mánadagur 7. september 2009síða 7
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 169 - 07. september 2009
Kroystur
Mamman er sannførd um,
at Jørgen ongantíð hevur
verið kriminellur. Hann
varð kroystur til at viðganga
og gjørdist frá sær sjálvum
av at skula liva undir slíkum
umstøðum.
- Hvør hevði ikki verið
tað, sum var útsett fyri alt
hetta? spyr mamman.
Tá ið trý ár vóru liðini,
royndi hon at fáa málið tik-
ið uppaftur.
- Eg valdi so at bíða, tí eg
var í teirri trúgv, at stovnurin
fór at gera nakað, men tá ið
tað so vísti seg, at stovnurin
einki gjørdi, fór eg í hernað
aftur, sigur mamman.
Javnan hevur hon havt
fund við stovnin, Nærverkið,
Javna, við Hans Paula
Strøm, sum tá var landsstýr-
ismaður og við onnur, men
einki hjálpti.
Her skal viðmerkjast, at
lógin í Danmark er broytt,
soleiðis at slík mál verða
tikin upp til metingar á
hvørjum ári. Í Føroyum
hendir einki, um ikki avvarð-
andi streingja á.
Tað, sum hjálpti Jørgen,
var fyrst og fremst, tá ið
Løgtingsins Umboðsmaður
kom uppí og gjørdi vart við
órímiligu viðurskiftini. Hon
bað eisini um, at nýggj
mentalkanning varð gjørd.
Nikolina bað sakføraran
Hans Trúgva Teirin um
hjálp, og tey so á fund við
fútan. Hetta var fyri tveim-
um árum síðan, og fútin
Karen Marie Olesen vildi
gera sítt til at fáa málið tik-
ið upp aftur í rættinum.
Slapp at tosa
Jørgen var tá byrjaður at
ganga til samtalur á psykiatr-
isku deild.
- Tað gjørdi honum ómeta-
liga væl at sleppa at tosa
ígjøgnum alt tað, sum var
kroyst innan í honum. Hann
bleiv sum eitt heilt nýtt
menniskja, sigur mamman.
Av stovninum í Hoyvík
flutti Jørgen á ein stovn Om-
an Hoydalar. Har hevði
hann tað einki serligt, tí tað
vóru so nógv skiftandi
starvsfólk við ymiskum
holdningum.
Alt innbúgvið uttan songin
varð tikið út av kamarinum.
Jørgen varð viðfarin sum ein
kriminellur maður, ið kundi
hugsast at sett eld á.
- Tað hevði eg ikki funnið
uppá, sigur Jørgen.
Seinastu
tíðina
hevur
hann búð á einum bústovni
á Bóndaheygi i Havn.
- Har er ordiliga gott at
vera, og eg havi fingið mína
egnu íbúð, sigur Jørgen.
Síðan hann flutti á Bónda-
heyg at búgva, er friður fall-
in á Jørgen.
Hann fekk fríheitina til at
fara tveir tímar í býin,
seinni tríggjar tímar, og so
fýra tímar.
- Og nú er einki mark,
fegnast Jørgen um.
Hann veit tó væl, at heilt
fríur verður hann ongantíð,
tí hann verður noyddur altíð
at liva eitt lív við føstum
karmum, tí hann er menn-
ingartarnaður.
Men
tað
styrkir hann, at hann hevur
orð frá bæði læknum og
rætslæknaráðnum, at hann
ikki er sálarsjúkur.
Bað politiið um loyvi
at vitja mammuna
Seinastu tíðina hevur borið
til hjá honum at sleppa heim
til mammuna, sum býr við
Gjógv okkurt vikuskifti, tá
ið okkurt hevur verið. Men
tað hevur kravt loyvi frá
fútanum. Tey noyddust also
at biðja politiið um loyvi.
Viðhvørt rigg-aði tað væl,
men var skotbráið ov stutt,
var svarið nei.
Einar tvær ferðir hevur
Jørgen hesi árini verið í Dan-
mark, men tað hevur verið
við flogfari, tí torført var hjá
honum at sleppa við Nor
rönu. Tvey starvsfólk noydd-
ust at koma við. Mamman
fekk eina ferð at vita, at tey
ikki bara kundu taka hann
við skipinum, tí um hann nú
setti eld á? Um hann skuldi
við, noyddist Smyril Line at
vita
tað
frammanundan.
Mamman
gjørdist
so
karvandi óð, tí slíka treyt
góðtók hon ikki.
Innistongdur
í Føroyum
- Seinasta ár fóru øll
búfólkini á Bóndaheygi til
Edinburg, men Jørgen slapp
ikki við, Hann stóð eftir
einsamallur á bryggjuni,
sigur mamman.
Hon fekk eisini upplýst,
at hann hvørki kundi koma
inn í Ísland ella Noreg.
Jørgen upplivdi at gerast
føroyameistari í Boccia og
kundi tí koma til OL í Kina,
men hann slapp ongan veg
vegna sín dóm.
Jørgen hevur fingið tað
betri og betri. Í dag hevur
hann fast arbeiði á verkstað-
num Vón, og hann er eisini
húsavørður
á
einum
bústovni í Smærugøtu.
- Tað er so gott at vera á
Bóndaheygi, og eg vil fegin
takka øllum teimum fittu
starsvfólkunum
og
ikki
minst leiðaranum Juliannu,
sigur Jørgen.
Hansara stóri dreymur er
at sleppa ein túr við Norr-
önu, og nú kann hann fara
umborð uttan at boða frá,
hvør hann er.
- Eg eri so glaður, at tá ið
vit fara umborð, skal eg
bakka upp eftir landgongd-
ini, sigur hann.
Nýtt lív
Mamman
viðgongur,
at
hesi 20 árini, sum frælsið
var tikið frá Jørgen, hava
verið ein strævin tíð. Men
hon hevur klárað tað við
stuðli frá børnunum, og tí
hon hevur alla tíðina livað í
tí trúgv, at alt fór at fáa ein
góðan enda.
Jørgen kann nú byrja eitt
nýtt lív, og mamman og
hann vildu fegin lagt alt tað
ringa aftur um seg, men ilt
er at gloyma, tí hetta snýr
seg um virðingina fyri teim-
um menningartarnaðu.
Jørgen kemur við seinastu
viðmerkingini:
- Eg vil ávara øll menn-
ingartarnað um at ansa eftir
ikki at koma í somu støðu,
sum eg havi verið í, tí tað
hevur verið ræðuligt.
Jørgen av Vollanum er nú leysur av dóminum, og tað kemur ikki minst av ára langa stríðnum
hjá mammuni, sum alla tíðina hevur víst aftur, at sonurin gjørdi nakað kriminelt, tá ið hann
varð handtikin
Mynd: Jens Kristian Vang
Ashcroft kann kærast
Í USA hevur ein dómstólur gjørt av, at fyrrverandi løgmála-
ráðharrin John Ashcroft kann stevnast fyri rættin fyri ólóg-
liga handtøku. Málið snýr seg um, at løgreglan handtók
Abdullah al-Kidd í 2003 og hevði hann sitandi í varðhaldi í
16 dagar, tí løgreglan helt, at hann visti okkurt um yvirgangs-
virksemi. Dómstólurin sigur, at løgreglan hevði ikki heimild
til at hava mannin so leingi í varðhaldi uttan at ákæra hann.
John Ashcroft, sum var løgmálaráðharri í 2003, bað dómstól-
in vísa málinum burtur, men tað vildi dómstólurin ikki.
Spurningurin er nú bara, um fyrrverandi løgmálaráðharrin
verður stevndur.
Obama mist ráðgeva
Van Jones, sum hevur verið ráðgevi hjá Barack Obama,
forseta, hevur lagt frá sær eftir at hava verið fyri hvøssum
atfinningum. Van Jones, sum var ráðgevi forsetans í
umhvørvismálum, var fyri hvøssum atfinningum, tí hann
hevði skrivað undir eitt mótmæli, sum legði stjórnina hjá
George W. Bush undir at hava vitað, at menn fyrireikaðu
atsóknina tann 11. september í 2001. Jones hevur biðið um
umbering fyri skuldsetingina, men sigur, at hann hevur ikki
fingið rættvísa viðferð frá sínum mótstøðumonnum. Van
Jones segði um vikuskiftið, at hann var farin frá sjálvboðin.