Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-09-07, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. september 2009síða 30

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 Nr. 169 - 07. september 2009 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Abbi var ein tann mest týðandi per­ sónurin í lívi okkara. Hann var meira enn “bara” abbi okkara; hann var okkara leiðbeinari, okkara fyrimynd, og ikki minst var hann ein góður og kærur vinur. 5. juli er ein dagur, ið vit altíð fara at minnast. Tað var so ósigi­ liga hart at fáa tey tungu sorgar­ boðini, at tú, elskaði abbi, var so brádliga farin frá okkum. Vit væntaðu aldrin, at 27. juni, tá ið tú fór niður til Danmarkar, fór at verða seinasta ferð, vit sluppu at síggja teg. Tú skuldi jú koma heim aftur til okkum øll, men so varð ikki. Góði abbi, tú vart tann besti abbin, ið ein kundi ynskja sær, og er saknurin tískil ómetaligur. Tað er so óveruligt, at tú ikki ert her longur ímillum okkara. Tíbet­ ur eiga vit óteljandi góð minnir saman, ið eru okkum til troystar í hesu sváru tíð. Vit minnast tí aftur á tær mongu hugnaligu løt­ urnar heima í stovuni hjá tær og ommu. Heimið hjá tykkum hev­ ur nevniliga altíð verið mið­ depilin, tá ið familjan samlaðist. Serstakliga á jólum, tá ið øll vóru heima frá bæði nær og fjar. Aftaná jóladøgurðan, og tá gáv­ urnar vóru pakkaðar út, sótu vit altíð í stovuni og prátaðu. Tað dámdi tær ógvuliga væl. Tú vart altíð skjótur at sleppa tær yvir til klaverið. Tú og Beethoven báðir rungaðu tá heilt út í tún. Ja, hugn­ in var í hásæti heima hjá tær og ommu. Tað var tó ikki bert fyri okkum í familjuni, at tú hevði stórt hjartarúm. Tú elskaði nevni­ liga at bjóða fólki heim til tykk­ ara, og høvdu tit tí altíð vitjan onkrastaðni frá. Vit minnast eis­ ini, hvussu tú altíð gekk og rok­ aðist úti á trøðni í tíni grønu ketil­ drakt og puntuta hatti við antin trillibør, rívu ella spaka í hondini, meðan vit børnini runnu runt og spældu við djórini. Ofta fóru vit túrar við tær til Café Natúr, har vit altíð fingu “eitt blátt ísfjall” at drekka. Aftaná plagdu vit at fara ein lítlan gongutúr út á Reyn, har tú segði okkum søgur um tíni barnaár. Tá ið vit so komu niðan aftur í Sortudíki, áðr­ enn vit fóru úr bilinum, signaði tú okkum og spurdi: “Og hvør er hjá tykkum?”, og vit svaraðu: “Jesuspápi”, og síðan spurdi tú: “Og hvør er allar best við tykk­ um?”, hareftir vit svaraðu: “abbi.” Hetta gjørdi tú hvønn dag ­ líka til tað síðsta, abbi. Tá ið tú so keypti húsini á Skarvanesi, gekk leiðin ofta hag­ ar. Tú veruliga elskaði Skarvanes. Tú segði, at tað var umhvørvið har, ið dróg teg – væl skiljandi, tí tú elskaði náttúruna og hennara mongu vakurleikar. Tú stóð ofta og hugdi út yvir fjørðin, tí skap­ anarverkið hevur altíð hugtikið teg. Havið lá stilt í bræddum gulli, og fjøllini óvikandi og máttmikil. Henda talandi tøgnin bergtók teg, og var tað allar helst tí, at Skarvanes gjørdist tín frí­ staður. Nú her fyri fóru vit til Skarvanesar – hesa ferð uttan abba. Tað fyrsta vit gjørdu var at tendra fløguspælaran hjá tær, har vit spældu fløgurnar, ið tú seinast hevði lurtað eftir. Hóast vit royndu at gera løtuna nøkunlunda sum tær løtur, tá ið tú vart á lívi, nyttaði tað einki, tí so skjótt sum ein sá bygdina, kendist beinan­ vegin, at tú manglaði. Meðan tónleikurin so helt á at ljóma, stóðu vit framman fyri døggváta vindeygað í ovaru húsunum, og í hesu løtu skiltu vit veruliga, hví tær dámdi so væl Skarvanes. Hóast veðrið ikki var av allar besta hetta kvøldið, var útsýnið vakurt. Aldurnar súsaðu og spældu úti í myrku náttarkvirr­ uni. Tað kendist sum, at tær sungu eitt máttmikið sorgarlag. Sjálvt regnið lat eitt sorgblítt lag frá sær. Havið og himmalin runnu saman í eitt, meðan váta grasið skygdi í vakra mánalýsin­ um. Tað kendist næstan sum, at Skarvanes eisini syrgdi yvir at hava mist teg, abbi. Hóast sjúkan tyngdi teg nógv, varðveitti tú elskuliga bros títt og fitta glimptið í eygum tínum. Hóast tú vart útlúgvaður og avmaktaður, vart tú sterkur, og altíð uggaði tú tey rundan um teg. Ikki eina ferð gramdi tú teg. Eisini vitnaði tú fyri einum og hvørjum um ta vón og gleði, tú átti í Harranum, og hjálpti tað tær nógv. Abbi, tað er okkum ein ómetalig troyst í hesi sváru sorg at vita, at tú ert farin heim til Harran, tí har býr hvørki sorg ella pína. Abbi, nú ert tú komin heim á himna gyltu strond, har Harrin stendur við opnum ørm­ um og gevur tær hvíld, frið og sælu. Veitsla er, og kanska situr tú enntá og spælur klaver, meðan eingakórið syngur. Tað er so heilt vist, at tú kemur til at seta stóran dám á himmalin, tí soleiðis ert tú bara. Ja, nú hevur tú tað gott, elskaði abbi. Abbi, vit sakna so inniliga at síggja teg sita í fjálgu stovuni við hundinum undir tíni lið, at hoyra teg spæla á klaverið, at síggja teg koyra inn í túnið við jeepinum, men mest av øllum sakna vit títt skálkasmíl, tíni blíðu eygu og títt eyðmjúka og góða hjarta. Abbi, tú visti allar helst ikki, hvussu stór ein fyri­ mynd og hetja tú ert hjá okkum. Vit sóu upp til tín, og tað fara vit altíð at gera. Títt sjáldsama dirvi, tín eldhugi, tín styrki og títt góða og umsorgsfulla hjartalag gjørdu teg til ein einastandandi abba – og menniskja. Tú tosaði ikki bert um at hava ágrýtni, men tú vísti tað. Tú tosaði ikki bert um at vera hjálpsamur, men tú hjálpti. Tú tosaði ikki bert um at vera gávumildur, men tú gav. Tú tos­ aði ikki bert um at hava hjarta­ rúm, men tú vísti tað. Orð tíni gingu í hond við verk tíni, og soleiðis hevur tú altíð verið. Tú vart í roynd og veru ein heiðurs­ verdur maður, abbi. Góði abbi, tá ið tú fór, tókst tú ein part av hjørtum okkara við tær. Tú fylti jú so nógv, og er tað júst tí, at saknurin er so ómetaliga stórur. Títt skemtingarsemi, títt gestablídni, títt umhugsni og títt hjálpsemi gjørdu teg til ein persón, ið fór beint inn í hjørtu. Tín kærleiki til okkum gjørdi teg til ein abba av heimsklassa, og eru vit tí takksom fyri, at júst tú vart abbi okkara. Orð kunnu ikki siga, hvussu nógv vit elska og sakna teg. Tú fert altíð at eiga eitt serligt pláss í hjørtum okkara. Takk fyri títt trúfesti og tín kærleika ígjøgnum øll árini. Vit hávirða minnini, vit eiga um teg, og hóast vit syrgja og sakna, so eru vit ikki vónleys, tí ein dag skulu vit aftur síggjast. Bjarni, Ingi, Paula, Ester, Heini, Maria, Annika, Nikolai og Anna Minningarorð um abba okkara Inga Mohr Fríggjadagin læt ein fram­ sýning upp við málningum og klippmyndum í Smiðjuni í Lítluvík. Tað eru tær báðar listakvinnurnar Vigdis Sig­ mundsdóttir og Ingrid Møll­ er, ið sýna fram. Ingrid Møller er útbúgvin á Kunsthåndværkerskolen sum málari og teknari. Har­ umframt hevur hon gingið á Århus Kunstakademi og Den Grafiske skole í Århus. Hon hevur starvast sum Art Direc­ tor á reklamuvirkinum Team 85 fyri nógvum árum síðani. Hon hevur tó vitjað aftur í Føroyum fleiri ferðir og verður ikki mett av at tekna og mála føroysku náttúruna. Tað eru fimm ár síðani hon seinast hevði framsýning í Smiðjuni. Ingrid fæst burtur av við at mála og undirvísa í tekning og máling. Vigdis Sigmundsdóttir er sjálvlærd innan tekning og máling. Hon sýnir klipp­ myndir fram. Myndirnar eru náttúralistiskar á høgum støði. Vigdis heldur framsýn­ ing á hvørjum ári, bæði í før­ oyum og í grannalondunum. Hetta er fyrstu ferð tær báðar sýna fram saman. Ingr­ id Møller helt framsýning á páskum saman við Magna Dalsgaard í atelierinum í Her­ lev. Vigdis og Magni hildu framsýning í smiðjuni fyri einum ári síðani. Framsýningin verður til og við týsdagin 8. septem­ ber. Opið er í dag og týs­ dagin frá kl. 10­19. mg Ingrid og Vigdis í Smiðjuni Ingi og Anna Ingrid Møller Vigdis Sigmundsdóttir