mikudagur 9. september 2009síða 11
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 171 - 09. september 2009
Bush var vónsvikin
Laura Bush, kona fyrrverandi amerikanska forsetan
George W. Bush, avdúkar í einari samrøðu við CNN, at tað
var eitt stórt vónbrot fyri mann hennara, at hann ikki
megnaði at fáa republikanar og demokratar at arbeiða
saman í Kongressini, tí tað hevði hann megnað, tá hann var
guvernørur í Texas. Laura Bush heldur, at tað man eisini
vera komið óvart á Barack Obama, forseta, hvussu torført
tað er at fáa demokratar og republikanar at samstarva í
Washington. Um eftirmælið hjá manni sínum sigur hon, at
amerikanarar fara at minnast hann sum ein, ið vardi fræsli
og trygd landsins.
Danmark hjálpir Maldivunum
Oyggjalandið Maldivurnar eru millum tey støð í heiminum, sum eru
meinast rakt av veðurlagsbroytingunum. Kortini noyddist landið herfyri at
senda avboð til altjóða veðurlagsráðstevnuna, sum verður í
Keypmannahavn í desember. Orsøkin til avboðið var, at landið hevur ikki
ráð at rinda ferðina til Danmarkar og uppihaldið í Keypmannahavn. Men
nú fáa Maldivurnar hjálp. Danska stjórnin hevur gjørt av, at Maldivurnar
skulu fáa part av teimum pengunum, sum er ætlaðir fátækum londum, so
tey kunnu koma á ráðstevnuna.
Leiðarin fyri
barnaverndar
tænastuna í Sandoy
segði seg í gjár úr
starvi. Orsøkin er,
at hon ikki kann
liva við ivanum,
sum er sáddur
um starvssetan
hennara og hennara
viðurskifti við
borgarstjóran, sum
var við at seta hana
Uppsøgn
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
Í gjár segði Kristina á
Reynatúgvu seg úr starvi
sum leiðari fyri barnavernd
artænastuna í Sandoy.
– Eg veit, at tað er mínar
fakligu kvalifikatiónir, sum
góvu mær starvið í barna
verndartænastuni í Sandoy,
men eg kann, hvørki við
mínum fakliga ella persón
liga stoltleika liva við, at ivi
verður sáddur um mína
starvssetan, tí Páll á Reyna
túgvu er maður mín, sigur
Kristina á Reynatúgvu um
uppsøgnina.
Hon leggur somuleiðis
dent á, at hon hevur trivist í
starvinum, og helt tað vera
eitt gott og avbjóðandi
starv.
Maðurin fór frá
Mikið rumbul hevur annars
verið í miðlunum um Páll á
Reynatúgvu seinastu tíðina,
og eitt av nýggjaru hending
unum í hesum rumbli var,
at Brandur Sandoy og trígg
ir
aðrir
bygdarráðslimir
heittu á borgarstjóran, Páll
á Reynatúgvu, sum eisini er
maður Kristinu á Reyna
túgvu, at leggja frá sær.
Hetta endaði við, at Páll á
Reynatúgvu legði frá sær,
við teirri grundgeving, at
hann ikki kundi liva við
áhaldandi
áganginum
á
familju hansara.
Kenni meg ikki sekan í
teimum ákærum, sum eru
settar móti mær, men kann
ikki liva við, at familjan eg
havi kær, ferð aftaná ferð,
verður drigin gjøgnum fjøl
miðlakvørnina saman við
mínum politiska persóni.
Vit orka snøgt sagt ikki
meira, segði Páll á Reyna
túgvu mánadagin.
Hendan ávirkan á familj
uni hevur nú kravt enn
meira.
- Setti konuna
Tá Brandur Sandoy og hinir
tríggir sendu bræv til Páll á
Reynatúgvu at leggja frá
sær, vóru ikki nógvar grund
gevingar í brævinum, men
sunnudagin greiddi Brandur
Sandoy frá, hví hann skriv
aði undir áheitanina til Páll
á Reynatúgvu at leggja frá
sær.
Tá leiðari fyri barnavernd
ina skuldi setast, hevði borg
arstjórin eftir mínum tykki
eina sera óhepna hond við í
spælinum, har hann sjálvur
var við at taka avgerð um, at
tað ikki skuldi søkjast av
nýggjum eftir leiðara, eftir at
tann sum fekk starvið tók
seg aftur. Tað sum ger, at
hetta er serliga óheppið, er at
ivi kann seta um gegnið hjá
borgarstjóranum við hesi
avgerð, tí at henda avgerð
bar við sær, at hansara egna
kona fekk starvið ístaðin.
Hetta er ein støða, har metast
má, at borgarstjórin var betri
farin við at biðja varamann
sín koma í sítt stað, fyri at
ongin ivi skuldi ráða um
hansara gegni, var bert ein av
grundgevingunum
hjá
Brandi Sandoy.
Alt hetta stríð hevur nú
havt fleiri avleiðingar, enn
teir sum skrivaðu undir
brævið ætlaðu, tí boðaði
Páll á Reynatúgvu frá, at
hann leggur sær sum borgar
stjóri, og nú hevur konan,
Kristina á Reynatúgvu so
eisini sagt seg úr starvi sum
leiðari fyri barnaverndar
tænastuna í Sandoy.
Kristina á Reynatúgvu, sum umframt at hava verið leiðari fyri barnaverndartænastuna í Sandoy, eisini er kona borgarstjóran í
kommununi, hevur sagt seg úr starvi sum leiðari fyri barnaverndartænastuna
Kristina á Reynatúgvu
sagt upp
Við verandi
gongd hjá føroyska
flagginum er ikki
óhugsandi, at skip,
skrásett í FAS og
sum hava verið
afturhildin 34
ferðir seinastu 36
mánaðirnar, verða
bannaði atgongd
til EShavnir frá
2011 at rokna, sigur
Skipaeftirlitið
Fas
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
27 lond, sum eru limir í
“Port State” felagskapin
um Paris MOU hava gjørt
eina avtalu The New
Inspection Regime Pro
ject. Avtalan merkir, at
skip, sum eru á hvíta lista,
verða bert sýnað av Port
State hvørjar 2436 mán
aðir. Hinvegin verða skip
á svarta ella gráa lista sýn
að minst sætta hvønn mán
aða. Føroyska flaggið er í
løtuni á gráa lista hjá Paris
MOU, og tí koma øll FAS
skip
beinanvegin
at
merkja
eitt
munandi
strangari eftirlit í minsta
lagi hálva hvørt ár.
Tað sigur Skipaeftirlitið
í tíðindaskrivi.
Síðan føroyska Skipa
eftirlitið byrjaði, hevur
visjónin verið, at føroyska
flaggið skal koma á hvíta
lista hjá Paris MOU.
Gongdin hevur sum heild
verið rætta vegin, men tó
ikki nøktandi, sigur eftir
litið.
Lagt verður aftrat, at
eftir 2011 fevnir Paris
MOUavtalan eisini um
havnabann frá øllum havn
um í tilsamans 27 londum,
herímillum
øllum
ES
havnum, fyri skip á svarta
ella gráa lista, ið hava
verið afturhildin 34 ferðir
í einum tíðarskeið á 36
mánaðir.
Paris MOU sigur seg
hava
fingið
politiskan
stuðul frá ES og hinum
samstarvslondinum
at
áseta havnabann í nati
onalu lóggávuna hjá teim
um einstøku londunum.
Skipaeftirlitið vísir á, at
við verandi gongd hjá
føroyska flagginum er
ikki óhugsandi, at skip,
skrásett í FAS og sum
hava verið afturhildin 34
ferðir seinastu 36 mánað
irnar,
verða
bannaði
atgongd til EShavnir frá
2011 at rokna.
Sosialurin fer at venda
aftur til hetta málið í
blaðnum í vikuni.
FAS skip
møguliga
bannað í
ES-havnum
www.sosialurin.fo