tí eg visti, at alt ikki kundi passa. Til dømis var eldurin í timb­ urhandlinum í Klaksvík átta mánaðir eftir, at Jørgen var farin til Danmarkar, og á Sandi hevði hann als ikki verið, sigur Nikolina. Vaktur hvønn tíma Hon sigur, at tá ið illgruni var reistur móti Jørgen, noyd­ dist hann igjøgnum nógv ræðuligt og varð niðurbrotin bæði sálarliga og likamliga. ­ Hann varð sendur á ein yvirlivilsistúr í eitt summar­ hús, og hann skuldi út at ganga 30 kilometrar. Urið varð tikið frá honum og tað sama sigarettirnar, sigur mamman. ­ Og eg fekk bara turt breyð og vatn teir dagarnar, og tá eg skuldi sova, varð eg vaktur hvønn tíma, legg­ ur Jørgen aftrat. Umsíðir viðgekk Jørgen, at hann í fleiri førum hevði roynt at seta eld á ymsa staðni bæði í Havn og í Dan­ mark, og nakrar ferðir var tað eydnast. ­ Eg segði tað í rættinum, at eg bara hevði sagt ja, tí eg var so svangur, sigur Jørgen. Tann fyrsta mánaðin sat hann varðhaldsfongslaður í Danmark, men varð so flutt­ ur til Føroya at sita í varð­ haldinum. Mátti hava verju Jørgen minnist ilt aftur á tíð­ ina, tá ið hann sat varðhalds­ fongslaður, tí hinir fangarnir fóru so illa við honum. End­ in var, at hann varð isolerað­ ur, og tað varð gjørt fyri at verja hann móti hinum, sum sótu. 27. juli 90 fall dómurin. Jørgen var fríkendur fyri at hava sett eld á timburhandilin í Havn og á fjósið í Havnar­ dali. Skuldsetingarnar um eldásetingina á Sandi og á timburhandilin í Klaksvík vóru frammanundan sleptar. Eftir stóðu fleiri royndir at seta eld á og onkrar eld­ ásetingar. Jørgen og mamman Niko­ lina vóru ovurfegin tann dag­ in, tí hann var fríkendur fyri tær álvarsligu ákærurnar. Einki at fegnast um Tað vísti seg tó aftaná, at ikki so nógv var at fegnast um. ­ Eg eri sannførd um, at Jørgen var heilavaskaður til at játta sg sekan í hinum ákærunum. Hann visti als ikki, hvat hann hevði gjørt, og hvat hann ikki hevði gjørt, sigur mamman. Ein ákæra var, sum Jørg­ en var ákærdur fyri, og játt­ aði seg sekan í, men tað kundi ikki passa, tí tað, sum hann greiddi frá, samsvaraði als ikki við veruleikan. Dómurin var, at Jørgen skuldi vera undir Andveikra­ verndini og møguliga at fara ein stongdan stovn, um tað vísti seg at vera neyðugt. ­ Tað vísti seg, at sam­ felagið var ikki til reiðar at taka ímóti Jørgen, og hann hevði ongastaðni at fara. Tí noyddist hann aftur í varð­ haldið at sita, til tey høvdu gjørt ein nýggjan stovn til hansara, sigur mamman. Mansvardur Fyrsta staðið var eini sethús á Argjum, ið leigað vórðu bara til hansara. Har varð hann veruliga mansvardur. Fýri starvsfólk ansaðu eftir honum um dagin og tvey um náttina. ­ Tey ansaðu so væl eftir, at tá ið eg fór á vesi, stóð vakt uttanfyri, til eg var lið­ ugur. Hvørja ferð, eg skuldi út, komu tvey fólk við mær. Eg slapp heim til mammu tríggjar tímar um mánaðin, og tá komu tvey starvsfólk við, sigur Jørgen. Nakrar mánaðir seinni flutti Jørgen á ein nýggjan stovn í Hoyvík, har onnur eisini búðu. Alarmur var á hvørjari hurð og á hvørjum vindeyga. Sum árini gingu, og tað eru ikki so nógv ár síðan, varð trygdareftirlitið gjørt lin­ ari. Hann slapp heim til mammuna um vikuskiftið, men ikki til at sova, og eitt starvsfólk kom við honum. Seinni aftur slapp hann at gista heima, men starvsfólk­ ið var framvegis við honum. ­ Bara eg fór útum, stóðu starvsfólkini og eygleiddu meg, sigur Jørgen. Jørgen av Vollanum tók hendurnar upp fyri eyguni og táraði, tá í dómarin í Føroya rætti fríggadagin kom við boðunum: Dómurin, sum Jørgen fekk fyri 19 árum síðan varð nú yvirstaðin. Tað var púra stilt inni. Jørgen av Vollanum varð dømdur fyri smærri eldásetingar, men sum menningar­ tarnaður er ikki lætt at sleppa frá einum dómi - Eg vil ávara øll menningartarnað um ikki at koma í somu støðu, sum eg havi verið í, sigur Jørgen av Vollanum, sum nú er 40 ára gamal Mynd: Jens Kristian Vang Hann viðgekk av svongd Bretar úr Afghanistan Bretski forsætisráðharrin, Gordon Brown, hevur gjørt av, at tann bretska herdeildin í Afghanistan skal skerjast niður í helvt tey næstu trý árini. Hetta er ikki fyrstu ferð, at Bret­ land hevur havt nevnt afturtøkuna, men hetta er fyrstu ferð, at stjórnin hevur almannakunngjørt eina tíðarætlan, skrivar Reuters. Sambært blaðnum The Independent hevur Brown kunnað amerikonsku stjórnina um avgerðina, men einki verður sagt um svarið úr Washington. Blaðið The Observer skrivar, at fleiri limir í Arbeiðaraflokkinum vilja hava Brown at taka allar teir bretsku hermenninar úr Afghanistan. Illgruni um valsvik Valnevndin í Afghanistan kunngjørdi í gjár, at hon var liðug at kanna tríggjar fjórðingar av atkvøðunum frá forsetavalinum tann 20. august. Tá hevði Hamid Karzai fingið 48,6 prosent, og harðasti kappingarneyti hansara, Abdullah Abdullah, hevði fingið 31,7 prosent. Tað endaliga úrslitið kemur ikki enn. Samstundis koma støðugt fleiri skuldsetingar um grovt valsvik. Amerikanska blaðið New York Times skrivaði um vikuskiftið, at á fýra valstøðum í Kandahar hevði Hamid Karzai fingið neyvt 500 atkvøður á hvørjum valstaði, og at í summum valstøðum aðrastaðni hevði Karzai fingið hvørja einastu atkvøðu.