mánadagur 7. september 2009síða 28
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 169 - 07. september 2009
Við órímiligari tíðarfreist,
ólíkaviðgerð og valds
reingjan brýtur landsstýrið
tríggjar grundleggjandi
reglur í síni framferð í
sambandi við málið um
nýggju roknskaparskipan
ina hjá kommununum.
Kommunurnar eru
sjálvandi fult við uppá at
seta í verk eina betraða
roknskaparskipan, og tær
hava eisini brúkt stóra orku
og nógvan pening uppá at
seta hesa í verk.
Tí er tað sera hugstoytt
at síggja landsstýrið brúka
eina mannagongd, sum er
óhóskandi og í einum føri
eisini ólóglig.
Tað tykist sum um, at
landsstýrið, sum sjálvt
hevur sera trupult við at
stýra sínum egnu viðurskift
um, brúkar hetta málið til
at spæla stórt og sterkt yvir
fyri kommununum, heldur
enn at síggja kommunurnar
sum sín viðspælara, sum
tær í veruleikanum eru.
Eg skal her stutt greiða
frá teimum trimum brotun
um, sum landsstýrið í hes
um máli – eftir okkara
fatan í KSF – hevur gjørt í
hesum máli.
Ov stutta tíðarfreist
Tá ið tann ítøkiliga við
gerðin av hesum máli um
nýggja roknskaparskipan
av álvara byrjaði í 2008,
gjørdu kommunurnar í
KSF beinanvegin vart við
– og hetta varð endurtikið
fleiri ferðir – at tað ikki var
realistiskt at krevja
kommunurnar at fáa hesa
skipanina at virka longu
frá 1. januar 2009.
Stuðlaðar av roknskapar
leiðarum sínum greiddu
limakommunur KSFs
landsstýrinum frá, at um
leggingararbeiðið var alt
ov umfatandi til at megna
hesa tíðarfreist. Eisini varð
staðiliga ávarað ímóti, at
avleiðingin av hesum fór at
verða eitt samlað kommun
alt roknskaparhald í ruðu
leika. Hetta kundu vit als
ikki gótaka, tí vit – komm
unustýrini – hava ábyrgd
ina at fíggjarstýra á leið
1,8 mia kr., og tað fór nú at
verða ógjørligt.
Landsstýrið tóktist ikki
at vilja skilja hesar umstøð
ur, og royndu kommunur
nar tí at koma við uppskot
um um tilgongd, sum
segði, hvussu nýggja skip
anin hóskandi kundi byrjað
við fíggjarætlanunum fyri
2010, og at bókhaldini
síðan byrjaðu við hesi
nýggju skipanini pr. 1.
januar 2010.
Men hesar frágreiðingar
og uppskot um loysnir
vórðu tíverri til fánýtis, tí
landsstýrið helt treiskt fast
við, at roknskaparskipanir
nar hjá kommununum
skuldu setast í verk pr. 1.
januar 2009.
Hetta er ikki nøktandi
framferð av landsstýrinum.
Ólíkaviðgerð
Eitt tað mest grundleggj
andi innan fyrisiting er
reglan um líkaviðgerð, sum
tíverri er brotin í hesum
máli.
Tá ið ein grundregla er
brotin í einum máli, og
fremjarin ikki vil rætta
mistakið, hóast áhaldandi
ávaringar, so hendir tað
ikki so sjáldan, at hetta
førir til onnur brot.
Sum tíðin leið í hesum
máli, vísti tað seg – sum
kommunurnar í KSF eisini
høvdu gjørt vart við – at
tað gjørdist sera trupult hjá
fleiri kommum at halda ta
órímiligu tíðarfreist, sum
landsstýrið ikki vildi
sleppa.
Her gjørdust hyggjuráð
ini hjá landsstýrinum at
viðgera viðurskiftini frá
mál til mál, sum sjáldan er
nøkur gongd leið, tá ið tað
snýr seg um lógir og
kunngerðir.
Landsstýrið hevur nevni
liga í hesum máli brúkt ta
mannagongd at geva nøkr
um kommunum undantak
frá tíðarfreistini, meðan
aðrar hava verðið kroystar
til at halda stuttu freistina.
Vit hava skilt, at tær
kommunur, sum hava færri
enn 600 íbúgvar, og eisini
tann størsta kommunan í
landinum hava fingið
undantaksloyvi til ikki at
seta í verk ta nýggju rokn
skaparskipanina pr. 1.
januar 2009.
Sostatt eru tað tær miðal
stóru kommunurnar – eitt
nú Vágs, Tvøroyrar, Runa
víkar, Fuglafjarðar og
Klaksvíkar kommunur –
sum einsamallar hava
fingið hetta ultimativa
krav, meðan aðrar eru
slopnar undan.
Hetta er ikki nøktandi
framferð av landsstýrinum.
Valdsreingjan
Tað triðja brotið á grund
reglurnar fyri fyrisiting er
tað mest álvarsama í mun
til lóg og rætt, tí her verður
ein lógartryggjaður rættur
hjá kommununum – sam
tyktur á Føroya Løgtingi –
brúktur av landsstýrinum
sum jarnbrot ímóti nøkrum
av kommununum í einum
heilt øðrum máli.
Rætturin hjá kommunum
at fáa endurrindað MVG er
fult lógartryggjaður, men
kortini hevur landsstýrið í
hesum máli loyvt sær at
nokta summum kommun
um hetta endurgjald, um
tær ikki her og nú megna
at lata inn tíðarskeiðs
roknskapir sambært nýggju
roknskaparskipanini.
Aftur her fer ólíkavið
gerð fram, tí tær komm
unur, sum hava fingið
undantak frá kunngerðini
um innrapportering av
tíðarskeiðsroknskapum, fáa
framhaldandi MVG endur
rindað eftir verandi skipan
við umsókn, meðan tær
kommunur, sum av øllum
alvi royna at gera eftir vilja
landsstýrisins, verða revs
aðar og fáa einki útgoldið,
um tær ikki megna ta
nýggju roknskaparskip
anina 100%.
Her er talan um valds
reingjan at sýta MVG
endurrindan og soleiðis at
revsa summar kommunur
beinleiðis í pengapungin, tí
MVGendurgjaldið verður
afturhildið.
Stýrið fyri KSF hevur
viðgjørt málið og mótmæl
ir harðliga hesi manna
gongd hjá landsstýrinum.
Hetta er ikki nøktandi
framferð av landsstýrinum.
Samstarv er loysnin
At fáa eina nýggja rokn
skaparskipan fyri komm
unurnar, sum tryggjar, at
almennu roknskapartølini
støðugt eru dagførd og
sambærlig, er eitt stórt
framstig fyri samfelag
okkara og verður eitt hent
amboð í framtíðini, bæði
hjá kommunum og landi.
Tó er neyðugt, at báðir
partar kenna sín leiklut, at
tað eru kommunustýrini,
sum stýra kommununum,
meðan uppgáva lands
stýrisins er at hava eftirlit
við kommununum – ikki at
stýra teimum.
Í hesum máli hevur
landsstýrið við órímiligari
tíðarfreist, ólíkaviðgerð og
valdsreingjan brotið tríggj
ar grundleggjandi reglur í
síni framferð í sambandi
við málið um nýggju
roknskaparskipanina hjá
kommununum.
Tí er tað okkara skylda,
sum manna og leiða komm
unustýrini, at gera vart við
hesi viðurskifti og mót
mæla teimum. Í hesum føri
fall tað í mín lut, sum
virkandi forkvinna í KSF á
seinasta stýrisfundi, at gera
vart við hesi viðurskifti
vegna KSF.
Tað er ógvuliga hug
stoytt at hoyra landsstýris
mannin í fíggjarmálum í
útvarpinum kalla tær
kommunur, sum hava inn
ført nýggju roknskapar
skipanina og ikki eru
komnar heilt á mál, fyri
”lægsta felagsnevnara”.
Ein slík útsøgn er fyri
tað fyrsta skeiv, tí hesar
kommunur eru jú tær, sum
í veruleikanum eru komnar
longst í hesum máli, og
fyri tað næsta er tað ein
óvirðilig útsøgn fyri eitt
landsstýrisfólk.
Eins og í so mongum
øðrum málum er samstarv
loysnin – samstarv og virð
ing, har allir partar kenna
sín leiklut og sínar
avmarkingar.
Í hesum ítøkiliga dømi er
einki til hindurs fyri, at tær
kommunur, sum hava lagt
orku og pening í at fremja
vilja landsstýrisins um
nýggja roknskaparskipan
pr. 1. januar 2009, og sum
næstan eru klárar við
nýggju roknskaparskipan
ini og verða tað í seinasta
lagi um ársskiftið, eisini
fáa teirra MVGendurgjald
við støði í umsókn eina tíð
aftrat, á sama hátt sum tær
kommunur, ið hava fingið
undantak frá nýggju
kunngerðini.
Tað hevði verið nøkt
andi framferð av lands
stýrinum.
Landsstýrið revsar sínar viðspælarar
borgarstjóri og
næstforkvinna í KSF
Gunvá við
Keldu
Sang- og
tónleikamøti
við
Frágreiðing um arbeiðið hjá Star of Hope
FredThornæs
Roland Lundgren
(kendur frá Curt & Roland)
Ingamay Hörnberg
Møtini verða hesar tíðir:
Týskvøld 8/9 kl. 20, í Filadelfia, Havn
Mikukvøld 9/9 kl. 20 í Libanon, Sørvági
Hóskvøld 10/9 kl. 20 í Samljóð, Skopun
Fríggjakvøld 11/9 kl. 20 í Getsemane, Klaksvík
Leygarkvøld 12/9 kl. 20 í Soli Deo Gloria, Klaksvík
Sunnukvøldið 13/9 kl. 19 í Løkshøll, Runavík i
Landsverk, Tinghúsvegur 5,
Postsmoga 78, Tórshavn,
Tel 340 800, Faks 340 801,
lv@lv.fo, www.landsverk.fo
Umvæling av bygningum
úti á Tinganesi
Við hesum verður arbeiðið við at um
væla bygningarnar hjá Løgmans
skrivstovuni úti á Tinganesi, ávíkavist
Skansapakkhúsið og Salurin, boðið
út í almenna lisitatión.
Arbeiðið fevnir í høvuðsheitum um:
· Niðurtøku av klædningi, bjálving
og klæðing av bygningunum
· Niðurtøku, umvæling og ísetan av
vindeygum
· Niðurtøku, bjálving og áleggjan av
nýggjari tekju
· Málaraarbeiði av bygningunum
Lisitatiónin verður á Landsverki,
Tinghúsvegi 5,
Mánadagin 28. september 2009,
kl. 14.00.
Útbjóðingartilfarið kann bíleggjast
frá mánadegi 7. september 2009 við
at venda sær til:
Landsverk,
Tinghúsvegur 5,
Postsmoga 78,
FO110 Tórshavn.
Mail: btl@lv.fo
Útbjóðingartilfarið verður útflýggjað
móti einum veðhaldi á kr. 5.000, ið
verður at flyta á kontu nr. 134.228.4
í Eik Banka. Veðhaldið verður aftur
goldið, um útbjóðingartilfarið er
aftursent óskalað í seinasta lagi eina
viku eftir lisitatiónina.
Landsverk er ein stovnur undir Vinnumálaráðnum, og hevur um hendi vega-, byggi- og havna-
myndugleikauppgávur. Stovnurin ráðleggur og ger ætlanir, útinnir, rekur og viðlíkaheldur landsvegir,
havnir, bygningar og tyrlupallar.
ÚTBjóðiNg