Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-09-09, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. september 2009síða 5

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 171 - 09. september 2009 5 tíðindi www.ekort.fo Eik Banki P/F er kortútgevari Tú og – vinna hvørja ferð! kortið er eitt MasterCard við innbygdum kreditti, sum kann brúkast um allan heimin. Við ekortinum vinnur tú pening fyri hvørt keyp. Hvørja ferð tú rindar við ekortinum í Føroyum, Danmark og Grønlandi, verður ein upphædd flutt á vinningskontu tína. Harafturat lata korthandlar í Føroyum eitt fast prosenttal í avsláttri. Í desember mánaða hvørt ár, fært tú uppsparda vinningin útgoldnan, og tá merkir tú veruliga fyrimunin við kortinum! Ert tú 18 ár, kanst tú søkja um kort. Fyll út umsóknarblað á www.ekort.fo ella set teg í samband við ekort á tel. 348 348 BYGMA BALSLEV SØKIR... leiðara til Byggibúðina. Byggibúðin hjá Bygma Balslev, ið er tann elsta í landinum, er nýliga ístandsett og dagførd, so tað er ein nýmótans handil, ið tú kemur at verða leiðari fyri. Tú fært ábyrgdina av dagliga rakstrinum av Byggibúðini, og ein munandi partur av arbeiðinum verður at motivera starvsfólki, og geva íblástur soleiðis at Bygma Balslev heldur fast um leiðandi leiklutin á marknaðinum. Harumframt fært tú eisini ábyrgdina fyri marknaðar- føringini av Bygma Balslev. Tú mást vænta ymsar arbeiðstíðir og nakrar langar dagar av og á, og vit vænta at tú, við ágrýtni og góðum keyp- mansskapi, tryggjar framhaldandi framgongd. Best er um tú hevur hóskandi leiðsluroyndir/útbúgving, og er stinn/ur í teldunýtslu. Bygma Balslev kann bjóða tær eitt gott, trygt starv, við góðum arbeiðsfeløgum, og góðum umstøðum annars. Lønin verður ásett eftir avtalu. Ljóðar hetta áhugavert, so er at senda umsókn sum skjótast, og viðhefta avrit av møguligum prógvum og viðmælum. Umsóknin skal verða okkum í hendi í seinastalagi 28. september. Nærri upplýsingar fáast við at tosa við Bent á Lava - bent@balslev.fo #ZHNB#BMTMFWr7FHVSJO-BOHJr)PZWÑLrUMGrXXXCBMTMFWGP Tá ið nýggjur dóm­ próstur skal veljast fyri Bjarna Bæk, sum fer frá 31. januar, skulu kirkjuráðini í Suðurstreymar eystara prestagjaldi, ráðið fyri Dómkirkj­ una, ráðið í Nólsoy, Kaldbak og í Hoyvík innstilla. Lógarverkið er afturút, og tí er ógreitt, hvør setanar­ myndugleikin er Fólkakirkjan Randi Jacobsen randi@sosialurin.fo Meira enn tvey ár eru liðin, síðan fólkakirkjan kom á føroyskar hendur, og fram­ vegis haltar lógarverkið. Tað hevur sín týdning, tá ið nýggjur dómpróstur skal veljast um nakrar mánaðir. Bjarni Bæk hevur biðið um at verða loystur úr embætinum 31. januar næsta ár, og bispur hevur játtað umbønini. Men ongar reglur eru fyri, hvussu nýggju dóm­ próstur skal veljast, og hvør setanarmyndugleikin er, tí tað finst eingin lóg enn við­ víkjandi setan av nýggjum dómprósti. Jógvan Fríðriksson, bisp­ ur hevur tí bara gjørt av, at kirkjuráðini í Suðurstreymar eystara prestagjaldi skulu innstilla. Nú eru kirkjuráðini trý, kirkjuráðið fyri Havnar kirkju, ráðið í Nólsoy og í Kaldbak. Á kirkjuráðsvali­ num 3. november verður kirkjuráð á fyrsta sinni valt fyri Hoyvíkar kirkju, og tað verða sostatt bara hesi fýra kirkjuráðini, sum skulu innstilla. Hini kirkjuráðini í Føroyum verða ikki hoyrd, hóast dómprósturin er próst­ ur fyri alt landið, tí dóm­ prósturin er hálva tíð sóknar­ prestur í Suðurstreymoyar eystara prestagjaldi. Eftir at tey fýra kirkju­ ráðini hava innstillað, ger bispur sína innstilling til Mentamálaráðið, og hann er óheftur av hinum innstill­ ingunum. Ógreitt er, um setanar­ myndugleikin verður Helena Dam á Neystabø, landsstýris­ kvinna í mentanarmálum, ella tað verður Kaj Leo Johannesen, løgmaður. Jógvan Fríðriksson, bispur miðar eftir, at øll tey fyribils settu prestastørvini verða vald um sama mundið sum nýggi dómprósturin. Umframt fyribils settu størv­ ini í Klaksvík, á Gjarðanesi og í Kvívík verður eisini eitt starv leyst í Suðurstreymoyar vestara prestagjaldi. Tað er eitt nýtt starv, sum bispur ikki hevur viljað lýst leyst, so leingi tað hava verið so nógv fyribils prestar. Men nú eru sáttmálaviðurskiftini við at koma í rættlag. Fýra kirkjuráð velja Føroya próst Bjarni Bæk, sum er 69 ára gamal, fer frá fyri aldur seinast í januar