Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-09-08, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. september 2009síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 170 - 08. september 2009 Kanska eri eg tornæmur. Marjun A. Simonsen vónar í viðmerking (4.9.09,) at ikki eru fleiri enn Rolf Guttesen, sum hava misskilt hana. Men eg havi so enn ikki skilt, hvat ið eg havi misskilt Hon kemur við rúgvu av dømum um, hvussu ger­ andisorð eru tillagað einum alfabeti, sum manglar nakrar vanligar latínskar bókstavir. Ein cello verður sello, ketchup verður kett­ jupp, nazisma verður nasis­ ma, og so framvegis, osfr. Marjun sigur víðari, at »viðvíkjandi stavseting av landanøvnum hevur eisini verið siðvenja at laga tey til okkara egna stavrað.« Nú kann tað diskuterast, um tað hevur verið sið­ venja at gera so. Heldur var tað umtalaða Heims­ atlassið, sum fór at pilka við gamla siðvenju. Tað fór at »lata landanøvn í før­ oyskan málbúna«. Tað ljóð­ ar lætt, men tað er hvørki rætt ella lætt. Munur á navnorðum og staðanøvnum Man skal minnast, at mun­ ur er á gerandisligum navn­ orðum, sum kettjupp (ketchup), sirkus (cirkus) ella prosent (procent), og so geografiskum staða­ nøvnum í fremmandum londum. (Vanlig navnorð: appellativ, staðanøvn: proprium). Staðanøvn skula verða so eintýdd, sum tilber. Eru tvey nøvn eins, er vanligt at gera okkurt ískoyti, so eingin misskiljing kann koma í. So er eisini í Før­ oyum, har tvær bygdir fyrr itu tað sama: Oyri, til døm­ is. Men hin norðara fekk eitt ískoyti framman til: Norðoyri. Tveir Syðradalar eru eisini, sum fáa ískoyti S fyri Streymoy, og K fyri Kalsoy. Í Danmark eru tríggir býir, sum eita Nykøbing. Fyri at skilja ímillum er vanligt at skoyta uppí: Sjælland, Falster ella Mors eftir teim oyggjum, har býirnir liggja. Ikki broyta og brodera, har tað ikki er neyðugt Hví eitur eitt land í atlassin­ um Kuveit, men høvuðs­ staðurin í sama landi eitur Kuwait? Har er hvørki konsekvensur ella logikkur. Haraftrat er tað so, at einki ljóð er á arabiskum, sum svarar til ’v’. Men nevnda atlass um­ setir eisini summi nøvn og skrivar til dømis Grøn­ høvdaoyggjar í staðin fyri Cabo Verde. Tíbetur eru bert fá dømir um henda mátan at lata í føroyskan búna. Send tú eitt bræv til Donósan (Aberdeen), Mýrulendið (Cork), Svarta­ fjall (Montenegro) ella Santa Jákup (Santiago) og vita, hvar tey enda? Ein triðji máti at forvirra nútíðar veruleikan er at brúka staðanøvn, sum leingi hava verið útdeyð. Eingin hevur í 100 ella 500 ár tosað um Burgundar­ hólm, men brúkt tað vanliga navnið, sum øll kenna: Bornholm. Respektera nationala skrivimátan So ­ tað eg royndi at gera vart við, tað var, at á mín­ um fakøki, sum er geo­ grafi, har meini eg, at tað er eitt stórt mistak at hugsa um, at lata »heimsins lond í føroyskan málbúna«, at fara at forbetra og brodera. Tað fer at enda sum ein Bábils forvirringur. Tað er burturvið, at man her fer at pilka, forbetra, brodera og broyta, so tað kemur at svara til eitt »før­ oyskt« alfabet, sum ikki vil vita av vissum vanligum latínskum bókstavum. Lættast er at respektera tann skrivimátan, sum verður brúktur í londunum. Rættast, einfaldast og mest praktisk er og verður at brúka vanliga latínska alfabetið eisini í Føroyum (við serføroyskum ískoyt­ um), soleiðis sum Sjúrður Skaale skjýtur upp. Rein fornuft. Sum ein Bábils forvirringur Rolf Guttesen Øvundin, sum er náðil­ eysur gestur, hevur alt ov ofta verið boðin vælkom­ in, og við sínum fastatøk­ um, hevur hon eisini gjørt um seg á harmi­ ligan hátt 1. partur Her liggja vit 48túsund borgarar mitt úti í Norður­ atlantshavi millum 4 og 500 kilometrar til næstu grannar. Eitt vakurt land, halda vitjandi, grønar oyggjar tó við lítlum trævøkstri. Klár luft og stórt sæð reinur sjógvur. Útflutningur Føroya hevur heila øld verið fisk­ ur, lítið viðgjørdur, tó hava nógvar royndir verið við meiri viðgjørdum vørum, bæði væl men eisini minni væleydnaðar. Fiskaútflutn­ ingur er seinastu tíðina farin úr 95% upp í 96% av heildarútflutninginum. Hóast føroyskur fiska­ útflutningur áhaldandi ligg­ ur uppi undir 100 prosent­ um, hevur seinastu hálvu øldina verið tosað um at fáa “onnur bein” at standa á. Striltið hevur gingið, tí ikki er so lætt at finna uppá og fremja óroynd hug­ skot. Oljan, kunningar­ tøkni, ferðavinnan eru nakr­ ir møguleikar, sum eru og verða royndir. Her krevst kapitalur, serkunleiki, arbeiðssemi og úrhaldni. Hetta fer helst at geva meiri í framtíðini. Íløguhugur og politikarar Politiski bygnaðurin er ótrúliga fløktur við bæði sjálvstýri/sambandi og vinstra/høgra, hetta ger eisini, at politiskar avgerðir eru veikar, meiri langdrign­ ar enn neyðugt, persónsá­ virkaðar og til tíðir alt ov ávirkaðar av mótstøðuhug­ burði millum flokkar. Øvundin, sum er náði­ leysur gestur, hevur alt ov ofta verið boðin vælkomin, og við sínum fastatøkum, hevur hon eisini gjørt um seg á harmiligan hátt. Ofta er frammi í politisk­ um høpi og tí í miðlunum, at Føroyar eiga at gerast gott íløguland, at vit skulu fáa serkøn fólk higar, fyri at byggja landið væl á eina framtíð. Tíverri hevur víst seg, at føroysku politisku flokkar­ nir eru alt ov bangnir fyri, at teir, sum gera íløgur vinna ov nógvan pening. Vit hava sæð atsóknirnar ímóti Røkke, eisini, tá persónar, sum hava stríðst alt sítt lív við vinnu á sjógvi og á landi, givið hópin av fólki arbeiði, hava selt sínar fyritøkur, kanska fyri at gera øðrvísið íløgur og fing­ ið peningin fyri sínar íløgur, hvussu miskunnarleyst hevur verið farið eftir teim­ um bæði frá politiskari síðu og frá fjølmiðlunum. Tí hetta siga tey vera órættur. Einki nýtt er, at tá maður átti eitt skip, og tað gekk nøkulunda, var hann ófør­ ur, fekk hann sær tvey skip, varð spurt, hvar hann hevði fingið peningin frá, og tá triðja skipið var fram undir at koma, var spurn­ ingurin um hann var hálvkriminellur. Skulu Føroyar komast veruliga undan, er neyðugt at øvundin hjá ráðandi og fjølmiðlum fer aftur við borðinum, at politikarar ikki tosa so niðurgerandi um okkara høvuðsvinnu, tí so fara fjølmiðlarnir og onnur at hugsa seg um. Marknaðkanning og marknaðføring Fiskivinnan er framvegis okkara høvuðsvinna og útflutningsvøra nummar eitt við 96 prosentum av heildarútflutninginum, hon er fyrsta og grundleggjandi liðið í føðiketuni, alt annað er bygt á fiskivinnuna, bæði tænastuvinnan, okkara brúkarasamfelag og almenni sektorurin. Annað er so, at skulu vit framleiða meiri viðgjørdar vørur við egnum logo, og tað eiga vit, sum t.d. Royal Greenland ger, og sum er við til at gera landið kent á øllum økjum, so skulu heilt aðrar upphæddir setast av á røttum staði til marknað­ kanningar og marknaðfør­ ing. ­ Tað eiga vit at gera. Ja, Føroyar er eitt herligt land, men í mongum førum við einum løgnum hugburði, um fram skal vinnast. Føroyar - eitt herligt land, tó ofta við løgnum hugburði JóGvan við Keldu Brúkaraumboðið var eitt vælborið barn hjá CHE. Lagnurnar speisemi, at tað fór til gongu undir ABC, sum upprunaliga ikki vildi vita av tí. Gleðiliga merkir hetta tó, at Brúkaraumboðið nú hevur breiða politiska undirtøku at byggja virksemi sítt á Nú er tryggari at vera brúk­ ari – sum skrivað stendur í lýsingini til móttøku hjá Brúkaraumboðnum. Hesin stovnur skal halda eyga við, at lógin um marknað­ arføring verður fylgd, og harvið tryggja góðan marknaðarføringssið. Eitt nú skal brúkaraumboðið vera á varðhaldi í sam­ bandi við marknaðarføring mótvegis børnum og ungum. Brúkaraumboð samtykt Undirritaða var sum lands­ stýriskvinna sera fegin, tá undirskriftin kundi setast á lógina um marknaðar­ føring, sum staðfesti, at Brúkaraumboðið skuldi fara til verka 1. januar 2009. Brúkaraumboðið var partur av valskránni hjá Tjóðveldi til undanfarna val, men vit kannaðu okk­ um ikki bitan einsamøll, tí undirtøkan í táverandi samgongu var holl. Í CHE vóru vit á einum máli um, at Brúkaraumboðið skuldi við í marknaðarførings­ lógina, skuldi lógin fáa neyðuga tyngd og týdning fyri brúkaran og fyri marknaðin. Upprunaliga hevði gamla ABC­samgongan lagt lóg­ ina um marknaðarføring fyri tingið, men uttan Brúk­ araumboðið. ABD andstøð­ an legði sama uppskot framaftur, men varð hetta felt, tí CHE flokkarnir vildu hava Brúkara­ umboðið við. Trygg framtíð Tá av tornaði, varð Brúk­ araumboðið samtykt av samgonguni saman við fleiri atkvøðum frá and­ støðuni. Hetta hóast táver­ andi formaðurin saman við meirilutanum í vinnu­ nevndini mælti Løgtingin­ um frá at samtykkja lógina (sí løgtingsmál 174/07). Formaðurin í vinnu­ nevndini var Jóhan Dahl. Men landsstýrismaðurin í vinnumálum hevur nú tikið Brúkaraumboðið til sín, og lagt stovnin í heim­ bygdini Vági. Og farna fríggjadag greiddi hann Føroya fólki frá stóra týdn­ inginum av hesum stovni, og at hesin longu hevur prógvað sín tilverurætt. Sjálvandi fær Brúkara­ umboðið, við dagsins sam­ skiftiskervi, røkt sínar skyldur eins væl úr Suður­ oynni. Har fer stovnurin vónandi at liggja bæði væl og leingi, tí við so breiðari politiskari undirtøku skuldi framtíðin verið rættuliga trygg. Tjóðveldi ynskir Føroya fyrsta Brúkaraumboði ­ Andrassi Holm Arge ­ og hansara fólki, blíðan byrð og góðan arbeiðshug! Brúkaraumboðið - frá býtisbarni til hjartabarn Løgtingskvinna, Tjóðveldi BJøRt samuelsen Í einum lesaraskrivi fyrst í juli mánaði setti Kristian Midjord fyri­ spurning – beinleiðis til mín ­ um hvat stand­ myndaøkið hevði kost­ að. Eg hevði ikki røttu tølini í høvdinum, og lovaði tí at svara, tá ið summarfrítíðin var av og eg hevði fing­ ið fatur á teimum upplýsningum, sum brúk vóru fyri. Sum eg áður havi greitt frá, so kostaði sjálv stand­ myndin av Victor Danielsen 500.000 krónur. Av hesi upphædd varð kommununar partur 380.000 krónur. Standmyndaøkið: Keyp av sethúsum til niðurrívingar: 560.000,­ kr At gera økið klárt: 598.175,­ kr Íalt: 1.158.175,­ kr Eg vóni, at hetta er eitt nøktandi svar. Fyri henda pening hava vit fingið eitt vakurt øki – mitt í býnum ­ við einum listarverki, sum telist millum tey mætu. Ein minnisvarða yvir mentamannin Victor Danielsen, ein av teimum, sum slóðaði fyri og legði lunnar undir móðurmálið í skrift og talu. Enn einaferð vil eg sláa fast, at vit eiga at virða tey, sum fyri hava slóðað, sjálvt um snævurskygda samtíðin ikki megnar at fáa eyga á veruligu virðini. Kostnaður av stand- myndarøkið í Fuglafirði Jóhan heRi Joensen viðmerkingar