týsdagur 8. september 2009síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
tíðindi
Nr. 170 - 08. september 2009
AlmAnnAmál
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
Rósa Samuelsen, landsstýris
kvinna við almannamálum,
heldur, at tað ber ikki til at
siga, at vælferðarføroyar
eru í fillum, Tí í Føroyum
brúka vit yvir tvær milliardir
krónur upp á vælferðartæn
astur
í
almanna
og
heilsuverkinum. Hinvegin
greiðir hon frá, at tað má
merkjast, at meira enn 20
milliónir skulu sparast.
Tað hevur kravt, at nakr
ar rationaliseringar skuldu
gerast, og tað er tað, vit
arbeiða við, sigur Rósa
Samuelsen.
Hon greiðir víðari frá, at
rationaliseringarnar,
sum
eru gjørdar, í nógvum før
um hava verið neyðugar í
longri tíð, og serliga hevur
nógv av nýggja regluverkin
um innan heilivág verið
krav frá landsgrannskoðan
ini.
Eisini greiðir hon frá, at
fer mann at hyggja at støð
inum í Føroyum hjá teimum
veiku, so er tað framvegis
eitt miðalstøði í mun til
grannalondini.
Heilivágur
Sosialurin vísti fríggjadagin
á, at tað er komið sera óvart
á fólk, at tey eru komin á
apotekið, fyri síðani at fáa
at vita, at heilivágurin hjá
teimum er vorðin nógvar
ferðir dýrari, tí tað almenna
ikki longur veitir stuðul til
henda heilivág.
Vit hava gjørt nakrar
umleggingar, soleiðis at vit
hava greiðar reglur um,
hvønn heilivág almanna
stovan letur stuðul til. Hetta
hevur verið eitt krav frá
landsgrannskoðanini, tí ov
ógreiðar reglur hava verið.
Somuleiðis ber til at siga, at
nýggju reglurnar fylgja viti
og skili, tí nú veitir almanna
stovan bert stuðul til heili
vág, sum sjúkrakassin kann
standa inn fyri, sigur Rósa
Samuelsen.
Hon leggur afturat, at hjá
nógvum
er
heilivágurin
vorðin bíligari, tí tey eru
farin at nýta bíligari heili
vág.
Spurd, um kunningin hev
ur verið nóg góð, tá fólk tað
í nógvum førum kemur sera
óvart á fólk, tá tey koma á
apotekið, og fáa at vita, at
heilivágurin er vorðin sera
dýrur, sigur landsstýris
kvinnan, at hon illa dugir at
ímynda sær, hvat tey kundu
gjørt betri.
Vit hava kunnað komm
unulæknar og apoteksverk,
samstundis sum fjølmiðlar
nir hava viðgjørt broytingar
nar, men kanska hevur skip
anin ikki verið heilt klár til
broytingarnar, greiðir hon
frá.
Hon vísir somuleiðis á, at
kann sjúkrakassin ikki veita
stuðul til onkran heilivág,
so kunnu fólk fara aftur til
læknan, sum síðan kann
vísa á, hvør heilivágur er
neyðugur hjá hvørjum ein
stakum brúkara.
Eisini sigur hon, at allar
broytingarnar eru gjørdar í
semju við landsapotekaran
og at ráðið hevur nógv sam
band við apoteksverkið um
broytingarnar.
Fótarøkt er tryggjað
Rósa Samuelsen heldur tað
vera sera óheppið, at eitt
uppskot um at flyta fótarøkt
frá almannamálaráðnum til
heilsumálaráðið, skal blíva
til, at fótarøktin verður
avtikin, tí tað hevur ongan
tíð verið ætlanin.
Sjálvandi skal fótarøktin
ikki takast av. Vit arbeiða
hinvegin við eini ætlan at
flyta fótarøkt frá almanna
málaráðnum til heilsumála
ráðið, so at viðgerð verður
flutt til heilsumálaráðið und
ir nýggju sjúkratryggingar
lógina, sigur Rósa Samuel
sen.
Hon leggur afturat, at tað
sama ger seg galdandi fyri
viagratablettirnar hjá dia
betikarum.
Allir kronikarar verða
ætlandi fluttir undir heilsu
málaráðið, og tí verða hetta
mál fyri eitt annað lands
stýrisfólk, sigur hon.
Fólk við breki
Viðvíkjandi trupulleikunum
hjá fólkum við breki, har
stuðlar eftir øllum at døma
ikki verða settir í starv í løt
uni, samstundis sum tey
hava sera trupult við at
skipa fyri útferðum og so
framvegis
við
stuðlum,
greiðir Rósa Samuelsen frá,
at hon ikki veruliga kennir
til hetta.
Tað er nokk ein spurn
ingur um pengar, tí Nær
verkið hevur eina avmark
aða játtan, so helst er tað
orsøkin til, at fólk við breki
í ávísum førum ikki hava
Vælferðarføroyar í fillum:
20 milliónir færri merkja
Tað er skeivt at siga, at vælferðar
føroyar eru í fillum, men tað merkist,
at 20 milliónir skuldu sparast, og
tí eru rationaliseringar gjørdar.
Hetta heldur Rósa Samuelsen,
landsstýriskvinna, sum eisini heldur
at nógv gott er komið burturúr
Ísland ikki á skránni
Íslendska lánið úr grunninum stendur ikki á dagsskránni fyri fundin í
Altjóða Gjaldoyragrunninum, sum verður næsta mánadag. Sambært
fíggjarmálaráðnum í Reykjavík var tað eitt mistak, sum gjørdi, at íslendska
lánið ikki kom á dagskránna, men ætlanin er at seta málið á skránna fyri
ein fund, sum verður síðst í mánaðinum. Leiðslan í IMF samtykti í fjør at
læna Íslandi 2,1 milliardir dollarar undir ávísum treytum, og Norðurlond
samdust um at læna íslendsku stjórnini 2,5 milliardir dollarar tilsamans.
Tað fyrsta lánið, sum íslendin gar fingu, var úr Føroyum.