týsdagur 8. september 2009síða 24
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 8. september 2009 – Nr. 170
KÍ kærir til starvsnevndina
KÍ hevur als ikki áhuga í at sleppa málið um spæliloyvið hjá
Christiani Restorff Mouritsen. Í gjár sendi felagið skriv til
Starvsnevndina hjá FSF, har tey staðiliga heita á nevndina um at
lata Aganevndina taka støðu til málið viðvíkjandi spæliloyvinum.
Í skrivinum sigur KÍ, at talan er um sera prinsipielt mál, tá flytingin
fyrst varð noktað og síðani gjøgnumførd, hóast løgfrøðiligur
ráðgevi mælti frá hesum.
Perez skal ansa tranfer-
marknaðinum
Forsetin í Real Madird, Florentino Perez, hevur í summar nýtt 2,2 milliardir krónur
at styrkja sær um hópin. Tí tykist tað mest sum margháttligt, at hann nú er
valdur til formann í serligari nevnd, sum hevur til endamáls at steðga
ørskapinum, sum tykist vera á marknaðinum. Talan er um nevnd, sum er sett
eftir ynski frá UEFA-forsetanum, Michel Platini. Nevndin varð sett, júst tí Platini
hevðist at ørandi upphæddunum, sum Real Madrid nýtti í summar.
Næstformaður í nevndini er David Gill, stjóri í Manchester United.
Samstundis sum KÍ vann
stórsigur á B68 og Skála
vann trygt á EB/Streymi,
mátti AB taka til takkar við
javnleiki í Gøtu, og sostatt
eru klaksvíkskvinnurnar
farnar tvey stig framum
tær á Argjum, nú bara
trý umfør eru eftir av
landskappingini
einslistir@kallnet.fo
Hilmar Jan
Hansen
Í eina tíð hevur staðið á jøvnum í
stigum millum KÍ og AB, men
kortini hevur munur verið á, tí KÍ
hevur havt so nógv betri málúr-
tøku. Men eftir umfarið um viku-
skiftið øktist munurin ordiliga, tí nú
er KÍ eisini tvey stig framman fyri, og
sostatt økist trýstið á AB.
Orsøkin til hetta var, at AB rendi
seg í harða mótstøðu í Gøtu
sunnudagin, har Víkingur tók ímóti.
So mikið hørð var mótstøðan, at AB
bert fekk eitt stig burtur úr dyst-
inum – og enntá kundi farið avstað
við púrt ongum, tá samanum kom.
Hetta merkir kortini ikki, at allur
spenningurin í bestu kvinnudeildini
er fokin, tí Vikingur – sum vit eisini
hava nevnt fyrr – kann saktans
koma at spæla ein avgerandi leiklut
í oddastríðnum, hóast liðið hvørki
kann vinna gull ella silvur, men
longu nú við vissu endar við at fáa
bronsumerkini.
Og eins og Víkingur tók stig frá
AB, kann liðið gera tað sama sunnu-
dagin, tá liðið vitjar KÍ í Klaksvík. Vík-
ingur hevur fyrr í ár spælt javnt
ímóti KÍ, og einki bendir á, at liðið er
nakað viknað, síðani tað hendi í juni
mánaði.
Grind og bóltur
Hóast ein grind var hildin til í Gøtu,
samstundis sum Víkingur sunnu-
dagin hevði vitjan av AB, var heilt
fitt av áskoðarum. Fleiri vóru
komnir av Argjum og somuleiðis
var heimafólkið væl umboðað kring
vøllin, so karmarnir vóru góðir.
Talan var um ein javnan dyst, har
tað nógva av spælinum var á
miðvøllinum, men tá avtornaði, var
tað óivað AB, ið hevði allar orsøkir
til at fegnast meira um javnleikin,
enn Víkingur. Tað vísti seg, at Vík-
ingur hevði fleiri rættiliga góðar
kjansir og betri møguleikar at fáa
fleiri mál, enn AB hevði tað.
Steintóra Joensen legði annars
AB á odda mitt í fyrra hálvleiki við
einum dundurskoti úr 20 metrum,
tá bólturin kom út til hennara eftir
eitt hornaspark. Men fáar minuttir
inn í seinna hálvleik svaraði Heidi
Sevdal aftur og javnaði fyri Víking
fyri eisini einum dundurskoti, ið
brast í yvirliggjaran, niður í vøllin
og so í málið.
Eftir útjavningina hevði Heidi
enn eitt skot á yvirliggjaran, um -
framt at AB-málverjin, Simona
Heinesen, í tveimum førum bjarg-
aði væl. Størsta kjansin hjá AB hevði
Mona Breckmann, sum fór avstað í
høgru síðu, men úr spískum vinkli
mátti síggja Annu Kristinu Joensen
í málinum hjá Víkingi vera fyri.
Greiðir sigrar
Í hinum báðum dystunum
sunnudagin hendi einki óvæntað, tí
báðir favorittarnir vunnu – og KÍ
vann so mikið stórt, at málúrtøkan
nú er heili 45 mál betri enn hjá AB,
umframt tey bæði stigini, KÍ nú er
frammanfyri.
Hesa ferð vóru klaksvíkskvinnur á
Toftum og spældu ímóti felags-
liðnum B68/NSÍ, ið tó einki fekk
gjørt fyri at forða fyri skrædlinum.
KÍ skoraði longu í fyrsta minutti og
helt so fram og vann 9-1, eftir at
hava verið á odda 4-0 í hálvleik-
inum. Minkandi málið hjá heima-
liðnum kom ikki, fyrr enn KÍ var á
odda 8-0, so tað pyntaði nóg illa
um úrslitið.
Fyri KÍ skoraðu Sigrid Jacobsen,
Rannvá Andreasen og Sofía Purk -
hús tvey mál í part, og Tove
Sólheyg, Malena Josephsen og
Randi Wardum skoraðu hvør sítt,
harav tað hjá Randi var upp á
brotsspark ímóti endanum.
Einsamalla málið hjá B68/NSÍ
skoraði Erna Svalbard.
Skála vann eisini sum væntað á
heimavølli ímóti EB/Streymi, men
her gjørdist ikki talan um stórsigur,
hóast Skála hevði greiða yvirvág og
nógv fleiri málkjansir enn teir báðar,
ið góvu málini í 2-0 sigrinum.
Fríðrún Danielsen skallaði bóltin í
málið til 1-0 í fyrra hálvleiki eftir eitt
vælspælt álop, og í seinna hálvleiki
var tað 15 ára gamla Birna
Johannesen, ið staðfesti sigurin fyri
Skála, sum leingi hevur ligið á
einum tryggum fjórða plássi.
1. deild kvinnur:
Víkingur skutlaði AB
Sigrid Jacobsen var ein
av trimum spælarum
hjá KÍ, sum sunnudagin
skoraðu tvey mál í part í
stórsigrinum á B68/NSÍ. Av
tí at AB spældi javnt ímóti
Víkingi, fór KÍ nú tvey stig
fram um kvinnurnar av
Argjum
Mynd: Hilmar Jan Hansen/Einslistir
1. deild kvinnur
Nr
Lið
Dystir
V
J
T
Mál
+/÷
Stig
1
KÍ
17
14
2
1
87- 7
+80
44
2
AB
17
13
3
1
42- 7
+35
42
3
Víkingur
17
9
4
3
36-20
+16
31
4
Skála
17
6
1
4
21-43
÷22
19
5
EB/Streymur
17
2
1
14
8-58
÷50
7
6
B68/NSÍ
17
1
1
15
6-65
÷59
4
B68/NSÍ-KÍ 1-9 (0-4)
0-1: Sigrid Jacobsen
0-2: Tove Sólheyg
0-3: Sigrid Jacobsen
0-4: Rannvá Andreasen
0-5: Malena Josephsen
0-6: Sofía Purkhús
0-7: Rannvá Andreasen
0-8: Sofía Purkhús
1-8: Erna Svalbard
1-9: Randi Wardum
Víkingur-AB 1-1 (0-1)
0-1: Steintóra Joensen
1-1: Heidi Sevdal
Skála-EB/Streymur 2-0 (1-0)
1-0: Fríðrún Danielsen
2-0: Birna Johannesen