Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-09-08, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. september 2009síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 170 - 08. september 2009 - Tá vit hava góð kort á hondini, eiga vit sjálvsagt at tala fyri, at okkara partur av makrelkvotuni gerst størri, nú tað vísir seg, at meira makrelur er um okkara leiðir enn áður, sigur Hjalti í Jákupsstovu, sum avgjørt er ímóti, at Føroyar taka seg burtur úr stranda- landaavtaluni um makrel Makrelur Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Nú makrelur í størri mun enn áður er í føroyskum og íslendskum sjógvi, hevur í seinastuni rættiliga nógv verið gjørt burturúr hesum dýra tilfeingi, sum vit í dag halda okkum fáa ov lítlan part av. At íslendingar, sum ikki eru við í strandalanda­ avtaluni millum Føroyar, Noreg og ES, fiska makrel at kalla, sum teimum hóvar, hevur eisini gjørt, at pelagiska vinnan í Føroyum heldur, at okkara prosent­ vísu rættindi í avtaluni eru ov ússalig. Men hóast alt hetta, heldur leiðarin á Hav­ stovuni, Hjalti í Jákupsstovu, at føroyingar avgjørt eiga at halda fast um skipaða veiði og soleiðis framhaldandi vera partur av stranda­ landaavtaluni um makrelin. Hann heldur ikki, at løtuvinningur í hesum sambandi tænir nøkrum endamáli. ­ Hinvegin eiga vit at tala fyri, at okkara partur gerst størri, nú tað vísir seg, at meira makrelur er um okkara leiðir enn áður. Við góðum kortum á hondini eiga vit alla tíðina at arbeiða fyri einum størri prosent­ vísum býti í okkara part. Skipað veiða Leiðarin á Havstovuni heldur, at sum framkomin havtjóð eiga Føroyar, sum tað lítla land vit eru, avgjørt ikki at taka okkum burtur úr hesi avtalu. ­ Vit eiga altíð at stuðla undir, at fiskiveiða er skipað og ikki óskipað, sum íslenska makrelveiðan er. Eg trúgvi eisini, at hetta í longdini er best fyri Føroyar. Tað nyttar einki hjá okkum at spæla ”stórir”. Tá steingja vit okkum bara úti og vera til rukku, leggur hann aftrat. Hjalti vísir á, at sum partur av strandalanda­ avtaluni kunnu vit fiska makrel bæði hjá okkum sjálvum og hjá øðrum, vit hava avtalu við. ­ Vit liggja mitt úti í pelagiska streyminum, har svartkjaftur og makrelur koma sunnaneftir og sild norðaneftir. Taka vit okkum úr avtaluni, kunnu vit bara fiska hjá okkum sjálvum og kunnu tá skjótt fáa trupul­ leikar av, at aðrar tjóðir ikki viðurkenna okkara veiði, sum aftur kann føra til stongsul av fiskavørum og úrdráttum úr fiski. Hjalti í Jákupsstovu heldur tað vera eitt mistak, serliga av Noregi og ES, at Ísland ikki er tikið við upp í avtaluna um makrelin. ­ Eg haldi, at hesi lond hava verið alt ov tvør við at taka grannatjóðina fyri vestan uppí, leggur leiðarin á Havstovuni aftrat. Kompliserað Hjalti hevur lítlan hug at gera viðmerkingar til, hvussu Føroyar brúka sína makrel­og svartkjaftakvotu, nú svartkjaftakvotan er vorðin so lítil. ­ Tað er eftir mínum tykki ein ógvuliga ”kompliserað­ ur” spurningur, um vit skulu fiska hesa kvotu sjálvir – ella, um vit sum nú er skulu lata ein part av kvotuni sum býtisfisk afturfyri fisk úr Barentshavinum. Hjalti í Jákupsstovu er tó púra sannførdur um, at tey skip, sum veiða tosk í Barentshavinum, ikki kunnu beinast inn á føroysku grunnarnar, sum frammanundan eru undir stórum trýsti. NEAFC hevur ásett eina makrelkvotu uppá 511.000 tons í ár, og føroyski parturin av kvotuni er 33.000 tons. Skipað makrelveiða er ein Norwegian flúgvandi Tað gongur strúkandi ella kanska rættari sagt flúgvandi hjá norska lágprísflogfelagnum Norwegian. Í síðsta mánað flugu meiri enn ein millión fólk við felagnum. Tað var 150.000 fleiri enn í august í fjør, og august var annar mánaðurin á rað, at Norwegian flutti meiri enn eina millión fólk. Bjørn Kjøs, aðalstjóri, sigur við norskar fjølmiðlar, at hann er sera væl nøgdur við, at felagið fær støðugt fleiri ferðafólk, tí kappingin er hørð. Norwegian hevur júst kunngjørt fleiri nýggjar rutur í Norðurlondum umframt rutur til Barcelona, Geneve og Salzburg. - Vit eiga altíð at stuðla undir, at fiskiveiða er skipað og ikki óskipað. Í longdini er hetta best fyri Føroyar. Tað nyttar einki hjá okkum at spæla ”stórir”, heldur Hjalti í Jákupsstovu Makrelur Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Jacob Vestergaard, lands­ stýrismaður í fiskivinnu­ málum, segði fyrr í summar, at Føroyar fara gera tað, sum gerast kann, fyri at kanna sær ein størri pro­ sentpart av samlaðu makrel­ kvotuni. Ein liður í hesum arbeiði er, at Havstovan í summar hevur kannað makrelin í føroyskum sjógvi. Landsstýrismaðurin vísir á, at nú Ísland vil sleppa upp í part sum strandaland og fer at krevja síni rættindi, er ikki minst umráðandi hjá Føroyum at vera væl fyrireikað. Ísland fiskaði í fjør eini 100.000 tons av makreli og hevur í ár ásett sær eina uppaftur størri kvotu. Í summar hevur verið roynt at staðfesta nøgdirnar av makreli í føroyskum sjógvi, og komandi ár er ætlanin at kanna egg í makreli fyri í enn størri mun at styrkja grundarlagið fyri føroyska kravinum um størri makrelkvotu. Føroyar vilja hava ein størri part av makreli Hjalta í Jákupsstovu, leiðara á Havstovuni, dámar lítið tankan hjá landsstýrismanninum, Jacob Vestergaard, um, at Føroyar møguliga fara at áseta sær sína egnu makrelkvotu