mikudagur 9. september 2009síða 4
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
tíðindi
Nr. 171 - 09. september 2009
Tveir rørslutarnaðir
menn í Klaksvík
noyddist at fara við
hýruvogni til Gjáar
seinasta vikuskifti, og
fyri ferð og upphald
rindaðu teir um 3000
krónur hvør
RøRslutaRnað
Randi Jacobsen
randi@sosialurin.fo
Forðingarnar eru nógvar
hjá teimum rørslutarnaðu
fólkunum, og skulu tey
hava flutning seint um
kvøldið ella um vikuskiftið,
eru ongar sersømdir.
Hetta fingu tveir menn í
Klaksvík at sanna seinasta
vikuskiftið.
Sum limir í Heilafelag
num høvdu teir teknað seg
til
vikuskiftisuppihaldið,
sum er annað hvørt ár við
Gjógv.
Báðir búgva í Sambýli
num undir Heygnum í
Klaksvík, og teir sita í
koyristóli.
Júst hetta vikuskiftið lá
ikki fyri hjá nøkrum av
teirra avvarðandi at koyra
teir til Gjáar, og tí átók
Súsanna Olsen, leiðari á
Sambýlinum at finna eina
loysn.
Hon
ringdi
fyrst
til
Miðlan hjá kommununi, og
Miðlan beitti hana víðari til
sløkkiliðsstjóran.
Hýrivognurin bíligari
Jú, bussurin hjá Serflutnings
skipanini kundi koyra teir til
Gjáar, men túrurin fór at
kosta umleið 2500 krónur
aftur og fram, tí kostnaðurin
er 400 krónur um tíman, og
so kom tunnilsgjald og
annað aftrat.
Súsanna Olsen segði nei
takk og fann eina aðra
loysn, og tann loysnin var
at leiga ein bil. Hesin flutn
ingurin kostaði 1100 krón
ur. 550 krónur hvønn veg.
Í hesum førinum kundi
henda loysnin brúkast, tí
menninir vóru rímiliga væl
fyri og kundu tí sjálvir seta
seg í hýrivognin.
Aftaná viðgongur Finn
Hansen, sløkkiliðsstjóri í
Klaksvík, at hann hevur
gjørt eitt mistak. Gjaldið
skuldi
verið
sum
fyri
vanligan hýruvogn, soleiðis
sum
leiðbeningin
fyri
bussin eisini sigur.
Stuðul fór við
Teir báðir rørslutarnaðu
menninir kundu ikki fara
einsamallir til Gjáar. Stuðul
fór við, og teir máttu sjálvir
gjalda viðkomandi sam
sýning.
Samanlagt kom vikuskift
ið at kosta teimum umleið
3000 krónur hvør, og tað
rindaðu teir fegnir fyri eitt
gott vikuskifti. Sjálvt viku
skiftisupphaldið
kostaði
500 krónur frá leygardegi
til sunnudag.
Til dagligt er skipanin
við
serflutningsbussinum
ein góð loysn, tí brúkararnir
kunnu keypa 10túrakort
fyri 100 krónur.
Finn Hansen heldur ikki,
at skipanin er nóg góð, tí
bussurin koyrir ofta fólk,
sum ikki júst hava ser
flutning fyri neyðini, og tí
er ætlanin í kommununi at
hava fund um málið í hesi
vikuni.
Vánalig almenn
skipan
Støðan í Havn er ikki frægari.
Johan Samuelsen, sum
situr í koyristóli, sigur, at
mangan er torført at leiga
serflutningsbussin, tí hann
verður brúktur til nógvan
annan flutning. Skalt tú leiga
bussin um vikuskiftið, skal
hann bíleggjast í seinasta lagi
á middegi mikudag.
Og tað er einki serligt at
fara í eina veitslu og ikki
hava annan flutningsmøgu
leika enn henda bussin, tí tá
noyðist tú heim longu í sein
asta lagi klokan 23, sigur
Johan
Samuelsen,
sum
sjálvur nú lítið brúkar skip
anina, við tað at hann hevur
fingið sær egna bil, egnaður
til rørslutarnað fólk.
Hann á hálovar annars
Mini Buss Taxa. Har eru
álitisfólk, sum altíð kann
ringjast til, dag sum nátt.
Men bussur teirra er slitin
niður, og tað loysir seg ikki
hjá teimum at fáa sær
nýggjan bussu, tí tað al
menna hevur koyringina voð
rørslutarnaðum um dagin.
Tað hevði verið nógv
frægari at havt serflutn
ingskoyringina á privatum
hondum, í staðin fyri at tað
almenna liggur og tvætlar
uppií og veitir so vánaliga
tænastu,
sigur
Johan
Samuelsen.
Hann heldur tað eisini
vera løgið, at Tórshavnar
kommuna hevur ókeypis
busskoyring,
tí
ókeypis
koyringin er ikki galdandi
fyri rørslutarnað fólk.
Dýrur túrur til Gjáar
Ein ókendur hundur
hevur í nátt ella
tíðliga í morgun
dripið einar 20
dunnur sundur við
Ovaru Gøtu í Hoyvík.
Bert ein dunna var
livandi, tá eigararnir
komu á staðið
Hundalív
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
myndir: Jens Kristian Vang
Tá eigari av einum stórum
dunnuflokki
við
Ovaru
Gøtu í morgun kom at geva
dunnunum fóður, var tað
ein ótespilig sjón, hann
kom til. Umleið 20 dunnur
lógu spjaddar runt, sundur
skræddar í einum sonnum
blóðbaði.
Ein
einsamøll
dunna,
sum var sloppin út úr
dunnugarðinum, gekk eftir.
Hon var tó so illa bitin, at
hon má avlívast.
Løgreglan var longu á
staðnum, tá Hendrik Olsen,
ein av trimum eigarum,
kom til dunnugarðin í
morgun. Tá hevði onkur, ið
er komin framvið, longu
boðað løgregluni frá.
Hundurin lá og goymdi
seg inni í dunnuhúsinum.
Tá menn royndu at fáa fatur
á hundinum, slapp hann tó
til rýmingar, og enn er óvist
um hundurin er fangaður.
Onkur hevur tó fingið
mynd av hundinum við
fartelefonini, tá roynt var at
fanga hann, og myndin er
latin løgregluni.
Vakthavandi á løgreglu
støðini í Havn greiðir frá, at
teir hava fingið fatur á
einum persóni, ið saknar
ein hund, sum minnir nógv
um tann, ið er á myndini.
Hundurin er av slagnum
Retriever.
Obligatoriska
hunda
tryggingin – um nøkur slík
er – eigur at dekka útreiðsl
urnar hjá eigarunum av
dunnunum.
Verða hundurin og eigara
maður
hansara
funnir,
kunnu teir vænta sær eina
bót á upp til 600 krónur, tá
hundurin ikki hevur loyvi
at ganga leysur í Tórshavnar
Kommunu, og hartil eisini
hevur framt »herverk«.
Hundur slaktar 20 dunnur
- Myndartekstur: Dunnurnar
eru at kalla sundurskræddar,
og tann einasta, sum var
sloppin undan blóðbaðnum
inni í garðinum, er so illa bitin,
at lívið má takast av henni
Farrell sloppin leysur
Tað eydnaðist tíðliga í morgun servandum bretskum
hermonnum at fría tíðindamannin Stephen Farrell og tulkin
Sultan Munadi, sum vórðu burturfluttir í afghanska
landspartinum Kunduz seinasta leygardag. BBC sigur, at ein
tyrla setti nakrar servandar hermenn niður uttan fyri húsini,
har tíðindamaðurin og tulkurin sótu gíslar hjá einum
Talibanleiðara. Hermenninir skutu Talibanleiðaran, ein
annan mann og eina kvinnu, sigur BBC. Stephen Farrell
arbeiðir sum tíðindamaður hjá amerikanska blaðnum New
York Times, men hann er bretskur og írskur ríkisborgari.
Ísbjarnirnar minka
Granskarar á lærda háskúlanum í Århus hava nú
staðfest, at ísbjarnirnar eru minni á vøkstri nú enn
fyrr. Tað úrslitið eru granskararnir komnir til, eftir at
teir hava kannað ísbjarnaskøltar. Tann elsti skølturin
er frá 1892, og kanningarnar vísa, at dagsins ísbjarn
ir eru níggju prosent minni enn ísbjarnirnar fyri 100
árum síðani. JyllandsPosturin skrivar frá granskar
unum, at helst eru ísbjarnirnar minkaðar, tí tað er
minni havísur nú enn fyrr, samstundis sum ymisk
umhvørviseitur munnu hava gjørt sítt.