týsdagur 8. september 2009síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
ÍTRÓTTARBLAÐIÐ
Sosialurin 8. september 2009
– Eg má viðganga, at fokus
fór eitt sindur, tá eg sá
rutuna. Undanbrekkurnar
vóru nógvar ferðir
verri enn í Føroyum, og
allastaðni var ferðsla, tú
skuldi ansa eftir, sigur
Súsanna Skylv, sum
sunnudagin var við til
kapping í hálvum Ironman
í Monaco
einslistir@kallnet.fo
Hilmar Jan
Hansen
Fyri aðru ferð í ár var Súsanna Skylv
árla sunnumorgunin við í einari
kapping í hálvum Ironman, sum
fevnir um 1,9 kilometra svimjing, 90
kilometra súkkling og 21,1
kilometra renning. Hesa ferð var
hon og kappaðist í fimtu útgávuni
av Ironman 70.3 í Monaco, sum er
ein av stóru kappingunum.
Í mai mánaði fekk hon gott úrslit
í einari sama slag kapping í
Eysturríki, og nú vildi hon royna seg
eina ferð aftrat. Undan fráferðini
hesa ferð, greiddi Súsanna millum
annað frá, at lendið í Monaco, har
kappingin skuldi verða, var meira
»kuperað« – men tað skuldi vísa
seg at vera lítið av miklum.
– Har, sum tað var bratt, var tað
bara nakað so øgiliga bratt, at eg
havi ikki upplivað nakað líknandi.
Bæði í renningini og súkklingini
kom eg hálvavegna í neyð av
undanbrekkunum, sum vóru nógv
verri enn í Føroyum, tí samstundis
sum eg skuldi royna at fáa eina
góða tíð, mátti eg eisini ansa serliga
væl eftir, tí ferðsla var allastaðni,
sigur Súsanna.
– Eg haldi, at tey koyrdu nokk so
vilt, hasi fólkini, sjálvt um tað var
bæði bratt og smalt. Longu, tá eg sá
rutuna, mátti eg meira ella minni
broyta málið, eg hevði sett mær. Og
meðan kappingin var í gongd,
mátti eg fleiri ferðir velja at hugsa
minni um at kappast og meira um
at súkkla ella renna skilagott og
trygt.
Bratt og smalt
Súsanna Skylv sigur, at á sløttum og
í mótbrekku var hon fult á hædd
við tær, hon kappaðist við, men at
hon slett ikki var til reiðar at taka
teir stóru kjansirnar í undanbrekku.
Og serliga heldur hon, at hon má
vera tekniskt betri fyri á súkkluni,
skal hon aftur taka slíkar túrar
omaneftir, sum talan her var um.
– Svimjingina var eg væl nøgd
við, tí hóast vit startaðu øll í senn,
kom eg væl frá tí. Somuleiðis var eg
nøgd við áttanda plássið, tí hetta
var veruliga ein avbjóðing fyri meg.
Eg má viðganga, at hetta var nógv
villari, enn eg hevði væntað
frammanundan, sigur Súsanna, sum
tó hevði eina góða ferð.
– Nú havi eg so roynt hetta, og
tað skerst ikki burtur, at hetta var
ein uppliving. Eg og vinkonan, sum
var við mær, hugnaðu okkum í
Monaco, samstundis sum hetta fyri
meg var krevjandi, bæði mentalt og
fysiskt. Og eg ivist í, um eg
nakrantíð aftur farið til hesa
kappingina í Monaco. Tað verður so
í øllum førum ikki í bræði.
einslistir@kallnet.fo
Hilmar Jan
Hansen
Í dýrdarveðri sunnumorgunin var
Súsanna Skylv við til stóru
kappingina í hálvum Ironman, sum
á fimta sinni var í fúrstadøminum
Monaco, har Súsanna taldist millum
tilsamans 1.182 íðkarar, ið royndu
seg. Albert prinsur av Monaco, sum
fyri kortum vitjaði í Føroyum, setti
kappingina í gongd á Larvotto-
strondini, har lagt var fyri við
svimjingini, ið fevndi um ein 1,9
kilometra langan tein.
Súsanna, sum fyrst og fremst
vildi vita, hvussu hon lá í mun til
tær bestu í heiminum, gjørdist
tilsamans nummar átta av Pro-
íðkarunum hjá kvinnum, og tað
vísti seg, at tað var í svimjingini, at
hon stóð seg best. Hon brúkti 29
minuttir og 58 sekund um at svimja
teinin, og tá hon kom uppúr, hevði
hon fjórðbestu tíðina.
Men tær, sum skuldu vísa seg at
enda framman fyri hana, brúktu
millum hálvan og ein minutt stytri
tíð um at skifta, áðrenn farið var
víðari við súkklingini, sum var á
einum 90 kilometra longum teini.
Her brúkti Súsanna tveir tímar, 59
minuttir og 29 sekund, og hóast
hon var millum tær skjótastu at
skifta millum súkklingina og
renningina, fekk hon kortini ikki
vunnið avgerandi inn á hinar.
Renningina, sum fevndi um hálva
marathonteinin upp á 21,1
kilometur, avgreiddi Súsanna upp á
ein tíma, 31 minuttir og 58 sekund,
so samlaða tíðin hjá henni gjørdist
fimm tímar, átta minuttir og 38
sekund, ið altso rakk til eitt áttanda
pláss. Tilsamans var hon góðar 21
minuttir eftir vinnaran og smáar 17
minuttir frá øðrum plássi.
Tá avtornaði, vóru tað tríggjar
franskar, ið tóku trý tey fremstu
plássini hjá Pro-kvinnunum, og hjá
Pro-monnunum vóru tað ávikavist
ein belgiari, ein eysturríkari og ein
frá Bermuda, ið komu upp á
sigurspallin. Og av teimum
tilsamans 1.182, ið byrjaðu
kappingina í teimum ymsu
bólkunum, fullførdu ikki færri enn
1.129 – svarandi til 95,5 prosent, ið
er framúr gott.
Fyri Súsannu Skylv var tað ein skelkur at vera til kappingina í hálvum Ironman í Monaco
sunnumorgunin, tí har var nógv brattari og smalari, enn hon hevði væntað, umframt at ansast skuldi
eftir ferðslu allastaðni
Mynd: Álvur Haraldsen
Villari enn væntað
Súsanna nummar átta
Tíðirnar hjá Súsannu
Svimjing
00:29:58
Skifti 1
00:03:56
Súkkling
02:59:29
Skifti 2
00:03:17
Renning
01:31:58
Tilsamans
05:08:38