Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-09-09, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. september 2009síða 6

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 tíðindi Nr. 171 - 09. september 2009 Áskoðararnir verða tveittir út á opið hav kensluliga, tá leikbólkurin Tvazz trínur inn á Landssjúkrahúsið við einum leiki um tunglyndi og sjálvmorð Sjónleikur Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Myndir: Jens K. Vang Einasta amboðið á pallinum er ein knívur. Restin er ein náðileys ferð gjøgnum myrka sinnið hjá eini ungari kvinnu móti sjálvmorðinum. Pallurin er Landssjúkra­ húsið, og sum áskoðari ert tú í iva, um tú hevur leik­ lutin sum sjúklingur, dóm­ ari ella lúrari. Eina løtu vónar tú kanska, at tú kanst vera hjálpari ­ men gloym tað. Onki kann forða ungu kvinnuni, sum stýrir beint móti lokkandi staðnum, har pínan sleppur takinum. Og tú sleppur heldur ikki at ugga teg við tankan um, at beiska søgan nokk bara er íspunnin. Tað er hon ikki. Vendir ranguna út Við leikinum 4.48 Psykosa er leikbólkurin Tvazz farin undir eitt tað mest trupla og tabufongda evni, vit kunnu ímynda okkum ­ lýst av eini kvinnu, sum visti, hvussu tað kendist at taka sítt egna lív. Kortini er tað ikki enska leikhøvundanum Sarah Kane vit skulu leita eftir í hesi søguni, men heldur okkum sjálvum, sigur høvuðsleikarin Gunnvá Zachariassen. ­ Hendan søgan er nógv størri enn bæði Sarah, tú ella eg. Tí nyttar tað heldur onki hjá mær bara at heinta minar egnu smáu neurosur fram fyri at fylla leiklutin. Her er tað í nógv størri mun enn vanligt sterku kreftirnar í tekstinum, sum stýra mær enn øvut, ásannar Gunnvá Zachariassen, sum í hálvan annan tíma 'vendir ranguna út' á pallinum, sum hon tekur til. Ikki soleiðis at skilja, at leikurin er eitt langt sinni­ sjúkt ýl uttan mál og mið. Tí hóast hon var sjúk, tá hon skrivaði leikin, er ongin ivi um, at Sarah Kane visti, hvat hon gjørdi og tránýtti styrkirnar við teatrinum til tað ítarsta í tekstinum. ­ Sjónleikur tosar til kenslurnar við bæði kroppi, rødd og rørslum. Sjálvt um endamálið við leikinum ikki er at skelka, er ongin ivi um, at kenslurnar fáa ein frammaná í hesum leiki­ num, sigur Gunvá Zachar­ iassen, sum hevur tikið stig til leikin, saman við íslend­ ska leikstjóranum, Egill Heiðar Anton Pálsson. Fær ikki hjálpt Eisini leikstjórin ásannar, at 4.48 Psykosa er ein tann truplasti teksturin, hann hevur arbeitt við. Leikurin hevur nevniliga onga vanliga søgugongd, men er settur saman av eini røð av tekstbrotum, sum ímynda sundurpettaða sinnið og royndina at finna okkurt at halda fast í í kensluliga ráðaloysinum. ­ Hetta havi eg so roynt at fáa at hanga saman við góðari hjálp frá tónleikinum, sum Rasmus Rasmussen hevur gjørt til tekstabrotini, sum ofta eru sera poetisk og tosa til dulvitið, sigur Egill Heiðar Anton Pálsson og leggur afturat. ­ Ein tann sterkasta kensl­ an, sum leikurin manir fram, er ørkymlandi ráða­ loysið, tí tú ikki fært hjálpt einum menniskja, sum er í svárastu neyð. Onkursvegna verður tú fangaður, tí neyðin og sjálvmorðið fer ikki vekk, sjálvt um tú letur eyguni og oyruni aftur. Tá pínan er størst Hóast leikurin er trupul at arbeiða við, er 4.48 Psykosa samstundis eisini besti teksturin, leikstjórin hevur sæð um evnið. ­ Hetta er ein óvanliga erligur tekstur, har tú fært fyrstahonds innlit í sálarligu neyðina hjá einum menn­ iskja, tá pínan er allarstørst, og kenslan av at vera óelskað og avbyrgd er allarsterkast. Tættari kanst tú snøgt sagt ikki koma. Samstundis er hetta ein tekstur, sum virkar á fleiri ymsum løgum, bæði skaldsliga og leiklistarliga uttan nakrantíð at lyfta peikifingurin, sigur leikstjór­ in, sum ongar ætlanir hevur um at brigsla sjúkaverkinum ella broyta nakra politiska lóggávu við leikinum. ­ Vit vóna heldur, at fólk kanska fáa eina betri fatan av sjálvmorði, tí stóri trupulleikin er jú, at vit ikki vilja tosa um tað. Tí kenna tey sjálvmorðshóttu og teirra avvarðandi seg enn meir einsamøll og avbyrgd. Soleiðis upplivdi eg tað eisini, tá beiggi mín gjørdi sjálvmorð fyri nøkrum árum síðani, sigur Egill Heiðar Anton Pálsson. Tað kundi verið eg Tað ger tað heldur ikki lættari at tosa um tunglyndi og sjálvmorð í einum samfelag, har øll skulu liva síni perfektu lív og tað nærum er vorðið bannað at hava tað ringt sálarliga, heldur leikstjórin. ­ Samstundis eru vit øll nokk eisini bangin fyri sjálvi at at enda harúti, har sjálvmorð sær út til at vera einasta loysnin. Tað ger so aftur, at vit hava enn truplari við at standa andlit til andlit við sjálvmorðsveruleikan, sigur Egill Heiðar Anton Pálsson. Kenslurnar fáa ein fr Á Landssjúkrahúsinum leggja tey í løtuni seinastu hond á venjingarnar til leikin "4.48 Psykosa". Her eru tað Rasmus Rasmussen, tónleikari, Gunnvá Zachariassen og Hjálmar Dam, leikarar, og Egill Heiðar Anton Pálsson, leikstjóri Børn doyggja í hungri Drúgvur turkut hevur oyðilagt ein stóran part av grøðini í miða­ merikanska landinum Guatemala, og sambært tí óhefta umboðs­ manninum er talan um veruliga hungursneyð í fleiri landspørt­ um. Umboðsmaðurin sigur, at higartil í ár eru 17 børn deyð í hungri, og at 126 børn eru flutt á sjúkrahús tær seinastu fimm vikurnar, tí tey høvdu fingið ov lítið at eta. Forsetin í Guate­ mala, Alvaro Colom, sigur við landsins fjølmiðlar, at tað er nóg mikið av mati á sølutorgunum, men trupulleikin er, at fólk eru so fátæk, at tey hava ikki ráð at keypa sær mat, sigur hann. Kanna grønlendskar rúnir Ein granskari á danska Tjóðarsavninum hevur sett sær fyri at skipa og kanna tær umleið 100 rúnartekstirnar, sum eru funnir á gørðun­ um hjá teimum gomlu norðbúgvunum, sum búðu í Grønlandi eitt skifti. Rúnirnar eru á ymsum lutum og amboðum, og í fleiri førum siga tær, hvør átti viðkomandi lut ella amboð. Men tað finnast eisini rúnir, sum lýsa átrúnaðarlig viðurskifti og forníslendsk kvæði. Lisbeth Imer, sum ætlar sær at kanna grønlendsku rúnirnar, sigur við KNR, at vónandi fer arbeiði hennara at geva okkum meiri vitan um norðbúgvarnar og teirra samband við umheimin.