Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-09-08, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. september 2009síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 170 - 08. september 2009 Omma fekk altíð ein at føla, at hon hevði bíðað allan dagin, bara at síggja teg og nú var dagur hennara fullkomin. Tann 26. juni stendur sum prent­ aður í høvdinum hjá mær. Tað var bakandi sól, og eg var ikki meira enn komin oman á fótbóltsvøllin, tá mamma ringdi og segði, at eg og babba máttu skunda okkum út á Ellis­ & røktarheimið í Runavík, tí omma lá til at doyggja. Eg rann niðan til okkum og segði við babba sum var, hann skundaði sær inn at skifta. Ímeðan ringdi eg til systir mína, Klaru, sum var komin út á Ellisheimið, og tá bar hon tey tungu sorgarboð, at omma okkara var farin frá okkum. Eitt gamalt enskt orðatak sigur: There’s no place like home except Grandma’s. Heimið hjá tær og abba hevur altíð verið eitt stað har ein hevur følt seg ógvu­ liga vælkomnan og eitt stað har øll familjan hevur verið samlað. Góða fitta omma, tú vart tann besta omman, ein kundi ynskja sær. Tí er saknurin av tær ómeta­ liga stórur. Men tíbetur eiga vit øll nógv góð og hugnalig minnir um teg. Hvussu tú virdi øll fólk líka og altíð vart so fitt og blíð við øll fólk. Hvussu tað altíð kom eitt stórt smíl á varrar tínar, tá ein kom at vitja teg. Eisini kann eg minnast aftur á, tá vit svóvu hjá tykkum, hvussu vit sótu í spísistovuni áðrenn farið var til songar, har annahvørt tú ella abbi lósu eina bøn, bóðu faðir vár og síðani signaðu okkum. Ikki minst minnist eg væl tann besta milliónbúffin tú gjørdi. Góði abbi, saknurin hjá tær er ómetaliga stórur, men vit eru øll her fyri teg. Jesuspápi verði hjá tær. Hvíl í friði góða omma. Sigrid Til minnis um mína fittu Klaru ommu Sunnudagin, 30. august 2009, fylti Heidi Petersen í Vestmanna fimmti ár. Heidi er í løtuni næsta kvinna á lista Tjóðveldisins til Løgtingið. Hon varð vald á ting í Norðstreymoyar valdømi í 2004 – sum fyrsta tjóðveldiskvinna í Norðstreymi, og onnur kvinnan nakran­ tíð eftir Mariu Hansen. Hon sat á tingi til tann 15. september í 2008, tá táverandi løgmaður sleit samgonguna, og hon skuldi júst taka við sum forkvinna í fíggjarnevndini. Tað er neyvan ov nógv sagt, at hevði Heidi Petersen sitið í hesum sessi í dag, og ein samhaldsføst samgonga hildið fram, høvdu fíggjarligu raðfestingarnar og skilið verið munandi øðrvísi og búskaparliga ábyrgdin á heilt øðrum støði í Føroyum í dag. Hetta hevur Heidi prógvað í sínum longu sera fjølbroytta politiska og fakliga virki. Heidi er kvíkingur, og giftist Tummasi av vælkendu Cristoph­ ersen­ættini í Vestmanna. Og hon hevur gjørt allar søgur um stríð og agg millum vestmenningar og kvíkingar til skamm­ ar. Heidi fór inn í kommunalpolitikk og var partur av teimum sterku kvinnum, ið tóku valdið og ábyrgdina í Vestmanna Bygdarráð í 1988 og leiddu bygdina gjøgnum kreppuárini, trupla skuld og brotasjógvar. Hon legði saman við hinum bygdaráðslimunum dentin á sosialar batar, mentan, skúla, umhvørvi, vinnuligar karmar og fíggjarligt skil. Frá 1988 til 1992 var Heidi somuleiðis nevndarlimur í Føroya Kommunufelag. Heidi er útbúgvin lærari, og hevur umframt nýskapandi virksemi og áræði í lærarayrkinum tikið fakliga felags­ ábyrgd sum formaður í Skúlaveg­ leiðarafelagnum. Í 2001 gjørdist hon forkvinna í Norð­ streymoyar Tjóðveldisfelag, og var við til at leggja lunnar undir, at Tjóðveldi framvegis átti annað umboðið í Norð­ streymi, til vallógin varð broytt í 2008. Frá 2002­2004 var hon formaður í aðalstjórn Tjóðveldisins og tók eisini her stóra ábyrgd, m.a. við størri átøkum at samskipa lokalu tjóðveldisfeløgini kring landið, og at fáa fólkaræði og ávirk­ an limanna at mennast í flokkinum. Heidi hevur sostatt gjørt eitt drúgt arbeiði, og hevur vunnið sær royndir í øllum slag av politiskum og fakligum arbeiði, áðrenn hon gjørdist tingkvinna. Hetta kemur eisini bæði henni, flokk­ inum og øllum tinginum til góðar. Hon er hugsjónarkvinna og hevur frælsi og fólkaræði sum fremstu politisku stavn­ hald. Og hon leggur alstóran dent á, at føroyskt tjóðarfrælsi skal byggja á veruligt frælsi millum landsins íbúgvar og eitt virkandi fólkaræði. Tað krevur ikki bert, at føroyingar taka fólkaræðið og ábyrgdina av øllum okkara viður­ skiftum. Men sjálvsagt eisini, at øll hava eins góða atgongd, ábyrgd og ávirkan á politisku avgerðirnar – ikki minst helvt­ in av øllum fólksliga tilfeingi landsins, sum ikki ber heitið kallkyn. Og tá Heidi hevði vunnið sær sætið á tingi í 2004 við einum sera góðum per­ sónligum vali, stóð skjótt øllum greitt, at hon ikki lat seg kísta av vanligum for­ dómum um kvinnur ella lat sær lynda ein trongan leiklut hjá kvinnum í polit­ ikki. Sjálv onnur tjóðveldiskvinna á tingi og bert sjálv triðja av øllum ting­ limum, vildi Heidi beinanvegin fara undir broytingar í stirvnum politiskum skipanum og hugburðum. Hon leggur doyin á, at vanliga býtið millum sonevnd “hørð” og “bleyt” virðir skal broytast, og vil sjálvandi eins væl fáast við vinnu­ mál sum við sosialmál og mentamál. Hon vil gera av við hugsanina, at kvinn­ ur skulu bara fáast við tað, ið onkusvegna hevur fingið heitið “bleyt virði”, meðan mennirnir skulu taka sær av teimum “hørðu virðunum” sum vinnu, pengum, tunlum, uttanríkispolitikkiog valdspolit­ ikki sum heild. Hvør skal siga: Hasum hava kvinnur jú ikki skil fyri. Ansið tit bara børnunum og teimum gomlu og sjúku, meðan vit eru úti og skaffa pen­ ing til húsarhaldið, fáast við vinnu og handil, byggja monumentini og gera teir hørðu rossahandlarnar. Ikki talingur um, sigur Heidi. Tískil gjørdist Heidi Petersen fyrsta kvinna á tingi, ið var framsøgufólk í fiskivinnumálum. Og hon legði í vinnu­ nevndini stóra orku í at gera sínar hugs­ anir greiðar um vinnumenning, umframt asfalt, betong og infrakervið, sum sam­ bært henni ikki skuldu skíggjast, men bert fáast í eina hóskandi langtíðarætlan og javnvigast við onnur týðandi virði. Samstundis legði hon stóra orku í onnur av hjartamálum sínum: Skúla og útbúgving, har hon var framsøgukvinna og hevði støðug uppskot um at menna fólkaskúlan, miðnámssskúlarnar og Fróðskaparsetrið, og hon eigur m.a. sín stóra lut í, at Fiskivinnuskúlin í Vest­ manna loksins fekk betri karmar. Ment­ an – har hon m.a. saman við Tjóðveldi fekk eitt uppskot samtykt um munandi størri játtan til Musikkskúlan og batar til Tjóðpallin og Mentanargrunnin. Umhvørvi – har hon var fyrst við upp­ skoti um tjóðarlundir í Føroyum. Sosial­ ar batar til veikastu samfelagsbólkarnar, har stakir uppihaldarar loksins fingu bat­ ar eftir at sama uppskot varð lagt fram 4 ferðir frá Tjóðveldi. Og í javnstøðuarbeiðinum hevur hon gingið undan við úrslitum. Heidi var saman við Annitu á Fríðriksmørk og Lisbeth L. Petersen stigtakari til útnorð­ urráðstevnu fyri kvinnur og til at stovn­ seta Demokratia, sum hevur bøtt mun­ andi um kvinnuumboðanina á tingi, hóast langt er á mál. Heidi torir at siga sína hugsan á røtt­ um stað, og hon fírir ikki fyri at svara aftur í sama stíli, tá jargongin við ting­ bólkaborðið ella á tingi, gerst íðan og kontant og harðmælt. Og hon hevur prógvað, at hon eisini torir at ganga undan og ímóti tí, sum kann geva prus og harðar atfinningar í politiska lívin­ um. Saman við Tórbirni Jacobsen legði hon uppskotið hjá Tjóðveldi fram um tilfeingisbúð, og hon hevur tosað fyri og atkvøtt fyri niðurskurði í fiskidøgum, hóast hon sjálv er virkin í felagi, sum rekur fiskivinnu og eigur fiskiskip. Hetta gevur harðar ákoyringar hjá øll­ um, og ikki minni munnu ákoyringarnar hava verið í baklandinum í Norðstreymi og á heimafrontinum. Rokni við, at nógvir verbalar bóltar eru smassjaðir tvørturum køksborðið heima í Mið­ alsbrekku, men Heidi stendur fast við tað, hon hevur lagt fram í politikki. Heldur ikki skal fjalast út yvir, at Heidi mangan hevur verið ósamd við und­ irritaða og tingbólkin um avgerðir, ið eru tiknar, og hon hevur gjørt tað greitt við nýtum orðum. Tá ið tíðin mangan hevur prógvað, at hon hevði rætt, er hon ikki farin í leiklutin at siga “hvat segði eg”, men hon velur politisku málini og hugsjónina fram um og stríðist víðari. Heidi Petersen var ein av teimum ið talaðu fyri at gera Føroyar til eitt val­ dømi við serligum denti á at styrkja kvinnuumboðanina á tingi. Lagnunnar speisemi vildi, at Heidi hevði verið vald syngjandi á ting í 2008, um Norðstreym­ oyar valdømi framvegis var. Men hon fegnaðist kortini um úrslitið, har tríggjar kvinnur komu á ting fyri Tjóðveldi, og har sera lítil munur er til næstu kvinnur­ nar á listanum. Hon fer við millumbili at taka sætið á tingi í hesum valskeið­ num í sambandi við farloyvir, og tað gleða vit okkum til í flokkinum. Vegna Tjóðveldi ynski eg Heidi Peter­ sen við familju hjartaliga tillukku við runda degnum við vón um drúgt sam­ starv og nógvar dystir frameftir. Høgni Hoydal Kvívíkskonubrot í Vestmanna fimmti Eg fekk boðini, at nú var Tórir sløknaður. Tað tók mær so nær, tí nú kendi eg Tóra so væl. Men eg má siga, at hann var kom­ in í ein høgan aldur og hann hevur havt sína heilsu líka til fyri hálvum ári síðan, tá eg fekk boðini um, at sjúkan var komin. Eg kom at kenna Tóra suðuri í Dali á einari dansi­ ferð, tá Eysturoyar Dansi­ felag kom at vitja Stígum Fast. Tórir kom at búgva í Stórhúsi. Tað er her, eg haldi til, tá eg eri í Dali. Síð­ an hava vit mangan práta saman. Bar hann eygað við meg, so vóru altíð hesi orð­ ini hjá honum: Nú, hevur tú verið í Dali fyri kortum og hvussu hava tey tað har suðuri í Dali. Jú, Tórir var ein fittur maður og vildi vita, hvussu fólki høvdu tað, sum hann kendi. Tá eg kom í føroyskan dans, so var tað næstan altíð, at Tórir var í dansi. Honum dámdi tað sera væl. Eg kom uppí Eystur­ oyar Dansifelag, har Tórir helt til. Einaferð fóru vit at vitja Sumbingar. Vit báðir, Tórir og eg, komu at búgva í sama húsi. Tað var bæði ein hugnalig og minnilig ferð. Vit vóru í Sumba tann 18. ­ 19. november 2005. Vit byrjaðu við, at elsti lut­ takari okkara, Tórir, sum var 87 ára gamal, skipaði Streingirsvísu. Út á náttina skipaði hann aftur og tók tvær stuttar vísir, Stærke Tidrik og Vaagen. Sumb­ ingar tóku væl undir við. Jú hesin túrurin situr fast í minninum hjá mær, og dansurin gekk avbera væl, kvæðini hoyrdust langar vegir. Tá vit skipaðu fyri tí al­ menna dansinum á Kyndils­ messu, var ofta at Tórir segði við meg: Ja, nú koma vit at dansa á Kyndilsmessu. Hann var spentur upp á hetta nýggja tiltakið hjá okk­ um. Eg vil takka Tóra fyri árini, dansurin var her í bygdini. Hann var altíð til reiðar at skipa og byrja hetta dansikvøldið við lív og sál. Eg kundi sagt meira um Tórir Thomsen, men tað eru tað ikki stundir til, tí tað er so nógv man kundi sagt frá. Óli Jacobsen hev­ ur skrivað nógv um hann í Sosalinum tann 23. juli 2008. Har sæst hvar hann hevur verið og annað sum Tórir hevur fingið við ígjøgnum árini. Eg vil hervið lýsa frið minninum og takka fyri lívs tíðina, sum vit hava kenst her á foldum. Andrass Jcobsen, Haraldssund nøvn Minningarorð um Tórir Thomsen f. 24. juli 1918 - d. 22. august 2009 Dagurin 8. september. Mariumessa um heystið. Hildin sum føðingardagur Mariu. (Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008)