mikudagur 9. september 2009síða 13
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
tíðindi
Nr. 171 - 09. september 2009
Olli Rehn við spurningum
ES-kommiserurin Olli Rehn, sum hevur umsóknir um limaskap í samveldinum
sum málsøki, kom í gjár til Reykjavíkar. Við sær hevði hann umleið 2.500
spurningar, sum hava týdning í sambandi við íslendsku umsóknina um limaskap.
Morgunblaðið skrivar, at íslendska stjórnin skal svara spurningunum sum skjótast
og í seinasta lagi tann 16. november, um umsóknin um limaskap skal koma fyri á
fundi, sum verður í desember. Íslendingar ásanna, at spurningarnir eru nógvir, men
ugga seg við, at teir eru færri enn teir, sum Montenegro hevur fingið.
- Jú, tað hevur gingið væl
at varðveitt fólkið. Vit hava
havt eina støðuga stammu,
og síðan eru tað altíð tey,
sum koma og fara. Soleiðis
eigur tað eisini at vera.
Jóan Magnus Rasmussen
vísir á, at nú er tað meira van-
ligt, at fólk ringja og spyrja
um arbeiði, men í løtuni er
verri at sleppa framat.
- Flestu fólkini, sum
arbeiða á Tavuni, eru úr
Leirvík og bygdunum nær-
indis, og onkur er úr Klaks-
vík, sigur hann.
Góð ársinntøka
Spurdur, hvussu høg ein árs-
inntøka hjá einum arbeiðs-
fólki á Tavuni er, tá árið er
runnið, væntar stjórin, at
hendan
liggur
millum
200.000 og 250.000 krónur
– alt eftir, hvussu dúgliga
fólk hava hingið í.
- Fólk fingu frí einar
tríggjar dagar, áðrenn vit
fóru til Týsklands, og í
næstu viku er longu ætlanin
at byrja við upsanum, sigur
Jóan Magnus Rasmussen.
Her sigla tey eftir Rhínánni, sum liggur beint við býin Rüdesheim, har ferðalagið búði á hotelli
Arbeiðsfólkið hjá Tavuni
búði á hotelli í týska býnum
Rüdesheim, sum liggur við
Rhínánna og beint vestanfyri
Frankfurt