Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-09-08, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. september 2009síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 170 - 08. september 2009 asta rætta Mintust Svend Auken Áðrenn Fólkatingið fyrrapartin fór undir fíggjarlógarviðgerðina, segði Thor Pedersen, ting­ formaður, nøkur orð um Svend Auken, sum doyði herfyri. Thor Pedersen lýsti Svend Auken sum ein dugnaligan politikara, ein góðan og arbeiðssaman starvsfelaga við løttum sinnalagi. ­Vit fara øll at sakna Svend Auken í tí politiska lívinum her á Christiansborg. Men hóast vit ikki fara at møta honum ella at hoyra hansara sermerktu rødd longur her í húsinum longur, fer minni hansara at liva, segði Thor Pedersen. Svend Auken, sum doyði tann 7. august, sat í Fólkatinginum í 37 ár, og hann var elsti maður á tingi. Ísland hevur hinvegin ásett sær sjálvum 112.000 tons av makreli í ár, og henda kvotan er uttanfyri tað, sum ICES mælir til. - Eg haldi, at Noreg og ES hava verið alt ov tvør við at taka Ísland uppí standalandaavtaluna um makrelin, sigur Hjalti í Jákupsstovu, leiðari á Havstovuni - Tað er ein vanærandi skomm, at vit sum havtjóð skulu hava eitt meira en 30 ára gamalt havrannsóknarskip, ið fer at krevja so stórar ábøtur, sigur Hjalti í Jákupsstovu RannsókniR Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Leiðarin á Havstovuni dylur ikki fyri, at tað hevði vakt eitt uppaftur størri álit um havsannsóknirnar, sum Havstovan ger, um stovnurin hevði eitt meira tíðarhóskandi skip. ­ Magnus Heinason er meira enn 30 ára gamal. Skipið er ótíðarhóskandi og krevur stórar ábøtur bara fyri at sigla. Hann heldur, at tað heilt avgjørt hevði vakt eitt uppaftur størri álit á tær royndir, sum Havstovan ger, og hetta hevur ikki minst týdning, nú Føroyar sum tjóð royna at prógva, at okkara partur av makrelinum er ov lítil. Við hesum sigur leiðarin tó ikki, at avvarðandi myndugleikar og avgerandi stovnar úti í heimi, sum Havstovan samstarvar við, ikki hava álit á kanningum og gransking, sum stovnurin ger. ­ Men tað skerst ikki burtur, at vit hava eitt lutfalsliga lítið og gamalt skip, sum ikki hevur alla ta útgerð og teir møgu­ leikar, sum eitt slíkt skip eigur at hava. Hjalti dylur ikki fyri, at Magnus Heinason koyrir upp á stumparnar, sum hann tekur til. ­ Skipið lýkur ikki dagsins krøv, hvørki til tøkni og annars tey krøv, sum manningarumstøður krevja. Hann vísir á, at skipið als ikki hevur ein septiktanga, sum kann tømast í landi, og sum verður eitt krav, ið ikki kann dragast nóg út aftrat. ­ Bara hetta verður ein umbygging, sum fer at kosta miljónir, leggur hann aftrat. Hjalti sigur, at skrúvan á Magnusi Heinason eisini er gomul, og her verður neyðugt at skifta bløð. ­ Jú, vit koyra upp á stumparnar, og eg haldi, at hetta er ein vanærislig skomm fyri eina havtjóð sum Føroyar, leggur hann dent á. Einki nýtt Leiðarin á Havstovuni harmast um, at einki nýtt er at frætta um nýggja havrannsóknarskipið, sum í eina tíð hevur verið upp á tal. ­ Nei, eg veit einki, hvussu verður við hesum, og eg havi einki hoyrt, sum bendir á, at vit fáa eitt nýtt skip innan langt um líður. Tað sæst í hvussu er eingin ”hvítur roykur” úr Tinganesi enn, sigur hann. Tá Havstovan fekk nýggjan samleika í sambandi við ársdag fyrr í ár, gav Forskotsgrunnurin tilsøgn um heilar 10 miljónir krónur, sum eru oyramerktar til nýtt havrannsóknarskip. ­ Hetta kundi verið ein góð byrjan og kundi verið nýtt, sum tær fyrstu miljónirnar í ætlaðu verkætlanini, har restin av íløguni síðan kundu verið fíggjaðar yvir eini 2­3 ár. Hjalti í Jákupsstovu sigur, at ætlaða havrannsóknarskipið, sum er á stødd við Brestir, er hóskandi til okkara viðurskifti. ­ Hetta er eitt skip sum nøktar tann størv, sum vit hava – eitt skip, ið hevur allar teir fasilitetir og dygdir, sum vit hava brúk fyri í okkara havrannsóknum, sigur leiðarin á Havstovuni. Eitt betri skip og størri álit - Hetta er eitt skip sum nøktar tann størv, sum vit hava – eitt skip, ið hevur allar teir fasilitetir og dygdir, sum vit hava brúk fyri í okkara havrannsóknum, sigur leiðarin á Havstovuni Mynd: Jens Kr. Vang Landsstýrismaðurin vænt­ ar, at tað kann gerast ein drúgv tilgongd hjá Føroyum at røkka einum størri prosentvísum býti av makrelkvotuni, tí ES kannar sær sum er 60% og Noreg 30% av hesi kvotu. Jacob Vestergaard hevur fyrr í summar luftað tankan um, at Føroyar møguliga fara at gera eins og Ísland og áseta sær sína egnu makrelkvotu, um parturin hjá Føroyum ikki veksur í einum komandi býti av strandalandakvotuni. Tað er júst hetta, sum Hjalti í Jákupsstovu, leiðari á Havstovuni, mælir harð­ liga ímóti í greinini oman­ fyri. Makrelur hevur stórt virði og um samlaða kvotan, sum strandalondini eru samd um í hesum ári, verður roknað yvir ein prís á 10 krónur fyri kilo, er talan um fleiri miljardir í søluvirði.