Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-09-07, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. september 2009síða 27

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 169 - 07. september 2009 27 Góðu borgarar á Sandi! Sum tit vita, hevur órógv verið seinastu dagarnar á politiska pallinum á Sandi. Fýra bygdarráðslimir, har eg eri ein teirra, hava sent borgar­ stjóranum eitt bræv viðvíkjandi ónøgd okkara við leiklut hans­ ara, umboðandi breiða sam­ starvið í Sands Kommunu. Hetta bræv varð ætlað borgarstjóranum til støðutakan, men sum flestu tykkara vita, so hevur brævið ligið frammi til skoðan heima hjá borgarstjóran­ um. Ikki nøkrum at siga frá er hetta sera óheppið, men gevur bert eina orsøk afturat at boða frá, at álit mítt á borgarstjóran umboðandi okkum øll í komm­ ununi er rokið. Samstarvstrupulleikar Brævið, ið var ein áheitan á borgarstjóran at lata sessin frá sær, var grundað á samstarvs­ trupulleikar, sum hava verið síðani nýggja kommunustýrið tók við 1 januar 2009. Latið var upp fyri møguleikanum at tað breiða samstarvið í kommununi kundi halda áfram, um so var, at borgarstjórin lat sessin frá sær. Alternativið var, at vit fýra, sum ritaðu undir brævið, tóku okkum saman í valbólk. Yvirfyri borgarstjóranum hildu vit, at útgreinaðar orsakir vóru óneyðugar, eftirsum hann veit, hvørjir hesir samstarvs­ trupulleikar eru. Høvdu vit vitað, hvussu borgarstjórin handfór brævið, høvdu grund­ gevingarnar sjálvandi verið útgreinaðar, so tey sum lósu brævið fingu hesar grundgev­ ingar beinanvegin. Skal tí hervið royna at greiða frá, hvat liggur til grund fyri míni støðu­ takan, við at heita á borgar­ stjóran um at leggja frá sær. Fekk sær egnan vinning Í røttum samstarvsanda avtalaðu vit at hava regluligar samstarvsfundir. Á fyrsta sam­ starvsfundi valdi borgarstjórin m. a. at taka fram málið um setanarbrøkin hjá sær sjálvum. Hann vildi hava, at borgar­ stjórastarvið varð fulla tíð. Sjálvur var eg millum teirra, sum mæltu frá, við tí úrsliti, at undirtøka ikki fekst hjá ný­ valda kommunustýrinum fyri, at setanarbrøkurin hjá borgar­ stjóranum skuldi hækka. Nakrar dagar seinni stendur at lesa í bløðunum, at borgar­ stjórin sjálvboðin hevði ofrað sína lønarhækking fyri at til­ haldið kundi halda áfram. Hetta at borgarstjórin fekk sær egnan politiskan vinning upp á ryggin av restini av kommunustýrinum, var byrjanin til ónøgd mína við borgarstjóran. Sjálvt um eg vísti á mína ónøgd í hesum máli, valdi eg at tiga, fyri ikki at seta kílar í samstarvið. Viðurkennir ikki gegnistrupulelikar Eftir henda samstarvsfund byrj­ aði eg at merkja, at borgarstjór­ in mótarbeiddi mínum leikluti sum formaður í Vinnu­ og Tøkninevndini. Á samstarvs­ fundum førdi hann m.a. fram, at eg ikki kundi seta ymisk viðkomandi mál á dagsskrá í nevndini, uttan at borgarstjórin fyrst skuldi siga gott fyri, at nevndin kundi sleppa at umrøða hesi mál. Henda støða tóktist mær heilt absurd, tí hvat skal nevndin so vera til, uttan at viðgera tey øki, sum sambært kommunustýrisskipanini hjá Sands Kommunu liggja undir henni? Eitt annað, sum liggur til grund fyri míni støðutakan, er tann vantandi eginleikin hjá borgarstjóranum at viðurkenna sínar gegnistrupulleikar. Tá man situr í einum slíkum sessi, sum kommunustýrið er, skal man verða eyka varin við at nærkast markinum viðvíkjandi gegni, tí ivin verður altíð vend­ ur ímóti einum. Sum dømi meti eg tað sum heilt nátúrligt, at eg við míni fyritøku, ikki bjóði upp á arbeiði hjá kommununi, so leingi sum eg siti í kommunustýrinum. Konan í leiðarastarv Tá leiðari fyri barnaverndina skuldi setast, hevði borgarstjór­ in eftir mínum tykki eina sera óhepna hond við í spælinum, har hann sjálvur var við at taka avgerð um, at tað ikki skuldi søkjast av nýggjum eftir leið­ ara, eftir at tann sum fekk starvið tók seg aftur. Tað sum ger, at hetta er serliga óheppið, er at ivi kann seta um gegnið hjá borgarstjóranum við hesi avgerð, tí at henda avgerð bar við sær, at hansara egna kona fekk starvið ístaðin. Hetta er ein støða, har metast má, at borgarstjórin var betri farin við at biðja varamann sín koma í sítt stað, fyri at ongin ivi skuldi ráða um hansara gegni. Her skal sigast, at eg eri ótrú­ liga harmur at noyðast at nevna konu borgarstjóran í hesum sambandi. Kenni hana bara sum eina arbeiðssama og raska kvinnu. Vil eisini fegin vísa á, at atfinningar mínar einans eru rættaðar eftir borgarstjóranum. Persónlig fíggjarlig áhugamál Tá tað almenna slepti endanum viðvíkjandi tilhaldunum kring landið, legði borgarstjórin upp­ skot fyri kommunustýrisfundin um, at Sands Kommuna skuldi játta ávíst krónutal, so at til­ haldið kundi halda áfram sum áður. Undirtøka fekst ikki fyri hesum máli, tí málið varð ov illa lýst, og var tað tí beint í Trivnaðarnevndina til at fáa sett eina fíggjarætlan upp. Síðani kom málið fyri aftur á fundi og varð samtykt. Borgarstjórin hevur verið við til allar hesar viðgerðir, sjálvt um kona hansara er leiðari í tilhaldinum, og sjálvt um vit fýra, sum hava ritað undir bræv­ ið, gjørdu borgarstjóran varug­ an við, at hann hevði persónlig fíggjarliga áhugamál í málin­ um. Heldur ikki her vildi hann kennast við sítt ógegni. Kreditorar standa í kø Sands Kommuna hevur tveir limir í Stýrinum fyri Megin­ skúlan, Fríða Nolsøe og undir­ ritaða. Á fyrsta stýrisfundi vóru vit gjørdir varugir við, at Sands Kommuna skyldar Meginskúl­ anum nógvar pengar. Sjálvur gjørdi eg eitt upprit og legði fram fyri samstarvsfund í kommununi, hvørji viðurskifti áttu at verið dagførd og broytt, og vit báðir Fríði gjørdu greitt, hvørja upphædd vit skylda, og at eftirstøðan økist støðugt. Borgarstjórin sat sjálvur annar í Skúlasambandinum undan­ farna skeið, og hevur hann tí verið við at lagt fíggjarætlanina hjá Meginskúlanum og lagt rygg til eina møguliga meirnýtslu. Borgarstjórin førdi fram, at trupulleikin var, at fíggjarætlan­ in hjá Meginskúlanum var løgd eftir at fíggjarætlanin hjá komm­ ununi var liðug. Tí var gjaldið hjá Sands Kommunu minni, enn fíggjarætlanin hjá Meginskúlan­ um vísti, at tað burdi verið. Ført varð fram av mær, at støðan var óhaldbar, og at man kom at renna seg ímóti einum múri. Borgarstjórin lovaði at arbeiða við at finna fleiri pengar. Síðani hoyrdist onki aftur. Tá Kommunan í vár noyddist at taka upp lán á 2,5 mió.kr, fyri at gjalda kreditorum, skuldi eykafíggjarætlan gerast, og hevði hetta verið eitt gylt høvi at tikið støðuna hjá Meginskúl­ anum upp í hesa ætlan. Men hóast málið varð umrøtt, og limirnir royndu at fáa borgar­ stjóran at boyggja seg til at hækka játtanina til Meginskúl­ an, setti hesin harðliga uppá og lovaði høgt og heilagt, at hann skuldi taka sær av málinum og fáa fund í lag við Skúlasam­ bandið um fíggjarligu støðuna hjá Meginskúlanum. Nú hálvt ár seinni er onki hent. Eftirstøðan hjá Sands Kommunu til Meginskúlan kemur við árslok 2009 at verða uml 1,1 mió kr. Meginskúlin er í ferð við at steðga upp av kapi­ taltroti. Kreditorar standa í kø og bíða eftir pengum. Heldur skúlabørn sum gíslar Hetta er eitt mál, sum borgar­ stjórin lovaði at taka sær av vegna kommunustýrið, serliga av tí, at skuldin stavar frá tí tíðini, hann hevur verið stýris­ limur fyri Meginskúlan og borgarstjóri samstundis, og har hann hevur steðgað inngjøldun­ um til Meginskúlan í ávísum tíðarskeiðum í 2007­08 við tí avleiðing, at eftirstøðan bara er vaksin og vaksin. Hann hevur skumpað henda bóltin framman fyri sær, og er bólturin bara vorðin størri og størri. Høvdu pengarnir verið settir til síðis, so teir vóru tøkir nú, hevði støðan veri einkul. Mær kunn­ ugt eru teir ikki tað, og komm­ unukassin tolir neyvan so stórt inngreb sum 1,1 mió.kr. Alt hetta boðar frá, at borgar­ stjórin er fíggjarliga óansvarligur, klárar ikki at finna semjur í einum breiðari oyggjahøpi, og hevur ongar trupulleikar við at halda skúlabørn úr allari oynni sum gísla í einum máli fyri kan­ ska at kunna trýsta onkra av hinum kommununum í øðrum samanhangi. Tað sigur seg sjálvt, at sum fíggjarliga ábyrgdarfullur persónur, kann eg ómøguligt góðtaka, at slíkt heldur áfram. Eg kundi komið við fleiri atfinningum, tí listin er langur. Tað verður tó ikki á hesum sinni. Haldi eisini, at hesi dømini tala fyri seg sjálvi. Um vit hyggja frameftir, standa stórar avbjóðingar fyri framman. Hesar avbjóðingar krevja, at vit duga at stýra okkara fíggjarviðurskiftum, at vit í góðum samskifti og sam­ starvi við restina av oynni duga at røkka teimum felagsmálum, sum upp á sikt gagna okkum øllum í oynni, og at borgarin kann hava álit á, at tey sum ráða, duga at taka dagar ímill­ um, nær ið skeggið er ov nær høkuni. Tí meti eg ikki, at eg framhaldandi kann stuðla borgarstjóranum í hansara virki. Allar avgerðir fáa avleiðingar, og fer henda avgerð mín helst eisini at fáa avleiðingar fyri meg og míni. Tað lættasta hevði sjálvandi verið at fylgt leiðaran­ um ígjøgnum tjúkt og tunt. Samanbera vit okkum við eitt seyðafylgi, sum stendur ytst á eini trom, og leiðarin í fylgin­ um sigur »loyp«, so loypa allir seyðirnir útav eggini í hølunum á leiðaranum. Í hesi støðu eiga vit at skilja okkum frá teim ferføttu, og hugsa sjálvi. Tíðargreinin: eitt íkast til føroyska orðaskiftið Sosialurin hevur tíðargrein í blaðnum týsdag og hósdag. Hevur tú hug at gera títt íkast til føroyska kjakið í 2009? Send eina grein til post@sosialurin.fo - Kravið er, at greinin er á leið 6000 tekn og skrivað í essay stíli Borgarstjórin á Sandi er fíggjarliga ábyrgdarleysur Tíðargreinin tíðargreinin Brandur Sandoy