Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-09-07, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. september 2009síða 31

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 169 - 07. september 2009 31 Høgni Jaobsen, ættaður úr Havn, búsitandi í Saltangará, andaðist fríggjdagin 4. september, 58 ára gamal. Jarðarferðin verður lýst seinni. Andlát og jarðarferðir Dagurin Dagurin eitur Robert. 7. september. Robert. Teir vita ikki, hvønn sipað verður til. Navnið kemur ikki fyri í álmanakkanum fyrr enn í 1728. Kanska er talan um ein abbata í Kent í Onglandi. Germanskt navn, samansett av orðunum, ið merkja tiltikin og ljómandi. (Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008) Tøkk Hjartaliga takka vit øllum tykkum, sum á ymiskan hátt sýndu samkenslu og hjálpsemi, tá okkara góði Poul Johannes Zachariasen doyði og var jarðaður. Tøkk til tey mongu, ið fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað Eingin nevndur og ongin gloymdur. Fyri tey avvarðandi Elisabeth og børn svigarbørn, abbabørn og langabbabørn hansara Trúfastur altíð var maður, vildi ei bróta sítt orð. Hesi orðini vórðu tey fyrstu, mær komu til hugs, tá Elspa dóttir Jóhan Petur ringdi, við deyðsboðunum av pápanum. Tað kom ikki heilt óvart, at lívstráðurin nú varð kvettur. Vitjaði Jóhan Petur fyri knøppum mánað síðani á Ellis- og Røktar- heiminum í Runavík, har hann tá hevði ligið nakrar vikur. Legði til merkis, at hann var nógv viknaður og likamið bar brá av, at heystardagurin nærkaðist. Vit høvdu eina hugnaliga løtu løtu saman, har tosað varð bæði í gaman og álv- ara. Eg fór útaftur við tí kenslu, at síggjast vit ikki aftur her, so verður tað hinumegin deyða og grøv á einum betri stað, har kongur konganna er farin heim undan okkum, fyri at gera bústaðin tilreiðar. Tað var ein vøkur og virðilig tala, Martin Rest- orff Jacobsen prestur helt í Norðskála kirkju við jarð- arferðina hjá Jóhan Peturi. Hann læs frá Sálma 23,2 og 1 Kor. 13, Lovsongur kærleikans, og vísti seinri til orð Paulusar um, at sæl- ari er at geva enn at taka. Jóhan Petur var elstur av trimum systkjum, og yrkis- leið hansara bleiv ikki á sjónum, sum annars var vanligt fyri flestu dreingir tá á døgum. Faðirin hevði stórt reiðara- og handils- virksemi, posturin var í húsinum og postbáturin vitjaði regluliga, so lívligt var í nærumhvørvinum. Ein av uppgávunum, Jóh- an Petur røkti á yngri árum, var at bera postin til Funningsfjarðar. Mangan man túrurin hava verið tungur og møtismikil, tá gangast skuldi upp um fjøll í kava og hálku á vetrartíð. Hann fór á preliminer – og Handilskúla í Havn, har hann bleiv tætt knýttur at Losjuni og KFUM. Jóh- an Petur var avhaldsmaður og hevði sínar avgjørdu meiningar um fráhaldsvirk- semi og rúsdrekkaspurn- ingar, tá hesir komu til umrøðu á floksfundum eins væl og aðrastaðni. Jóhan Petur giftist við Herborg í januar 56 og fingu tey trý børn saman Elspa, Aksel og Birtha. Tey vóru fyri tí vanlagnu, at sonurin Aksel doyði av herviligari sjúku fyri 6 árum síðani, hesin missur hevur nívt tungan. Jóhan Petur hevði mong álitisstørv. Umframt nevndu var hann komm- unuskrivari í nærum 50 ár, stjóri á flakavirki, deknur, arbeiddi í Sparikassanum fyri at nevna nøkur. Hann hevði stóran áhuga fyri samfelagsviðurskiftum bæði kommunalt og lands- fevnandi og hann var virk- in limur í Eysturoyar Sjálv- stýrisfelag og Landsfelag Sjálvstýrisfloksins frá stovnan. Sum prestur so væl segði tað: “ Jóhan Pet- ur sá avbjóðingarnar held- ur enn forðingarnar”. Júst soleiðis kendu vit hann, og trúliga møtti hann upp til allar fundir, ið fyri- skipaðir vórðu, ofta saman við Hanusi bróðrinum. Barst honum frá, so ringdi hann oftast og segði frá orsøkini, hví hann ikki kundi møta. Regluliga tos- aðu vit saman í telefon um ymisk mál, ið myndaðu politiska gerandisdagin, og hann royndist hollur í ráðum. Sum dømi um úthaldni og trúfesti kann nevnast, at tá aðalfundur Sjálvstýr- isfloksins varð hildin fyri fýra árum síðani, og hann enn einaferð varð valdur til kassameistara, tók Jóh- an Petur orðið og segði. “Eg ætli mær at sita hetta árið afturat sum kassa- meistari so er liðugt, tí eg ætli mær at gevast, tá eg verði 80”, og soleiðis bleiv. Hjartans tøkk fyri langa og trúgva tænastu, vit vilja altíð minnast teg við takksemi og virðing. Hesi seinastu trý árini hevur landbúnaður, seyður, abbabørn og familjan ann- ars fylt nógv. Nú er fjørðurin rógvin, og Jóhan Petur Petersen hevur lagt árarnar inn fyri seinastu ferð mettur av døgum 83 ára gamal. Hvíl í friði. Harrin styrki øll ið varða av og eftir sita við sorgini og sakninum. Kári P. Højgaard Ein seinasta heilsan til Jóhan Petur Petersen, Norðskála Í døgunum 8. til 13. september koma tvey kend nøvn til Føroya. Tað eru Ingamai Hørnberg og Roland Lundgren. Tey eru við á eini ferð við hjálpifelagsskapinum Star of Hope, sum tey bæði hava arbeitt saman við í fleiri ár. Í sjeytiárunum gav Ingamai nógvar plátur út. Hesi seinnu árini hevur hon framleitt barnasending- ar, og er kend sum røddin hjá SKURT í norska TV3. Ingamai er aftur byrjað at syngja. Hon hevur latið tvær nýggjar plátur úr hond- um og hevur luttikið á ymsum festivalum í Svøríki og Noregi. Síðst í sjeytiárunum var hon í Før- oyum saman við Lindu Hutc- hens. Roland Lundgren er vælkendur í norðurlondum, sum annar sang- arin í bólkinum Curt & Roland. Teir byrjaðu at syngja saman í 1965 og hava ferðast saman líka til ár 2000, tá Curt gjørdist álv- arsliga sjúkur. Hann doyði í juni í ár. Curt & Roland hava givið út 25 plátur. Tríggjar teirra eru spældar inn í Nashville USA, við heimsins bestu countrytónleik- arum. Roland hevur fleiri ferðir vitjað í Føroyum. Tey bæði Ingamai og Roland síggja fram til at vitja aftur saman við Fred Thornæs frá Star of Hope. Fred kemur at greiða frá og vísa brot frá arbeið- inum úti í heimi. Star of Hope er ein norður- lendskur hjálparfelagsskapur, sum arbeiðir í fýra heimspørtum. Teir hava 38 ára royndir og hava 150 projektir í 15 londum. Ein týðandi grundvøllur í hesum arbeiði, er at íbúgvararnir sjálvir mugu vera við í arbeiðinum at menna teirra samfelag – hetta til tess at tryggja at teir verða førir fyri at standa á egnum beinum. Málið er at hjálpa teimum at koma í gongd og ansa eftir, at pen- ingurin verður brúktur rætt og effektivt. Heimasíðan hjá Star of Hope: www.starofhope.org. Møtini vera á hesum støðum: Týskvøldið 8. sept. kl. 20 í Fila- delfia í Havn, mikukvøldið 9. sept. kl. 20 í Libanon í Sørvági sam- skipað av Filadelfia í Vágum og Libanon, hóskvøldið 10. sept. kl. 20 í Samljóð í Skopun samskipað av Betania í Skopun, fríggja- kvøldið 11. sept. kl. 20 í Getse- mane í Klaksvík, leygarkvøldið 12. sept. kl. 20 í Solo Deo Gloria í Klaksvík, og sunnudagin 13. sept. kl. 19 í Løkshøll í Runavík, samskipað av Elim í Søldarfirði. Ingamai Hørnberg og Roland Lundgren á vitjan nøvn Roland Lundgren