týsdagur 8. september 2009síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
tíðindi
Nr. 170 - 08. september 2009
Fyri at lyfta fólka
skúlan upp á eitt
hægri støði, er
ætlanin nú at savna
næmingarnar í færri
og størri skúlar. Tá
ið hesin umfatandi
reformurin er liðugur,
verða tað bara einir
20 fólkaskúlar eftir
afturímóti teimum
56, sum eru nú
Skúlareformur
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Um nøkur fá ár skulu tað
ikki vera meiri enn einir 20
fólkaskúlar í Føroyum eftir
í Føroyum.
Tað er ætlanin við einum
umfatandi
skúlareformi,
sum Helena Dam á Neysta
bø,
landsstýriskvinna
í
mentamálum, nú er farin
undir.
Endamálið er at tað skal
lyfta fakliga støðið í fólka
skúlanum upp á eitt hægri
støði enn tað er í dag.
Í løtuni er hendan fram
tíðar skúlasjónin hjá lands
sýriskvinnuni til viðgerðar
í teimum ymsu politisku
flokkunum.
Arbeiðið er skipað so
leiðis, at tað eru limirnir í
mentanarnevndini hjá Løg
tinginum, sum eru millum
liðið
ímillum
politisku
flokkarnar og landsstýris
kvinnuna.
Tá ið flokkarnir hava
viðgjørt spurningin innan
floks, skulu teir boða henni
frá, hvørja støðu teir hava
til spurningin
20 skúlar eftir
Magni Laksáfoss er for
maður í mentanarnevndini
og hann sigur, at yvirskipaða
úrslitið av skúlareforminum
er, at í framtíðini vera tað
ikki meiri enn einir 20
fólkaskúlar
eftir
í
Føroyum.
Í løtuni eru tað heilir 56
skúlar runt um í landinum
og tað merkir sostatt, at
einir
35
skúlar
skulu
leggjast niður.
Men so verða tað onkrir
skúlar á útoyggj, sum tað
av praktiskum orsøkum
ikki letur seg gera at niður
leggja, so tá ið avtornar
verða tað kanska nakrir og
20 fólkaskúlar eftir, tá ið
komið er á mál við skúla
reforminum.
Hinvegin eru tað onnur
øki í landinum, har tað er
rættiliga sjálvsagt at leggja
skúlar saman, eitt nú í
Suðuroy, í Sundalagnum og
aðrastaðni, har landfast og
gott samband er.
Tað
er
eisini
eitt
yvirskipað mál, at tað skulu
vera einir 20 næmingar í
hvørjum.
Endamálið
við
øllum
reforminum er at fáa meiri
fyri pengarnar, sum verða
játtaðir skúlaverkinum og
mett verður í hesum sam
bandi, at næmingatalið í
einum flokki eigur hóskandi
ikki at fara niður um 20.
Trý modell
Magni Laksáfoss sigur, at
fyribils verður arbeitt eftir
trimum modellum.
Eitt modell er at skipa
Føroyar í eini sjey til níggju
skúlaøki, har hugsað verður
um, at tá ið kommunusaman
leggingarnar eru framdar,
verður hvør kommuna eitt
skúlaøki.
Í hesum sambandi verður
so hugsað um at leggja alt
fólkaskúlaøkið
undir
kommunurnar at umsita og
so at lata ein posa av peng
um fylgja við, sum síðani
skal brúkast til læraralønir
og aðrar útreiðslur.
Eitt annað modell er at
geva
mentamálaráðnum
heimild at gera av, hvørjir
skúlar skulu og vera og,
hvørir skulu lata aftur.
Eftir hesum modellinum
verður helst skjótari at
umskipa fólkaskúlan og
helst kann ein samanlegging
eisini gerast rationellari.
Men í hesum sambandi
verður
tað
so
ikki
kommunurnar, sum umsita
fólkaskúlan.
Triðja modellið er at laa
kommunurnar fáa eitt ávíst
skotbráð til at umskipa
skúlan og klára tær tað ikki
áðrenn freistin er farin,
tekur mentamálið um endan
og umskipar skúlan.
Nógv betri
undirvísing
Sjálvur
heldur
Magni
Laksáfoss, at vit hava ov
nógvar smáar skúlar í
Føroyum og tað elvir til ov
vánaliga undirvísing.
Skipa vit landið í størri
skúlar, ber til at fáa nógv
betri undirvísing fyri somu
játtan, tí tað ber til at fáa
nóv meiri burtur úr lærara
kreftunum. Eitt nú hevði
tað borið til at havt fleiri
lærarar
í
summum
flokkum.
Men vilja vit rationali
sera og spara pening í
skúlaverkinum, kann tað
gerast
uttan
at
ganga
dygdini í undirvísingini ov
nær, tí verða lærarar spardir
burtur, verða tað teir ólærdu
vikararnir, sum rúka fyrst
samstundis sum teir útbúnu
lærararnir verða eftir.
Tí heldur Magni Laksá
foss, at tí er tað sjálvsagt at
samskipa alt landið í færri
og størri fólkaskúlar, tí tað
gevur bæði møguleikar fyri
at lyfta fakliga støðið upp á
eitt hægri støði og at
rationalisera, uttan at tað
gongur útyvir dygdina í
undirvísingini.
Samdir um málið
Hann heldur, at næstan allir
politikarar í øllum flokkum
eru samdir um, at hetta er
neyðugt.
Vit eru so at siga øll
samd um málið at niður
leggja fleiri av smáu bygda
skúlunum og at savna børn
ini í færri og størri skúlar
fyri at hækka støðið í
undirvísingini.
Einasta ósemja, hann sær
fyri sær, er, at tvídráttur kann
stinga seg upp um, hvussu
tað skal gerast og, hvør skal
umsita skúlan, altso um tað
framhaldandi
skal
vera
mentamálaráðoð, ella um
skúlin skal flytast undir
kommunurnar at umsita.
Ímeðan tann politiska
viðgerðin er, vil hann ikki
siga, hvat hann sjálvur
heldur.
Fyri meg er hetta ikki
tann avgerandi spurningurin
hvør umsitur skúlan. Fyr
meg er tann avgerandi
spurningurin, at skúlare
formurin ferður gjøgnum
førdur og ikki hvussu tað
verður gjørt.
Hann sigur, at í hesum
arbeiðnum
at
samskipa
fólkaskúlan í størri skúlar,
liggur eisini, at tað kanska
verður neyðugt at byggja
onkrar skúlar út fyri at hýsa
øllum næmingunum. Ein
annar møguleiki er at savna
allar klassar í onkrum
skúlaøki á einum og sama
skúla og at savna onkrar
aðrar klassar í onkrum
øðrum skúla.
Formaðurin í mentanar
nevndini sigur, at avbjóð
ingin verður síðani, at duga
at gera nyttu av teimum
niðurløgdu skúlunum, so at
teir ikki koma at standa
tómir, men verða búktir til
onnur endamál, tað verið
seg ítrótt, musikkskúla, frí
tíðarundirvísing, ella annað
felags virksemi av onkrum
slagi.
Einir 35 skúlar kring
landið leggjast niður
Nú syngja nógvir av
smáu bygdarskúluum sín
svanasong, tí fyri at lyfta
fólkaskúlan upp á eitt høgri
støðið, er ætlanin at savna
næmingarnar í færri og størri
skúlum kring landið. Ùrslitið
er, at fleiri skúlar verða
niðurlagdir. Hendan myndin
er úr skúlanum við Gjógv,
men tað er heilt tilvildarligt
Norðmenn dømdir til deyða
Norðmenninir Tjostolv Moland og Joshua French vórðu fyrr í dag dømdir til deyða fyri dráp og
onnur brotsverk í Demokratiska Lýðveldinum Kongo. Teir báðir norðmenninir vóru ákærdir fyri at
hava skotið ein bilførara í mei í ár. Harafturat vórðu teir ákærdir fyri njósning og fyri at hava roynt
at skipa ein brotsmannafelagsskap. Í úrskurðinum segði rætturin, at tann 28 ára gamli Tjostolv
Moland og tann 27 ára gamli Joshua French vóru sekir í drápi, njósning og vápnaðum ráni. Umframt
deyðarevsingina bleiv Tjostolv Moland dømdur 20 ára fongsul fyri brot á vápnalógina. Rætturin
segði, at teir báðir høvdu njósnast fyri norsku stjórnina og vísti á, at báðir høvdu samleikaprógv frá
norsku verjuni uppi á sær, tá teir blivu tiknir. Harafturat ferðaðust teir við falsaðum nøvnum. Verjin
hevur boðað frá, at málið verður lagt fyri ein hægri rætt at taka støðu til.