týsdagur 8. september 2009síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 170 - 08. september 2009
Hon hevur boðið
øllum flokkum til
samstarv um, hvussu
fólkaskúlin skal
skipast í framtíðini,
men hon vil hava
arbeiðsfrið at finna
eina loysn
Skúlareformur
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
- Eg haldi at tað er best, at
vit fáa frið at diskutera
hetta í friði og náðum.
Helena Dam á Neystabø
vil ikki forstýrast, nú hon
hevur lagt eina ætlan um
ein umfatandi skúlareform,
sum fer at kollvelta føroyska
fólkaskúlan.
Sum tað sæst í hinari
greinini her á síðunum,
verður eitt úrslit av hesi
ætlanini, at einir 35 av teim-
um smærru skúlunum kring
landið skulu niðurleggjast.
Men hon vil annars ikki
siga nakað um ætlanina.
- Eg havi boðið øllum
flokkum til samstarv í eini
roynd at finna eina semju
um framtíðar fólkaskúlan
og eg haldi at vit eiga at
geva
okkum
sjálvum
arbeiðsfrið at tosa um teir
ymsu møguleikar, sum eru.
Av tí sama vil hon onki siga
um, hvørjir møguleikar eru.
Men yvirskipað enda-
málið er at kanna eftir,
hvussu vit kunnu skipa
Føroyar í færri skúlaøki,
kanska sjey skúlaøki, har
hvørt skúlaøki fer at líkjast
ætlaða framtíðar kommunu-
bygnaðinum, so at hvør
kommuna
verður
eitt
skúlaøki ella har á leið.
- Tað er mít mál, at komm-
unubygnaðurin og skúla-
økini ganga hond í hond.
Ikki alment enn
Hinvegin leggur hon afturat,
at fólkaskúlin er er eitt øki,
sum er neyvnt skipað og tí
hevur
tað
týdning,
at
politiska forarbeiðið er væl
úr hondum greitt og hon
vónar at fáa so nógvar flokk-
ar sum gjørligt at semjast
um, hvussu fólkaskúlin skal
skipast.
Men hví skal eitt slíkt
arbeiðið haldast loyniligt?
- Tað er als ikki loyniligt.
Eg havi boðað frá, at eg
havi sett mær fyri at skipa
fólkaskúlan í størri skúla-
øki. Spurningurin er bara,
hvussu vit koma har til og,
hvussu vit býta ábyrgdina
ímillum land og kommunu.
Jú, men hví kann vanligi
føroyingurin ikki sleppa við
í tað kjakið?
-Tað sleppa teir eisini.
Men nú royna vit at finna eitt
upplegg har ein spurningur
er, um skúlin skal liggja hjá
kommununum, hjá landinum,
ella um ábyrgdin skal býtast
sundur. Men teir ymsu møgu-
leikarnir haldi eg, at vit eiga
at sleppa at viðgera inni í
politiski skipanini, áðrenn
tað verður almannakunn-
gjørt.
Her kann leggjast afturat,
at eitt uppskot, sum hon
ætlar at leggja fyri Løgtingið
í heyst, er, at broyta lógina,
so at tað ikki longur skal
vera neyðugt við fólka-
atkvøðu fyri at leggja ein
skúla niður.
Sjey til tíggju
skúlaøki
Men hon vil heldur ikki
siga, hvussu nógvir skúlar
skulu vera í Føroyum í
framtíðini.
-Tað fái eg ikki sagt. Eg
haldi, at vit skulu skipa
landið í sjey til tíggju skúla-
øki, har Suðuroy kann verða
tvey skúlaøki og har Havnin
kanska eisini verður býtt
sundur. Men hvussu nógvir
skúlar skulu vera í hvørjum
øki, veit eg ikki, tí so langt
er viðgerðin ikki komin.
- Tað, sum hevur týdning
er, at tey, sum kom at sita
við leiðsluni, fáa víðar
heimildir at skipa skúlan og
virksemið so fjølbroytt sum
gjørligt og at seta næmingar
saman eftir, sum tað hóskar
best og til at skipa royndar-
virksemi av ymsum slagi.
Helena Dam á Neystabø
veit ikki, nær tað letur seg
gera at gjøgnumføra ein
slíkan umfatandi skúlare-
form, men hevði tað borið
til at seta skjøtil á næsta
skúlaár, hevði hon verið
sera væl nøgd.
- Ein slíkan reform ber
tað neyvan til at gjøgnum-
føra upp á eitt ár, tí tað eru
nógv viðurskifti at hugsa
um. Eitt nú eru fleiri lærarar
enn tænastumenn og øll
skulu hava eina virðiliga
viðferð, sigur Helena Dam
á Neystabø.
Helena vil hava
arbeiðsfrið
Hendan talvan vísir, hvussu nógvir næmingar byrjaðu í fyrsta flokki í ymsum økjum í ár og
hon vísir eisini, hvussu nógvir næmingar fara at byrja í fyrsta flokki í økjunum fram til 2015.
Næmingatalið minkar næstan allastaðni og í 2015 verða tað 70 næmingar færri í fyrsta flokki,
enn tað eru í ár. Verður Suðuroy tikin undir einum, er minkingin størst har. Í ár fóru 61
næmingar í fyrsta flokk í Suðuroy, men í 2015 verða teir 20 færri, tí tá verða teir bara 41. Magni
Laksáfoss, formaður í mentanarnevndini í Løgtinginum, heldur, at tað Suðuroy er eitt øki, har
tað er sjálvsagt, at leggja skúlar saman, so at børnini koma at ganga í færri, men størri skúlum
Hendan talvan er eitt yvirlit yvir allar fólkaskúlarnar í landinum.Talvan vísir eisini, hvussu
nógvir næmingar eru í hvørjum skúla og, hvussu tímar eru til hvønn næming. Tað sæst týðiligt,
hvussu dýrir, teir smáu skúlarnir eru fyri hvønn næming afturímóti teimum størru skúlunum.
Tað sæst eisini, at í 18 skúlum eru færri enn 20 næmingar
Fylgiskjal 1: Yvirlit yvir fólkaskúlar og næmingatal 2009/2010
ElBaradei hartar
Stjórin í altjóða kjarnorkueftirlitinum IAEA, Mohamed ElBaradei, avsannar, at hann
hevur dult týðandi upplýsingar um kjarnorkuverkætlanina hjá iransku myndugleikun-
um. Mohamed ElBaradei sigur, at ávís lond royna at fáa ávirkan á IAEA og at undir-
grava ta óheftu støðuna hjá stovninum, og at tað nú verður gjørt við at leggja leiðaran
undir at svíkja sínar skyldur. Hóast ElBaradei ikki nevndi nakað land, er eingin ivi um,
at hann fyrst og fremst hugsaði um Frakland og Ísrael, sum opið hava funnist at honum
og IAEA. ElBaradei, sum er 67 ára gamal, fer frá sum IAEA-stjóri í heyst.