Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-09-08, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. september 2009síða 5

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 tíðindi Nr. 170 - 08. september 2009 ast Jancy Klein, leiðari fyri barnaverndar­ tænastuna í Norð­ oyggjum, er bangin fyri gongdini á øk­inum »børn og ung«. – Sum støðan er nú, so vita vit ik­k­i, hvør sk­al tak­a sær av ok­k­ara brúk­arum. Tí hugsa vit ofta um at senda brúk­arar av landinum, sigur hon Børn og ung Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Barnaverndartænasturnar kring landið kenna seg ótryggar. Fyri kortum var alt økið flutt frá Almanna­ stovuni til Nærverkið, hóast ein arbeiðsbólkur sit­ ur og arbeiðir við eini varandi loysn. Jancy Klein, leiðari fyri barnaverndartænastuna í Norðoyggjum, er sera bangin fyri gongdini, og staðfestir, at allar hesar hendingar hava havt øgi­ liga keðiligar avleiðingar fyri trivnaðin á økinum og at serkunnleikin, sum hevur verið, er burtur. ­ Sum støðan er nú, hugsa vit ofta um at senda brúkar­ arnar av landinum, har vit fáa betri tilboð fyri somu pengar, enn vit gera í Før­ oyum, sigur Jancy Klein. Hon leggur afturat, at hon ikki ivast í, at støðan er eins aðrastaðni í land­ inum, tí barnaverndirnar kring landið og heldur ikki fakfólkini á ymisku stovn­ unum eru spurd um nakað í allari tilgongdini, og tað hevur við sær, at fakfólkini eru burtur og barnavernd­ irnar hava mist álitið á skipanunum í Føroyum. Arbeiðsbólkur í gongd Tá ætlanirnar við at umskipa økið børn og ung komu fram á fyrsta sinni, greiddu barnaverndirnar kring landið frá, at tær ikki hildu bestu loysnina vera at umskipa økið, utt­ an at spyrja tey, sum arbeiða við økinum. ­ Tað hevði við sær, at ein arbeiðsbólkur var sett­ ur, har viðkomandi partar­ nir vóru umboðaðir. Hesin bólkur skuldi so koma við eini loysn, men hon er ikki komin enn. So fáa vit brád­ liga gjøgnum fjølmiðlarnar at vita, at alt økið er flutt undir Nærverkið, sigur Jancy Klein. Hon undrast, at hetta skal henda, samstundis sum ein arbeiðsbólkur arbeiðir við eini varandi loysn. Fígging fæst Leiðarin fyri barnavernd­ artænastuna í Norðoyggj­ um, slær somuleiðis fast, at veruligi trupulleikin ikki hevur við fígging at gera. ­ Vit fáa altíð vælvild frá kommununi til at loysa hesar trupulleikarnar. Veru­ ligi trupulleikin er hin­ vegin, at øll menningin, sum fór fram, áðrenn byrj­ að var at umskipa, er steðg­ að, samstundis sum tænast­ an í ávísum førum er vorð­ in verri, og tí hugsa vit um at senda fólkini av landin­ um á stovn, sigur Jancy Klein. Hon heldur sjálv loysn­ ina vera at leggja alt økið við børnum og ungum til kommunurnar at umsita. Vælferðarføroyar í fillum: Senda heldur fólk av landinum fingið stuðul við sær. Tó kann mann siga, at tað altíð verður ein meting hjá Nær­ verkinum, at avgera, hvør tørvurin er, sigur Rósa Samuelsen. Spurd um tað ikki er lætt hjá einum landsstýrisfólki at flyta ábyrgdina til ein serstakan stovn, sigur Rósa Samuelsen, at tað ikki er uppgávan hjá almanna­ málaráðnum at taka sær av serstøkum málum, uttan so at trupulleikar stinga seg upp. Víðari greiðir hon frá, at ein kanning í løtuni verður gjørd á økinum, sum kann vísa, hvørjar rationalisering­ ar kunnu gerast, samstundis sum hon kann vísa, hvør tørvur er. Tó kennir landsstýris­ kvinnan til, at onkrir trupul­ leikar hava verið við at skaffa stuðlar í vár, men so vítt hon kann siga, vóru hes­ ir loystir. Somuleiðis sigur hon, at tænastan altíð verður í mun til játtanina, og at skerjingarnar hjá fíggjar­ nevndini á økinum helst hava gjørt sína ávirkan. Viðvíkjandi spurningin­ um, um at fólk verða tikin heim til Føroyar frá til­ boðum, tey hava verið glað fyri uttanlands, greiðir Rósa Samuelsen frá, at tað er trupult at fara inn í serstøk mál, men at hesin spurning­ urin verður viðgjørdur bæði í ráðnum og á Løgtingi. Um supervisión og um­ lætting, sigur Rósa Samuel­ sen ikki kenna til, at nakrar broytingar skulu hava verið gjørdar har, og at hetta eisini er ein spurningur til Nærverkið. Børn og ung Nógv rumbul hevur verið kring økið børn og ung sein­ asta árið, og hetta rumbul steðgar helst ikki enn, men Rósa Samuelsen greiðir frá, at tey arbeiða við málinum. ­ Sum er, er tað bara fam­ iljudeildin, sum ikki fung­ erar og har arbeiða vit við eini loysn. Men sum eg skilji er heldur ongin, sum hevur tørv á tí tilboðnum beint nú, sigur Rósa Samu­ elsen. Hon greiðir víðari frá, at stovnarnir Rókin og Slóðin ikki enn eru farnir í sama bygning, tí í løtuni verður leitað eftir einum hóskandi bygningi. Róð hevur verið fram­ undir, at tað ikki ber til at koyra hesar ymisku brúkar­ arnar á sama stovn. Hesum vísir Rósa Samuelsen aftur. ­ Fyri tað um fólk eru í sama bygningi, so merkir tað ikki, at tey skulu vera saman. Tað ber til at hava ymiskar deildir, og tað er eisini ætlanin, sigur lands­ stýriskvinnan. Hon greiðir víðari frá, at tað kann geva stórar fyri­ munir at hava ein størri stovn, tí so eru fleiri fólk til arbeiðis og nógvar rationalis­ eringar gerast. Verja tey veikastu 23. desembur í fjør greiddi Rósa Samuelsen frá, at hon vildi syrgja fyri, at tey veik­ astu í samfelagnum ikki skuldu koma í rasshaft av broytingum, ið blivu neyð­ ugar eftir at tað gjørdist greitt, at hon ikki hevði so nógvan pening. Hetta held­ ur hon er eydnast. ­ Tað kann vera, at summi gjalda meira í dag, men tey allar veikastu kunnu fáa hjálp, og tað vil altíð vera meiningin hjá okkum, at veikastu herðarnar skulu bera minst, sigur Rósa Samuelsen, landsstýris­ kvinna við almannamálum. Jancy Klein, leiðari fyri barnaverndartænastuna í Norðoyggjum, heldur øgiliga lítið um støðuna á økinum børn og ung í løtuni Rósa Samuelsen, landsstýrisfólk við almannamálum, heldur ikki, at vælferðarføroyar eru í fillum. Tí støðið hjá brúkarum í Føroyum er á umleið sama støði, sum í grannalondunum Krevja ókeypis hítir Tað gongst illa at fáa tey ungu í Danmark at brúka hít undir samlegu, men nú vísir ein spurnarkanning hjá Sex & Samfund, at høvdu tey ungu fingið hítirnar ókeypis, høvdu tey brúkt tær nógv meiri enn nú. Av teimum 600 spurdu svaraðu 53 prosent, at tey høvdu brúkt hít oftari, um tey fingu tær fyri einki. Marianne Lomholdt hjá Sex & Samfund sigur við DR, at kanningarúrslitið kom ikki óvart á seg, og at tað er ein staðfesting av, at tað er ikki nóg mikið við upplýsing um, hvussu umráðandi tað er at brúka hít. Ókeypis hítir er heldur ikki nóg mikið, tí upplýsing er er eisini neyðug, sigur hon.