Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-09-08, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. september 2009síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 8. september 2009 – Nr. 170 Børn ókeypis til landsdyst Skúla- og barnagarðsbørn sleppa ókeypis til landsdyst, tá føroyska U21-landsliðið spælir móti Letlandi mikudagin. Fótbóltssambandið skrivar á heimasíðu sínari, at áhugin fyri at síggja U21-landsliðið spæla er stórur, nú úrslitini hava verið somikið góð. Fólkaskúlar hava eisini sýnt dystinum áhuga, og tí hevur FSF gjørt av, at børn sleppa ókeypis til dystin, sum verður spældur á ovara vølli í Gundadali klokkan 13 mikudagin. Tveir upp á tíggju Tá føroysku landsliðsspælararnir fara á vøllin mikudagin, verður talan mest sannlíkt um tveir rundar dagar. Undan dystinum í annað kvøld hava Jónas Tór Næs og Egil á Bø spælt níggju dystir hvør, og tí koma teir upp á tveysiffrað landsdystartal, um teir verða at síggja á vøllinum. Tað sama hevði Bogi Løkin gjørt, um hann fekk verið við, men leikbannað merkir, at hann mest sannlíkt má bíða við hesum til dystin í Fraklandi. Tá ið Jákup Mikkelsen í morgin fer at umboða Føroyar fyri síðstu ferð á heimavølli, verða kenslurnar júst tær somu, sum tær hava verið hvørja ferð, hann tey seinastu fjúrtan árini hevur vart føroyska málið jakup@sosialurin.fo Jákup Mørk Tá ið landsliðini hjá Føroyum og Litava seint seinnapartin í morgin fer at ganga inn á grasvøllin á Svangaskarði, verður fremsti maður í føroysku røðini Jákup Mikkelsen. Seinastu árini hevur hann verið upplagda valið at vera liðformaður. Dysturin í morgin er serligur hjá Jákupi Mikkelsen, tí hetta verður síðsta ferðin, at hann á heimavølli fer at verja føroyska málið. Í næsta mánaði skulu Føroyar spæla í Fraklandi og Rumenia. Eftir ætlan verður veteranurin eisini tær ferðirnar í føroyska málinum, men tað verður síðsta punktum. - Hetta er ikki ein nýggj støða. Tað er langt síðani, at eg gjørdi av, at hetta verður síðsta árið hjá mær. Tað hevur verið spennandi og hugaligt, og tað er tað framvegis.. Um eg ikki hevði kent á mær, at tað framvegis bar til at vera við, so var eg givin, staðfestir Jákup Mikkelsen, sum er ein tann størsti føroyski fótbóltsspælarin nakrantíð. Eitt er, at hann fyri níggju árum síðani í Herfølge var við til at vinna danska meistaraheitið, og at hann seinni spældi bæði í Noregi og Skotlandi. Hann hevur framúr hegni sum málverji, og so er tað verumátin. Málverjin ger einki hóvasták burtur úr sær sjálvum. Hann er altíð klárur at rósa hinum, og fáu mistøkini hevur hann altíð verið skjótur at taka á seg – eisini tá ið tað var eyðsýnt, at onkur annar átti tey. Fyrireikingin Er tað nakar munur á, hvussu tú fyrireikar teg til dystin ímóti Litava, og hvussu tú hevur fyrireikað teg til allar hinar landsdystirnar, sum tú hevur spælt? - Tað haldi eg ikki. Dagarnar upp undir landsdystirnar er tað ikki frítt, at nervarnir hava hug at spøkja. Men tá ið eg havi fingið málverjutroyggjuna niður um herðarnar, so eru nervarnir burtur, og tá ið vit eru komnir inn á vøllin, so hugsi eg ikki um landsdystirnar á annan hátt, enn eg hugsi um allar aðrar fótbóltsdystir. Summum dámar væl at lurta eftir tónleiki síðstu løtuna, áðrenn farið verður inn á vøllin. Soleiðis er tað ikki hjá mær. Tá ið eg eri púra klárur, dámar mær væl at sita púra stillur í einar fimm minuttir og fokusera upp á uppgávuna. Er tað ein kunstur at seta seg upp? - Tað kann kanska eisini hugsast at vera ein rutina. Men tað er eitt sindur ymiskt. Tá ið mótstøðuliðini eru eitt nú Týskland og Frakland, so er vandi fyri, at tú verður yvirgiraður. Tá ræður um at dempa seg. Tá ið vit í morgin fara at spæla ímóti Litava kennist tað heilt øðrvísi, tí tá kennir tú so at siga ongar av spælarunum. Minniligar løtur Enn resta tað tríggir dystir, áðrenn Jákup fer at leggja landsliðsbúnan frá sær fyri síðstu ferð. Men nú hann á sjómansheiminum í Runavík fyri síðstu ferð fyrireikar seg til landsdyst á heimavølli, spyrja vit, hvørjar landsdystir hann minnist best afturá. Tað eru nógvir dystir at velja ímillum. Í morgin fer Jákup at verja føroyska málið fyri 65. ferð: - Um vit síggja tað út frá avbjóðingunum, so hevur tað sjálvandi verið heilt fantastiskt at spæla ímóti Italia, Fraklandi og ikki minst Týskland. Báðir dystirnir ímóti Týsklandi vóru serligir, og tað kemur framvegis fyri, at eg hugsi um teir og iðri meg um, at tað ikki eydnaðist at fáa stig ímóti teimum. Vit minnast, hvussu tætt tað var við, at vit javnaðu, tá ið Hjalgrím Elttør í síðstu løtu har niðri sendi bóltin í stólpan. Og á heimavølli hildu vit tørn, inntil tað bara var ein lítil løta eftir. Tað vóru fýra minuttir eftir, tá ið Klose stútaði teir framum. Harmuligt var tað, at teir skuldu skora eftir deyðbóltsstøðu, og serliga harmuligt var tað, at Klose skuldi vera so illa ansaður! Hvat metir tú at vera besta avrikið hjá tær á landsliðnum? - Tað hevði verið rættari at latið onnur mett um tað. Men avrikið, sum eg minnist best aftur á, var í Vilnius í Litava 10. oktober 1998. Úrslitið var 0-0. Serliga fyrra partin av 1. hálvleiki vóru vit undir øgiligum trýsti, og tá vóru vit hepnir, at teir ikki skoraðu. Einki sjónvarpssignal var til Føroya fyrstu løtuna, og eg havi ongantíð sæð dystin í sjónvarpinum, men hesin dysturin og serliga teir fyrstu tjúgu minuttirnir standa fyri mær sum ein fín løta, minnist Jákup Mikkelsen aftur á. Eru tað tær somu dygdirnar, ið tú nýtir, nú tú ert 39 ára gamal, sum tú nýtti, tá ið tú fyri 21 árum síðani fyrstu ferð var í landsliðsferðalagnum? - Sum eg segði, so havi eg higartil havt ta kensluna, at eg ikki eri so nógv eldri enn hinir, hóast eg 14. august fylti 39 ár. Men sjálvandi eru tað aðrar kompetansir, sum nú hava størri týdning, enn tær áður høvdu. Royndirnar hava ógvuliga nógv at siga. Tær fært tú bara við at spæla. Royndirnar sært tú á so ymiskan hátt. Eitt er, at tú ikki ert darvaður av nervum. Eitt annað er, at tú undir dystunum kennir so nógvar støður aftur. Hetta ger seg galdandi í evarska lítlum løtum, tá ið royndirnar ofta gera, at tú velur røttu loysnirnar Hinar uppgávurnar Jákup Mikkelsen er familjumaður um ein háls. Hann er skúlalærari í Klaksvík, har hann eisini er býráðslimur, og so er tað málverjuplássið í KÍ. Barndómsfelagið er í tungum sjógvi, og bjargingarroyndin, sum stendur fyri framman, hevur stóran týdning fyri Jákup. - Men tá ið eg í morgin fari á vøllin á Svangaskarði, so eru KÍ og spurningurin, um vit fara at megna at varðveita plássið í bestu deildini, lagdir til síðis. Tá fari eg bara at fokusera upp á avbjóðingina ímóti Litava. Hósmorgunin verður Jákup aftur til arbeiðis í skúlanum á Ziskatrøð í Klaksvík: - Børnini eru áhugað, hvussu tað gongst mær á landsliðnum, og eg veit, at tey fara at spyrja um dystirnar í Eysturríki og tann í morgin. So tað fara vit ivaleyst at brúka nakrar minuttir at práta um. Men nú verður tað ikki so ofta aftrat, at lærarin verður burtur frá arbeiði í landsliðsørindum. Dupult túrurin til Fraklands og Rumenia verður upp undir og í heystfrítíðini, og tá ið vit fara í skúla aftur eftir heystfrítíðina er tað heilt víst, at eg ikki longur veri partur av landsliðnum. Tað hevur verið fantastiska áhugavert og læruríkt, men alt hevur sína tíð. Tað er hugaligt at síggja, at ungu menninir longu hava nógvar royndir, og at teir eru so evnaríkir. Og so er bert eftir hjá okkum øllum at ynskja Jákupi Mikkelsen alt tað besta ímóti Litava í morgin. Hann hevur verið ein knassi, og hann hevur verið eitt framúr umboð fyri føroyskan fótbólt. Ein livandi legenda sum føroyskir fjepparar í morgin fara at takka fyri avrikini og ynskja alt tað besta. Nervarnir liggja eftir í umklæðingar­ rúminum