mikudagur 9. september 2009síða 9
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
MIÐvIkan
9
nr. 171 • 09. september 2009
Restorff keypti hana, og vit fyltu
hana við 200 tómum petroleums
tunnum fyri at fáa hana at flóta.
Tó áðrenn máttu vit nýta segldúk
og tríggjar neytahúður at tætta
hana við, tí hon lak. Hon varð so
førd til Havnar og var liggjandi
her í einar tríggjar vikur. Restorff
vildi ikki lata hana fara avstað
aftur, sum hon var.
At enda var kósin sett til
Noregs, og í Stavanger varð
hon bygd um og klassifiserað til
hægsta Lloyds. Í einum Stavang
erblað var skrivað grein um “et
skib med Segldugsbund” við
viðmerkingini: “De bløde danske
er nok ikke saa bløde alligevel.”
Tá vóru føroyingar roknaðir at
vera danir í Noregi. Betzy hevði
ligið so leingi í Havnini, at neyta
húðirnar vóru rotnaðar og luktaðu
sum pestin, tá skipið varð tikið
uppá land.
Tá Betzy var gjørd aftur, fór
hon aftur til Føroyar við saltfarmi,
og her var hon so útgjørd sum
hvalafangari við øllum teimum
hvalagreiðum, ið eg á sinni við
Prosperous bjargaði uppi við Jan
Mayen frá einum hvalafangara,
ið var sigldur á land har uppi.
(Umrøtt aðra staðni í greinini.) Ein
norðmaður førdi Betzy í tvey ár,
men hvalaveiðan var so lítil, at eg
var sendur til Keypmannahavnar
við skipinum fyri at selja tað.
Tó var tað áðenn avriggað sum
hvalafangari.
Árini eftir fiskaði eg um summ
arið, og um heystið sigldi eg skip
niður til Keypmannahavnar antin
til at gera í stand ella við farmi.
Fór at keypa sild
Eina ferð keypti eg eitt skip, Ida,
frá toftamonnum, men fekk bert
fýra mans hiðani frá, tí skipið var
so ringt, at eingin vildi fara við tí.
Í Vestmannaoyggjunum fingu
vit seks íslendingar við. Tá liðugt
var við fiskiskapinum undir
Íslandi, varð Ida seld.
Í teirri tíðini kostaði sildin 1
kr stykki. Um ár 1900 keypti eg
Hurricane frá Sam. Olsen. Hon
var gjørd um til eitt ísskip við
frystirúmum, og sigldi eg síðan
til Kristiansund tvey fylgjandi
vár eftir sild. Vit kundu taka
130.000 sildir, og tær komu
ísaðar umborð. Vit seldu tær í
Føroyum fyri 8 oyru stykki. Seinna
árið fekk eg 160.000 sildir. Men
tá var tað við at ganga illa, tí í
Føroyum var komin nógv sild tað
várið, so einki kundi seljast. Eg
fór so til Vestmannaoyggjarnar,
har eg seldi sildina, so eg fekk
fyri útreiðslurnar. Øll frystirúm
vórðu so tikin úr skipinum. Eg
fiskaði við tí og seldi tað síðani til
Seydisfjarðar.
32 samdøgur úr
Bergen til Havnar
Tá tey týsku herskipini lógu her
undir fyrra krígnum og høvdu
skjótiroyndir, var eg altíð loðsur
umborð. Millum annað á tí kenda
herskipinum Blücker.
Mangan ringan havi eg farið.
Og serliga ein ferðin við Pros
perous úr Noreg til Føroyar vil
eg minnast leingi. Vit høvdu 32
samdøgur frá Bergen til Havnina,
og tann dagin vit komu gjøgnum
Nólsoyarfjørð, vildu fólk nærmast
ikki vera við, at tað vóru vit, ið
komu aftur. So vís vóru tey í, at
vit vóru sjólátnir.
Mesanmasturin var brotin, og
nógvur annar skaði var umborð.
Tá høvdu vit rikist millum Føroyar,
Ísland og Hetland alla tíðina.
Dagblaðið: Eitt prýði
Eitt prýði fyri okkara fólk var
kapt. Svendsen í ungdóminum og
eitt prýði er hann enn, har hann
gongur millum okkum. Hansara
lyndi er so, at mangir unglingar
áttu at lært av Svendsen, at er
ein glaður í huga, gongur tað gott
í verðini, um mótstøðan av og á
tykist at vera hørð.
Aftast i bátinum eru Carl
Johan og Óla Svend.
Hvør man tann fremsti
maðurin vera?
Tusk fer av Havnini til Danmarkar 21. juli 1925. Nógv fólk er komið at siga farvæl
Farið verður í land í Oslo
Carl Johan og Óla Svend á einim hólmi í Oslofjørðinum
Ole Svend Olsen (1860-1936)
Tusk siglir inn til Oslo
Carl Johan Bech (1895-1988)