Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-09-08, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. september 2009síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 8. september 2009 – Nr. 170 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 23 Níggju venjarar fingið B-prógv FSF skrivar á heimasíðu síni, at níggju venjarar afturat nú hava staðið B-royndina sum venjarar. Talan er um fyrra liðið av tveimum, sum seinastu tíðina hava tikið hesa útbúgvingina. Næsta liðið fer upp til próvtøku tann 19. september. Teir níggju, sum hesa ferð hava tikið prógv, eru Kim Petersen, Janus Rasmussen, Svenn Ó. Olsen, Kristian Danielsen, Ingi Rasmussen, Bjarni Arnason, Súni Fríði Barbá, Sonni Ó. Djurhuus og Alaxandar Jovevic. Landsdystirnir hoyrast á Rás2 Eins og leygardagurin var tað, verður mikudagurin fótbóltsdagur burturav á Rás2. Fyrrapartin verður drúgv upptaktssending til teir báðar landsdystirnar, sum eru á skránni, og Frásøgumenninir standa sjálvandi til reiðar, tá dysturin hjá U21-landsliðnum móti Letlandi verður sparkaður ígongd klokkan 13. Eftir hetta snýr tað seg um A-landsliðið, og eisini frá Svangaskarði verður beinleiðis frásøgn av tí, sum fyriferst kring vøllin. Jákup Mikkelsen og Gunnar Nielsen eru landsliðsmálverjar í løtuni. Enn er Jákup fyrsta valið til plássið, men lítil ivi er um, at Gunnar Nielsen stendur fyri tørni, tá farið verður undir nýtt landsliðsár Mynd: Hilmar Jan Hansen/Einslistir Abraham Løkin metir seg hava ovmikið at síggja til í løtuni, og tí verður hann ikki á føroyska venjarabeinkinum mikukvøldið jakup@sosialurin.fo Jákup Mørk Tá Brian Kerr tók við sum landsliðsvenjari, var ein tann fyrsta avgerðin hjá honum at víðka venjaratoymið, soleiðis at Abraham Løkin eisini varð partur av hesum. Saman við Jens Martini Knudsen hevur Abraham verið hjálparvenjari til dystirnar móti Serbia, Fraklandi og Eysturríki, men tað verður hann ikki móti Litava mikukvøldið. - Eg tók av, tá hesin møguleikin stóð mær í boði fyrr í ár, men eg má ásanna, at eg kanska havi átikið mær ov nógvar uppgávur. Tí havi eg saman við FSF og Brian Kerr valt at taka ein steðg við hesum partinum av mínum venjarayrki, sigur Abraham Løkin. Umframt at vera hjálparvenjari hjá A-landsliðnum, er Abraham eisini annar av venjarunum hjá ÍF, sum siglur tungan sjógv í Vodafone-deildini, og hann er eisini høvuðsvenjari hjá U19- landsliðnum. Og hesar báðar sessirnar fer hann framvegis at røkja. Abraham Løkin er ikki við, nú landsliðið fyrireikar seg til dystin móti Litava mikukvøldið Abraham tekur time-out