mikudagur 9. september 2009síða 7
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 171 - 09. september 2009
"Klokkan 4.48
tá vónloysið vitjar
havi eg hug at heingja meg sjálva
meðan eg hoyri mín elskara anda
eg vil ikki doyggja"
(brot úr leikinum 4.48 Psykosa)
4.48 Psykosa er seinasti leikurin, sum enska Sarah Kane skrivaði, áðrenn hon
gjørdi sjálvmorð í 1999 bert 28 ára gomul. Hóast hon stríddist við tunglyndi í
mong ár og tvær ferðir var innløgd á sálarsjúrkahús, skrivaði hon alt sítt
vaksna lív. Eftir henni liggja ein røð av slóðbrótandi og nógv uppsettum
leikverkum, sum hava verið spæld um alt Europa: Crave, Cleansed, Blasted,
Pheadra's Love fyri at nevna nakrar. Umframt leikurin 4.48 Psykosa, sum varð
funnin eftir at hon var deyð, og sum mong fata sum hennara sjálvmorðsbræv.
Sarah Kane hoyrdi til unga ættarliðið av bretskum leikritahøvundum, sum í
1990'unum stormaðu fram við progressivum og kontroversiellum
samtíðarleikum. Hesir leikir fingu felagsheitið In Yer Face Drama tí teir vóru
óvanliga ráir, skakandi, ópoleraðir og ágangandi í innihaldi, máli og skapi.
Gunnar Hoydal hevur týtt leikin 4.48 Psykosa úr enskum til føroyskt.
Luttakarar
Leikstjórn:
Egill Heiðar Anton Pálsson
Týðing:
Gunnar Hoydal
Leikarar:
Gunnvá Zachariasen og Hjálmar Dam
Ljóssnið:
Egil Barclay Høgenni Hansen
Tónleikur:
Rasmus Rasmussen
Myndir:
Marianna Mørkøre
Framleiðsla:
Oddvá Nattestad
Leikurin verður frumsýndur í Samkomuhøllini á Landssjúkrahúsinum
leygardagin 12. september klokkan 20
Seinasti leikurin
hjá Sarah Kane
Fyri at geva eina so sanna
mynd av hesum veruleika,
sum gjørligt, hevur leik
bólkurin sýnt leikbrot fyri
Tormóði Stórá, sálarlækna,
sum eisini í mong ár hevur
arbeitt
við
sjálvmorðs
hóttum sjúklingum
Vit vildu tryggja okkum,
at
leikurin
eisini
er
realistiskur
og
sambært
sálarlæknanum er hetta ein
sera veruleikanær mynd av
sjúkugongdini, tá tað snýr
seg um tunglyndi og sjálv
morð, sigur leikstjórin.
At leikurin verður sýndur
í Samkomuhøllini úti á
Landssjúkrahúsinum flytur
søguna enn eitt fet nærri
veruleikanum.
Tað
eru
hesar gráligu bygningarnar,
tey tunglyntu og sjálv
morðshóttu oftast møta,
hesi
hurðaklamsini
tey
hoyra og hendan luktin, tey
kenna í næsagluggunum.
Og eins og tey, fær áskoð
arin tá ikki runnið undan
longur, tí tankin um, at "tað
kundi verið eg" er kanska
longu farin at spøkja, tá
hurðin inn til Samkomu
høllina
á
Landssjúkra
húsinum letur aftur ....
ammaná
- Trupulleikin er, at jú minni vit vilja tosa um sjálvmorð, jú meir einsamøll og avbyrgd kenna
tey sjálvmorðshóttu og teirra avvarðandi seg. Soleiðis upplivdi eg tað eisini, tá beiggi mín gjørdi
sjálvmorð, sigur íslendski leikstjórin Egill Heiðar Anton Pálsson
Í hálvan annan tíma vendir sjónleikarin Gunnvá Zachariassen ranguna út í leiklutinum sum
ungan kvinnan, sum stýrir beint móti sálarligu avgrundini
Mong fata leikin
"4.48 Psykosa" sum
sjálvmorðsbrævið
hjá leikhøvund-
andum Sarah Kane,
sum tók lívi av sær
bert 28 ára gomul
Calderon skiftir út
Forsetin í Meksiko, Felipe Calderon, heldur, at tað gongur ov
seint við at basa rúsevnaharkaliðunum, og misnøgd forsetans
hevur nú kostað ákæranum Eduardo Medina Mora starvið. Hann
hevur havt ábyrgdina av átøkunum ímóti teimum harðrendu rús
evnaharkaliðunum, men hevur sambært forsetanum ikki fingið
nóg mikið burturúr. Tann nýggi ákærin er fyrrverandi yvirmaður
í løgregluni, og hann fær úr at gera. AP skrivar, at hvønn dag
doyggja umleið 20 fólk í stríðnum millum myndugleikarnar og
rúsevnaharkaliðini og millum harkaliðini sínamillum.
Ísland stuðlar mentan
Ísland er millum tey lond, sum brúka lutfalsliga nógvar pengar
til mentamál. Ein uppgerð frá 2006 vísir, at tað árið brúktu
íslendingar átta prosent av bruttotjóðarframleiðsluni til
mentamál. Til samanberingar nevnir Morgunblaðið, at hetta árið
brúktu OECDlondini í meðal 6,1 prosent til mentamál. Sagt
verður, at síðani 2003 hevur íslendska játtanin til mentamál
verið óbroytt. Í 2006 fóru 18,1 prosent av almennu játtanini til
mentamál. Í OECDlondunum var játtanin 13,3 prosent í meðal.