Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-09-08, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. september 2009síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 170 - 08. september 2009 19 Andlát og jarðarferðir Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Høgni Jacobsen, ættað­ ur úr Tórshavn, búsit­ andi í Saltangará, andað­ ist fríggjadagin, 58 ára gamal. Ísak Kristianson Bjarnaskor av Viðar­ eiði andaðist leygardagin á Landssjúkrahúsinum, 79 ára gamal. Jarðarferð­ in verður lýst seinni. Andlát og jarðarferðir 90 ára føðingardagur Hósdagin 17. september verður Hensia Jacobsen í Syðrugøtu 90 ár. Føðingardagurin verður hildin leygardagin 19. september frá kl. 13 til 18 í kjallaranum í Gøtu kirkju, har øll eru hjartaliga vælkomin. Tøkk Hjartans tøkk fyri sýnda samkenslu, tá kæri maður, pápi, verpápi, abbi og langabbi okkara Árni Nybo Hestur andaðist og var jarðaður. Takk til Kjartan Mørkøre, prest, kirkjutænarar, sangarar, berarar, gravarar og øll tykkum, sum á ymiskan hátt hjálptu til við jarðarferðini og ervinum. Takk fyri blómur, kransar, peningagávur til kirkjuna í Hesti og takk til tykkum mongu, ið fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Familjunnar vegna Svanhild, Jacob Pauli og Sunniva Mikudagin 9. september verður ein kendur klaksvík­ ingur, Hjalmar Waag Høgne­ sen, 80 ár. Foreldrini hjá hon­ um vóru Turid f. Waag úr Klaksvík og Jóan Magnus Høgnesen úr Lorvík. Hjalmar fekk eina harða byrjan uppá lívið. Longu vár­ ið eftir, at hann var føddur, gekk pápi hansara í apríl 1930 burtur við Ernestinu á Suðurlandinum. Henda hend­ ing er kend vegna bjarging­ aravrikið hjá Ziska Jacobsen, men Jóan Magnus var ein av teimum níggju, sum ikki bóru boð í bý. Mamman sat eftir við fýra smáum synum, tann elsti var fimm ár. Eldri beiggjarnir vóru Hjørleif, Símun og Rólant Men Turid var ein av teimum kempun­ um, sum hóast hesar umstøður fekk børnini undan í øllum góðum. Tað var eisini skjótt, at Hjalmar skuldi royna seg sum mann. Sum hjá so nógv­ um øðrum kom hansara arbeiðspláss fyri ein stóran part at gerast sjógvurin. Hjalmar fór til skips í 1948 við Polo við tí kenda skipar­ anum Símun Poulsen, sum legði navn til tiltakið: “Tað er bert ein skipari á Polo!” Hann var tá eisini saman við tann eins kenda Edvard Jac­ obsen í Svínoy, sum í síni bók eisini hevur gjørt Polo eitt kent skip. Í 1952 var Hjalmar við Jóannes Patursson við Hans Paula Johannesen sum skip­ ara. Teir gjørdu ein rekordtúr og komu heim við fullari last eftir seks vikum. Tá høvdu teir eisini landað eina ferð í Grønlandi. Hetta var áðrenn trolaramenn fingu tveyskiftis­ vakt, so hetta var ómetaliga strævið. Hjalmar sigldi síðan fleiri ár við norðmonnum eins og nógvir føroyingar gjørdu tá eins og nú. Aftaná tað fór hann, eins og nógvir føroyingar eisini gjørdu, til Íslands at sigla, og var hann har í fýra ár. Aftaná tvey ár kom hann heim at gift­ ast. Tey fóru bæði til Íslandi í tvey ár. Hjalmar kom at arbeiða nøkur ár á Føroya Bjór hjá skyldmanninum Einar Waag. Hann var eisini í Føroy­ ingahavnini tvey summur. Eina ferð kemur Jóannes Pat­ ursson inn, og teimum mangl­ ar fólk. Hjalmar fer umborð og ger túrin lidnan. Skipari var Samson O. Samson. Tað tørnið var Hjalmar burtur í sjey mánaðir. Umborð á Barsskor Tað, sum gjørdist lívsverkið hjá Hjalmari, var sum skipari á Barsskor. Hann byrjaði tann 20. mai 1965 og fór í land 31. oktober 1996, nádd­ ur 67 ára pensjónsaldur Hetta gjørdist tískil 31 ár í hesi sigling. Hugo Gardar hevði sigl­ ingina, tá Hjalmar byrjaði, og siglingin kom undir tað almenna tann 1. apríl 1971. Í 70­unum sigldi Barsskor eisini til Haraldssund og Múla, inntil tað fasta sam­ bandið kom. Trøllanes og Mikladal fór burturúr ferða­ ætlanini, táið bergholini blivu tikin í nýtslu í 1985 og Kunoy fór, táið Kunoyarbergholið bleiv tikið í nýtslu. Tá var bert siglingin til Syðradals og Húsar eftir. At sigla hesa rutu var sanni­ liga nakað sum kravdi sín mann. Í nógv ár var rutan í Kallsoyarfirði fyrst til Syðra­ dals, síðan til Húsar, Kunoyar, Mikladals til endað var á Trøllanesi, og leiðin gekk sama veg heim aftur. Trøllanes var tann lending­ in, sum var truplast. Her var ofta ikki leggjandi at. Tá mátti farast í landi við báti, sum teir altíð høvdu við sær. Ofta var hetta ikki møguligt heldur, og tað kundi ganga vikur, at bátur ikki legði at. Tá var neyðugt at ganga um fjøll til Mikladals fyri at sleppa av oynni. Ikki vóru lík­ indini til tað altíð tey bestu. Tí var tað avgerandi fyri bygdina, at lagt varð at, tá ið tað var forsvarligt, og tað varð eisini gjørt. Men hetta kravdu eitt serligt hegni at manøvrera, og tað dugdi Hjalmar. Men onkuntíð var tað buldrasligt. Tað hendi seg eisini eina­ ferð á Trøllanesi, at tað kundi enda galið. Hjalmar og Helgi í Svínoy vóru farnir í bátin at føra nakrar sekkir av kraft­ fóður í land. Tað var so gjálv­ ut, at báturin holvdist, og teir fóru á bláman. Men tað spældi væl av kortini. Á eini slíkari rutu kemur ein eisini at kenna fólkið, og Hjalmar kennir hvørt fólk í Kallsoynni, har hann eisini er nógv virdur. Eisini eigur hann hús í Mikladali. Teir á Strandferðsluni siga, at Hjalmar var ein óførur maður. Fyrst og fremst var hann framúr skilagóður. Tað kundi væl koma fyri á eini slíkari rutu, at fólk fingu roynt sítt tol, tá ið ikki alt gekk eftir vild. Men altíð dugdi Hjalmar at slætta sjógv. Sjálvur kom eg at kenna Hjalmar, tá ið eg byrjaði at ferðast í Kallsoynni fyri meira enn 30 árum síðan. Vit hava verið væl síðan tá og hava havt mangt hugnaligt prát. Tað ger tað ikki verri, at vit eru báðir ættaðir úr Inni­ stovu á Trøllanesi. Í síni tíð plagdi hann eisini at dugna FF­blaðnum við áhugaverdum tilfari. Hjalm­ ar er eisini sera vitandi mað­ ur, og tað ber altíð til at spyrja hann um nakað var sum ivi var um. Hjalmar hevur síni ítriv. Hann hevur verið dugnaligur at fotografera. Eitt árið var ein áhugaverd framsýning við hansara myndum á ólav­ søku, og framsýning hevur vist eisini verið í Klaksvík. Hetta eru myndir, sum eru sera virðismiklar, ikki minst fyri eftirtíðina, tí tær lýsa eitt bygdalív, sum er um at fara í søguna. Hjalmar er giftur við Sybillu, dóttir Hugo Gardar. Tey fingu fimm børn. Men tey fingu ta sorg at missa son­ in Gardar fyri nøkrum árum síðani. Tey eiga 9 barnabørn og 2 langommu­ og abba­ børn. Tað verður ynskt Hjalmari hjartaliga tillukku við hesum stóra degi við tøkk fyri allar tær ferðir, vit hava verið saman. Dagurin verður hildin í Bøgøtu 3 frá klokkan 18 ó. Hjalmar Waag Høgnesen 80 ár Seinasti túrur hjá Hjalmar við Barsskor var til Syðradals í 2005, tá nýggja fergulegan var tikin í brúk. Soleiðis kundi farast umborð á Barsskor á Trøllanesi. Drongurin verður stjóraður umborð. Maðurin á landi Jógvan í Innistovu hevur eisini enda á sær. Tað er pápabeiggi hansara Pól, sum tekur ímóti umborð Hjartans tøkk Hjartaliga takki eg øllum tykkum, sum við gávum, blómum, heilsanum og vitjan gleddi meg á níti á ára føðingadegi mínum. Henny Müller