mánadagur 7. september 2009síða 29
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 169 - 07. september 2009
29
Eftir at hava tosað við
familjuna hjá mær um
vikuskiftið, eri eg komin til
ta niðurstøðu, at frægast er
fyri okkum øll, um eg gev
ist sum borgarstjóri í Sands
Kommunu. Kenni meg ikki
sekan í teimum ákærum,
sum eru settar móti mær,
men kann ikki liva við, at
familjan eg havi kær, ferð
aftan á ferð verður drigin
gjøgnum fjølmiðlakvørnina
saman við mínum politiska
persóni. Vit orka snøgt sagt
ikki meira.
Ei heldur er tað rímiligt,
at Sandbygd ferð aftan á
ferð verður fjølmiðla
stemplað sum eitt
klandurshol. Veruleikin er,
at her er eitt paradís at
búgva hjá teimum flestu,
og havi eg kent tað sum ein
heiður at staðið á odda fyri
menningini av kommununi
seinastu átta árini.
Hóast ógvuliga truplar
fortreytir, so hevur eydnast
okkum sum búgva her, at
ment bygdina munandi
hesi árini. Mest ítøkiligu
úrslitini eru nýggi barna
skúlin, nýggja kommunu
skrivstovan, og slóðanin
fyri ítróttarhøllini. Uttan
framúr sandsvinir høvdu
vit ikki reist nýggja bóka
savnið og listasavnið. At
skuldin í sama tíðarskeiði
er goldin úr 40 milliónum
niður í 23 er somuleiðis
nøktandi.
Til mínar góðu politisku
starvsfelagar, stillarar og
mínar trúgvu veljarar, kann
eg bert siga, at eg eri
ómetaliga harmur, men
vóni at tit skilja støðuna
hjá mær og familjuni.
Kenni at eg havi givið alt
tað, sum eg dugi og orki í
royndini at menna bygdina
til ein liviligari stað og eri
sannførdur um, at tey úrs
lit, vit hava skapt saman,
við tíðini gerast størri enn
vit geva okkum far um í
dag.
Vónaði til tað síðsta, at
úrslitið á kommunuvalinum
og breiða samstarvið í
kommunustýrinum, fór at
kunna sameina bygdina aft
ur, men so tykist ikki vera.
Ongin persónur er oman
fyri felagsskapin, og tað er
tí í vónini um, at sjógvarnir
slættast, og at bygdin finn
ur stevið framá, at eg leggi
frá mær.
Skal eg koma við einum
boði upp á komandi borgar
stjóran á Sandi, so verður
tað Olga Fossdalsá. Á tann
hátt hevði veljarans tala
fyri virðunum á Lista C
hóast alt vunnið frama.
Avgerðin verður framd í
verki á einum komandi
kommunustýrisfundi.
Eg leggi kongin!
borgarstjóri á Sandi
Páll á
Reynatúgvu
Unga Tjóðveldi undrast í
grein á, at javnarveljarar
fara frá einum sosial
demokratiskum flokki
yvir í ein borgarligan
flokk. Ungmannafelagið
Samband hevur hesa
frágreiðing
Meðan Unga Tjóðveldi í
grein í vikuni undrast á
úrslitið av veljarakanning
ini, ið vísir, at Javnaðar
flokkurin gongur nógv
aftur og Sambandsflokkur
in er stóri vinnarin, heldur
Ungmannafelagið Sam
band slett ikki, at hetta er
nakað at undrast á. Tí
Sambandsflokkurin, ið er
einasti flokkur á tingi, ið
100 % vil virka fyri einum
Ríkisfelagsskapi, hevur
tann tryggleika, sum Javn
aðarflokkurin og Tjóðveldi
ikki kunnu hava.
Eg eri samdur við Unga
Tjóðveldi, at Javnaðar
flokkurin ikki hevur ein
miðvísan politik og úrslitið
av veljarakanningini vísir,
at tað hevur Tjóðveldi
heldur ikki. Tí síggja vit, at
tað er Sambandsflokkurin,
ið gongur fram og ikki
Tjóðveldi.
Trygdin liggur í ríkis
felagsskapinum
Hetta er púra rætt tað
er ikki ein spurningur um
ideologiska tryggleikan –
men um búskaparliga
tryggleikan, sum er grund
arlagið í einumhvørjum
vælferðarsamfelagi, og
sum bert fæst gjøgnum
ríkisfelagsskapin. Enn hava
vit ikki hoyrt um nakran
búskaparligan tryggleika í
loysingarpakkanum, og
hetta hava javnaðarveljarar
sæð.
Unga Tjóðveldi kann
kallað henda tryggleika
fyri status quo, men fyri
okkum sambandsfólk
hevur tað í hesum døgum
so stóran týdning at hava
tryggleikan hjá tí einstaka í
hásæti, at hvussu tað verð
ur kallað ongan týðning
hevur fyri okkum. Hetta
hevur stórur partur av
veljarunum eisini sæð.
Men fyri okkum, eitur
hetta sambandspolitikkur.
Hvussu skilja vit veljarakanningar
aRne
WintheReig
Í vikuni var almenn móttøka í Vági fyri at
hátíðarhalda, at brúkaraumboðið er farið til verka.
Tað kennist margháttligt at lesa heilsanina frá Bjørt
Samuelsen í miðlunum, har endamálið er at gera
brúkaraumboðið til eitt hjartabarn hjá
Tjóðveldinum.
Bjørt Samuelsen legði lógina um brúkaraumboðið fyri løgtingið, men soleiðis at
brúkaraumboðið ikki bleiv sett á stovn fyrr enn 1. januar 2009, tí ongin fígging
fylgdi við lógaruppskotinum. Hetta at senda ballónir upp, har fíggingin skal koma
aftaná, og síðan føra fram, at tey hava loyst málið, er Tjóðveldi so líkt. Eitt gott
dømi um hetta er skúladepilin við Marknagil, har tey løgdu lógina fram, og so
høvdu tey loyst málið. Hóast ongin fíggingarútgreining var við.
ABD andstøðan vildi ikki hava brúkaraumboðið og legði sama uppskot
framaftur, men CHE samgongan samtykti lógina, sigur Bjørt, og hetta er rætt. Tá
ið fíggjarlógin fyri 2009 kom fyri tingið, var ABC samgongan endurstovnað, og
tað var hon, ið samtykti fíggingina av brúkaraumboðnum, so stovnurin kundi
gerast verðuleiki.
Haldi ikki nøkur orsøk er at gera brúkaraumboðið til eitt partapolitiskt mál, sum
Bjørt Samuelsen ger, men felagsnevnarin millum CHE og ABC er
Javnaðarflokkurin. Hóast vit ongantíð hava lagt í at gera hetta málið partapolitiskt,
so fegnast vit um, at vit fingu ABC at samtykkja játtanina til brúkaraumboðið. Vit
ynskja øllum Føroya fólki tillukku við, at vit nú hava fingið eitt brúkaraumboð.
Eftir stendur nú at fáa útbygt skipanina við eini brúkarakærunevnd. Hetta átakið
fær fullan stuðul frá Javnaðarflokkinum, og vilja vit gera okkara til, at
brúkarakærunevndin, eins og brúkaraumboðið, verður verðuleiki.
ABC setti brúkaraumboðið á stovn
løgtingskvinna
eyðgunn
SamuelSen
At eiga barn við breki
Tá ein mamma eigur eitt
barn við breki, er tað ein
stór sorg, hendan mamman
og øll hennara familja skal
ígjøgnum. Ein tíð við
hugsanum sum: »Hvat havi
eg gjørt galið?«, »Hví eg?«
og »Hvat nú?«
Mammur, sum eiga
normal børn, kunnu gleð
ast frá fyrsta degi um allar
10 fingrar og 10 tær, um
eyguni, sum eru so djúp og
fylgja mammuni støðugt.
Mamman, sum eigur eitt
barn við breki, frøist eisini
um barnið, hon hevur átt,
tó skugga tungu tankarnir
um, hvussu barnið fer at
klára seg. Fer tað at kenna
meg, fer tað at kunna
ganga, lesa, ganga í skúla,
fer tað at fáa vinir, skal
barnið á stovn, sleppur
barnið at vera í Føroyum
og fáa neyðugu hjálpina,
hvussu leingi fer barnið at
liva?????
Ein meldur av tonkum,
sum bert partvís kunnu
svarast, og sjáldan beinan
vegin. Mamman og familj
an fáa boðið hjálp og veg
leiðing frá serkønum ella
sálarfrøðingi. Og vónin
veksur aftur við barninum.
Tað fyrsta smílið, tað
fyrsta fetið, tað fyrsta
orðið, tann fyrsti skúla
dagurin og so framvegis.
Tíðin gongur skjótt, og
børn vaksa skjótt, alt ov
skjótt, halda summar
mammur.
Børnini ov skjótt vaksin
Hví halda vit, at tey vaksa
ov skjótt? Kanska tí vit
vita, at so mugu vit sleppa
teimum. Tá tey velja eina
skúlaleið langt heiman ella
fara at fjakka ella eitthvørt
annað, sum altjóða heim
urin býður teim ungu í dag.
Soleiðis er tað ikki altíð
við teimum ungu, ið bera
okkurt brek. Summi fáa
onga vanliga skúlagongd,
summi flyta á stovn sum
børn, og summi flyta av
landinum, tí eingi tilboð
eru til tey her í Føroyum.
Summi flyta í sambýli
saman við øðrum, sum
bera brek, og summi flyta
heim aftur til mammu og
pápa. Hví?
Familjan syndrast
Tey, sum hava fingið játtað
eitthvørt viðgerðar ella
skúlatilboð i Danmark,
flyta onkuntíð einsamøll,
og onkuntíð flytur øll
familjan. Tað er ikki altíð
lætt at taka avgerð um, at
øll familjan skal flyta av
landinum. Tað kann vera
vegna arbeiði, hús og jørð,
onnur systkin ella gomul
avvarðandi, sum mugu
hava hjálp frá egnari
familju, og so eru tað tey,
sum hava onnur børn við
breki. Í Føroyum eru tað
lutfalsliga nógvar familjur
við fleiri børnum við breki.
Hetta kemst av okkara
næru familjubondum. Hvat
ger tann mamman, sum
ikki bert hevur seg og sítt
eina barna at hugsa um?
Tíverri fer familjan ofta í
tvíningar, tað er ein
sannroynd, og mamman
flytur av landinum við
barninum í teirri vón, at
barnið fær hjálp.
Fá kunnu ímynda sær
støðuna at taka í sovorðn
um førum. Um støða er
tikin til, at eitt barn flytur
av landinum, er tað aftur
ein stór og tung avgerð at
taka, tengd at eini sorg og
einum skilnaði, sum ikki
ber til at seta orð á her.
Oftast lagar tað seg so, at
tá barnið, sum er flutt frá
sínum kæru, fær ta hjálp, tí
tørvar, so vaksa gleðin og
vónin aftur. Tann tunga
avgerðin kennist røtt, so
skjótt tekin eru um, at
barnið trívist og menninst í
nýggja umhvørvinum.
Høvdu tilboð verið tøk í
Føroyum, sum kundu givið
hesum útisetabørnum røttu
menning, so er eingin ivi
um, at so fluttu børnini
ikki av landinum, heldur
ikki familljur teirra ella
partar av henni. Men her
eru ikki nøktandi tilboð.
Lagnurnar handan
avgerðinar
Tí undrar tað meg stórliga
í hesi stund, at landsstýris
kvinnan við Almannamál
um, sum veit um hesar
familjurnar og lagnurnar
sum eru aftanfyri, tekur
eina so óumhugsaða
avgerð. Avgerðin um at
taka hesi børn aftur til
Føroya nú, er tikin fyri at
spara pening, verður sagt.
Tað er út av lagi illa um
hugsað, at einki tilboð
fyrst er fingið til vega í
Føroyum. Hugsið tykkum,
at hesi somu børn og
familjur umaftur skulu
ígjøgnum eina tíð við
manglandi skúlatiboðum
ella menningartilboðum av
ymiskum slag. Børnini
mugu vera heima, tí eingin
stuðul verður settur í løtuni
vegna setanarsteðg. Kan
ska mugu foreldrini aftur
siga sítt arbeiði frá sær fyri
at kunna vera um sítt barn.
Kanska orka tey ikki hesa
uppgávuna.
Eyðkenni hjá fleiri av
her umrøddu børnum eru,
at tey eru kedd, taka seg
inn í seg sjálvi, hava ikki
vinir, hava einki at takast
við, og tíðin kennist long
og innantóm. Summi eru
hyperaktiv og koma út í
misbrúk og kriminalitet.
Ótti breiður seg við tíðini;
børn sum skaða seg sjálvi,
og børn, sum ikki orka ella
hava hug at liva. Mammur
sum ikki orka ella hava
hug at liva.
Góða landsstýriskvinna
við Almannamálum
Tak umhugsni og menni
skjað fram um pengarnar
og fíggjarligu atlitini. Hetta
ber ikki til. Tá fólkið, sum
her býr, grætur blóð, fyri at
politikkarar skulu kunna
byggja tunlar og vegir, tá
er hetta ikki eitt land fyri
øll. Hetta er ikki tað
landið, okkum hóvar!
Tá familjur gráta blóð um síni børn
maud Wang
hanSen
viðmerkingar