Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-09-09, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. september 2009síða 8

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

miðvikan Siðsøguligt tilfar í Sosialinum mikudagar Nr. 171 • 09. september 2009 V it hava havt tveir partar í røðini Hendur ið Sleptu um Óla Svend og hansara ætt. Her er tað sum so ofta, at ein søga førir eina aðra við sær. Abbadóttirin Nancy Bjørklund eigur 115 ára gamlar blaðgreinir um hann. Tí ber til at geva enn eitt áhugavert íkast til søguna um Óla. Langabbin var høgra hond hjá Løbner Tað skal vera greitt eitt sindur frá upprunanum hjá Óla Svend. Langabbin var Amund Svendsen (1764-1820), føddur í Noregi. Hann giftist við Onnu Kristinu Stefansdóttir (1756-1816). Um hon var føroysk ella norsk er ikki greitt. Í Noregi fáa tey Onnu Mariu Svendsen (1794-1837). Tey koma til Føroyar umleið 1804, og hevur Amund heitið kommandørsergentur. Hann er tá næstkommanderandi á Skansanum og høgra hond hjá Løbner kommandanti. Hann er smyrilin í fuglakvæðnum hjá Nólsoyar Páll, og tað er neyvan ætlað sum rós. Í 1819 kemur Amund fyri barn við ta 33 ár yngri Onnu Mariu Joachimsdóttir (1797-1861). Tey fáa í januar 1820 sonin Hans Jacob Amundsen, men hann doyr longu í mai. Anna Maria, dóttir Amund, giftist 12. september1816 í Havnar Kirkju við skræddaran Óla Justinussen (1788-1837) av Toftum. Tey fáa í minsta lagi níggju børn. Tað einasta av teimum, vit vita meira um, er Svend Olesen, pápi Óla Svend, sum hevur verið umrøddur í røðini Hendur ið Sleptu. Edvard Hjalt skrivar í Sands søgu um ein norskan sjómann Svend Svendsen, sum strandaði við skipi í Føroyum í 1778, og sum skal vera forfaðir Óla Svendsen. Hetta sam- svarar ikki við hesar upplýsingar og kann neyvan vera rætt. Søgan hjá Óla Svend Í Dagblaðnum frá 20. juni 1935 er ein grein um Óla Svendsen i samband við, at hann fylti 75 ár. Hetta var fyrsti árgangur hjá Dagblaðnum, har Ernst Sondum var blaðstjóri, til hann stutt eftir doyði. Greinin er ein góður saman- dráttur av lívinum hjá Óla Svend og endurgeva vit part av henni. Kapt. Svendsen er ein av teimum, sum altíð hevur ligið á odda, hvar hann hevur verið, og hvat hann enn hevur tykist við. Hansara sjómanskunnleiki er kendur víða hvar uttan fyri Føroyar. At hann hevur livað eitt ríkt lív tey árini, hann hevur verið sjómaður, er einki at ivast í. Hann greiðir sjálvur frá: Til sjós 13 ára gamal Eg fór til sjós bert 13 ára gamal við skonnartini Johanne hjá M.C. Restorff. Eg var kokkur. Fyrsta ferð okkara gekk til Liverpool, og har sá eg fyrstu ferð ein nekara. Tygum kunnu trúgva, at eg var bilsin, tí eg hevði aldri hoyrt talað um svartar menn. Eg var við at seta meg á dekkið av bilsni og ræðslu. Hann var kokkur á einum stórum skipi, sum vit lógu uppá síðuna av, og tað vardi ikki leingi, til vit vóru bestu vinmenn. Tá Johanne kom heim aftur, mátti eg aftur í skúla, til eg var konfirmeraður. Hugur mín stóð til sjógvin, og eg fór so aftur at sigla, men hesa ferð bert við vøru millum oyggjarnar við Prøven. Seinni kom eg við Skibsteds jakt nr. 10, har eg var eitt ár. Surprice og Lady Salttown havi eg eisini verið við. Var eisini við Fox Hetta var nettupp um tað leitið, tá Niclas Haraldsen, skipari, hevði keypt Fox, sum verður roknað fyri at vera byrjanin á okkara sluppfiskiskapi. Hon var ein langbummari, og 12 mans vóru við. Eg var tá 16 ára gamal, og vit vóru bæði undir Føroyum og Íslandi. Síðan fór eg aftur at sigla millum oyggjarnar men fór so við enskum sluppum. 26 ára gamal tók eg skiparaprógv í Keypmannahavn eftir at hava lært á Bogø navigatiónsskúla. Áðrenn tað kom so langt, hevði eg kortini ólærdur ført skip heima í Føroyum. Vit vóru fimm mans, ið høvdu keypt sluppina Hemarin, sum var 30 tons. Við honum fisk- aðu vit bæði undir Føroyum og Íslandi. Men tá eg kom aftur undan Íslandi, noktaði fútin mær at fara avstað sum skipari uttan skiparaprógv, og tí fór eg á Bogø. Andreas W. Restorff hevði tá keypt Prosperous, og førdi eg hetta skip í seks ár. Fiskiskapurin var ymiskur, men eitt árið fekk eg 475 skippund bert undir Føroyum, eisini Suðuroya Banka. Kanska fyrsta roynd við føroyskari hvalaveiðu Ein norsk galeasa “Betzy”, sum seinni varð bygd um til hvalafang- ara, var strandað á Selatrað. A.W Ævintýrarin Óla Svend: Til Jan Mayen í 1893 og við báti til Danmarkar í 1925 Ole Svendsen, vanliga nevndur Óla Svend, er ein maður sum javnan enn verður tikin til. Hann er mest kendur fyri síni ferð til Danmarkar við Tusk í 1925 saman við Carl Johan Bech. Hann hevur eisini roynt annað, sum vísir, at hann var øðrvísi enn tey flestu Óli Jacobsen olij@sosialurin.fo Børn hj Óla Svend. F.v. Símun, Sigrid, Sofía og Julianna. Eingin mynd er av Svend Óli Svendsen mitt á myndini í uppknappaðum koti við manning. Kennist nakar við hesa mynd og manning?