mikudagur 9. september 2009síða 12
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12 tíðindi
Nr. 171 - 09. september 2009
Sjeynda árið á rað
hevur Tavan í Leirvík
bjóðað sínum arbeiðs
fólki á eina uttan
landsferð. Vanligt
hevur verið, at fólk
fara í summarfrí, tá
gulllaksavertíðin er av
og lagt verður um til
upsaframleiðslu. Í ár
bjóðaði Tavan sínum
arbeiðsfólki eina fimm
dagar langa ferð í
Týsklandi
Útferð
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
myndir: Mikkjal Hans
Andreasen
Arbeiðsfólkið á Tavuni hev
ur enn einaferð verið uttan
lands í summarfrí. Hetta er
sjeynda árið á rað, at virkið
í Leirvík bjóðar sínum
arbeiðsfólki uttanlands – í
skiftinum um heystið mill
um gulllaks og upsa.
Eitt sindur ymiskt er ár
undan ári, nær virkið gevst
við gulllaksavirkseminum,
men tá ið august mánaði fer
at halla, plagar at líða móti
endanum.
Gulllaksavertíðin byrjar
vanliga seint um várið, og í
vertíðini fiska seks skip
gulllaks, harav Tavan at
kalla burtur av keypir fiskin
hjá trimum av hesum skip
um.
Meðan Tavan virkar gull
laks, er rættiliga nógv og
støðugt arbeiði á virkinum,
sum í hesum tíðarskeiði er í
gongd einar 20 tímar um
samdøgnið og vanliga í
seks dagar um vikuna.
Arbeitt verður frá klokkan
0616 og frá klokkan 16
02, ofta eisini leygardagar.
Stórur helmingur
Jóan Magnus Rasmussen,
stjóri í Tavuni, sigur, at tað
hevur verið eitt sindur
ymiskt,
hvussu
nógv
arbeiðsfólk plaga at verða
við á árligu ferðunum uttan
lands, men vanligt er, at
størri helmingurin er við.
Samlaða
talið
av
arbeiðsfólki á Tavuni liggur
nær seksti, tá øll eru tald við,
og á ferðini hesaferð vóru vit
eini 30 fólk. Onkur pør
arbeiða á virkinum, men
annars er hetta ikki ein túrur
við maka. Tað eru bert
arbeiðsfólkini, sum eru við á
hesum ferðum, sigur hann.
Ferðalagið fór úr Føroy
um við Norrønu fríggja
dagin 28. august, og úr
Esbjerg koyrdu tey í bussi
til Rüdesheim í Týsklandi,
sum liggur við Rhínánna og
beint vestanfyri Frankfurt.
Vit steðgaðu í Týsklandi
í fimm dagar. Veðrið var
gott. Vit høvdu sól, og hitin
lá millum eini 20 og 30
stig.
Stjórin, sum sjálvur var
við á ferðini, sigur, at tey
vóru onkrar útferðir í Týsk
landi, og eitt nú sigldu tey
eftir Rhínánni, eins og tey
vitjaðu elsta býin í landin
um, Trier, sum liggur nær
markinum til Luxemburd.
Busstúrurin úr Rüdesheim
til Trier tók einar tveir
tímar.
Í Trier, har eini 100.000
fólk búgva, vitjaðu vit eitt
nú onkrar gamlar bygningar
frá rómverjatíðini, sigur
Jóan Magnus Rasmussen.
Ferðin uppiborin
Stjórin heldur, at fólk sum
heild hava verið fegin um
tær uttanlandsferðir, sum
Tavan hevur skipað fyri, og
soleiðis var eisini hesaferð.
Vit rinda fyri ferð og uppi
hald, og vit halda, at arbeiðs
fólk hava hesar ferðir væl
uppibornar. Nógv arbeiði er
á Tavuni í summarmánaðun
um. Vaktirnar eru langar, og
vikan somuleiðis. Tey allar
flestu fara soleiðis ikki í
summarfrí, fyrr enn vit eru
liðug við gulllaksin. Eg
haldi, at ein fittur partur av
fólkinum sær fram til hesar
ferðir, sum vit hesi árini hava
gjørt í skiftinum millum gull
laks og upsa.
Jóan Magnus leggur dent
á, at tey eru sera væl nøgd
við tey arbeiðsfólk, sum
eru knýtt at virkseminum
hjá Tavuni.
Av teimum út við seksti
fólkunum, sum eru í starvi
hjá felagnum, eru nú at
kalla bara føroyingar og
onkur einstakur útlendingur,
leggur hann aftrat.
Fólk ringja
Stjórin vísir á, at soleiðis,
sum støðan í samfelagnum
er broytt seinasta árið, hev
ur tað gingið væl hjá leiðsl
uni at mannað virkið.
Arbeiðsfólk
hugnaðu sær
í Týsklandi
Merkel við umbering
Týski kanslarin, Angela Merkel, bað í gjár afghanska
fólkið um umbering fyri tilburðin, tá NATOflogfør bumb
aðu tveir tangabilar har norðuri í Afghanistan við tí úrsliti,
at tíggjutals sivilfólk lógu eftirá. Orsøkin til umberingina
frá kanslaranum var, at tað vóru týskir NATOhermenn,
sum bóðu flogførini um hjálp, tí Taliban hevði tikið teir
báðar tangabilarnar. Angela Merkel legði kortini áherslu
á, at teir týsku hermenninir í Afghanistan gera eitt gott og
neyðugt arbeiði har. Men eg harmist um hvørt einasta
mannalív, sum ferst, segði hon.
Føroyingar til karaoke
kapping í Finnlandi
Í morgin fer eitt føroyskt ferðalið til Finlands, har tey skulu taka lut
í Karaoke World Championship. Hendan lutøkan hevur Glitnir
fingið í lag saman við KWC í Finlandi, sigur Hans Andreasen,
stjóri í Glitni. Hann sigur, at eini 36 lond fara at at taka lut
fríggjakvøldið og leygarkvøldið í Lahti í Finlandi. Tað verða tvey
umboð fyri Føroyar, tað vóru tey, ið vunnu FM heitið í
Karaoke2009. Anita Ottosen fyri tað kvinnuliga karaoke og Bjarki
Hansen fyri tað mannuliga karaoke. Tað ber eisinit til at síggja hetta
beinleiðis á telduni við at fara inn á www.karaoke.fo
Býarportrið til Trier, elsta bý Týsklands, har ferðalagið eisini vitjaði
Stjórin í Tavuni, Jóan Magnus Rasmussen, sigur,
uttanlandsferðin er væl uppiborin, og hann
heldur, at fólk síggja fram til hesa á hvørjum ári