Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-09-09, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. september 2009síða 19

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 9. september 2009 Leikbann gera tað tvingandi neyðugt hjá Brian Kerr at gera broytingar á føroyska landsliðnum. Men landsliðsvenjarin staðfestir, at broytingar høvdu verið kortini jakup@sosialurin.fo Jákup Mørk Eftir laka avrikið í Eysturríki er lítil ivi um, at setningurin hjá føroyska landsliðnum í kvøld er at reisa seg. Tað viðgongur Brian Kerr eisini, men landsliðsvenjarin vil tó ikki treytaleyst siga, at talan bara var um vónbrot í Eysturríki. - 3-1 í Eysturríki var ikki nakað vánaligt úrslit, tá tú hugsar um, at eysturríkar vunnu ávíkavist 3-1 og 2-1 á heimavølli móti Fraklandi og Rumenia. Og har vóru eisini nakrir glottar at síggja í dystinum. Vit skapa aftur nakrar møguleikar, og vit skora eitt gott mál, so vit skulu ikki gloyma alt frá leygarkvøldinum. - Nú eru vit so her í Runavík og hugsa um dystin móti Litava, og tað gongur hampuliga væl. Sjálvandi hava vit trý leikbann, eins og ein ella tvær aðrir spælarar, sum høvdu verið í hópinum, eru skaddir og burtur av øðrum umstøðum, sigur Brian Kerr. Mugu reisa okkum Og hann leggur dent á, at hóast Litava verður mett sum eitt av londunum, sum vit kunnu vinna stig frá, so er talan framvegis um ein sera truplan dyst. - Teir hava eitt gott lið, har spælararnir eru væl fyri kropsliga. Teir eru eisini væl fyri tekniskt, og flestu spælararnir spæla uttan fyri Litava – í Russlandi, Ukraina, Eysturríki og Italia. So talan er um royndar spælarar, sum vita, hvat skal til á hesum støðinum. - Men eg rokni við, at teir kanska eru eitt sindur meira verjukendir, nú teir eru á útivølli. Teir byrjaðu jú framúr væl við sigrum á Rumenia og Eysturríki, men síðani hava teir tapt tríggjar dystir, og tí síggja teir hetta sum ein møguleika at rætta seg uppaftur. - Men tað er tað sjálvandi eisini hjá okkum. Vit mugu spæla betur, og eg veit, at spælararnir vóru vónbrotnir um síni avrik leygardagin. Tað speglaðist eisini aftur í liðavrikinum, og eg rokni við, at hetta verður munandi betri mikukvøldið, sigur Brian Kerr, nú hann og spælararnir fyrireika seg til dystin móti Litava. Broytingar vóru í luftini Teir tríggjar fyrstu landsdystirnar, sum Brian Kerr hevði ábyrgd av liðnum, var talan at kalla um óbroytta byrjunaruppstilling. Soleiðis verður ikki í kvøld, nú tríggir spælarar eru leikbannaðir. Men landsliðsvenjarin leggur dent á, at broytingar viðhvørt eru neyðugar. - Eg noyddist jú at gera onkra broyting, tá Jón Rói gav avboð frá landsliðnum. Hesa ferð eru so trý avboð, men eg rokni við, at eg hevði gjørt broytingar kortini. Tí har vóru nøkur ting, sum eg ikki var nøgdur við leygarkvøldið. - Onkur vil kanska siga, at tað er ein trupulleiki, tá eg noyðist at broyta liðið, men eg síggi tað heldur sum ein møguleika at taka nakrar nýggjar kreftir inn. Eg havi havt avmarkaðar møguleikar at royna meg fram við nøkrum spælarunum, og tí valdi eg tilvitað at nýta teir spælarar, sum høvdu gjørt eitt gott arbeiði undir Jógvan Martin Olsen. - Sjálvandi fara vit at sakna royndirnar hjá Fróða og Atla, og Bogi hevur heilt avgjørt nakrar dygdir, sum vit eisini koma at sakna. - Og so kann eg sjálvandi iðra meg um, at dómarin hevði hug at døma dekan ov nógv til Eysturríki. Nøkur av kortunum vóru bílig – ikki minst tað hjá Atla. Og hatta brotssparkið var størri sjónleikur enn tað, sum Eduardo hjá Arsenal fekk ímóti Celtic, sigur Brian Kerr. Eg hevði skift út kortini Brian Kerr staðfesti í morgun, at Arnbjørn T. Hansen verður við frá byrjan, tá føroyska landsliðið fer á vøllin í dag Brian Kerr heldur talan vera um møgu­ leikar heldur enn trupulleikar, nú tríggir spælarar eru burtur frá við leikbanni Mynd: Hilmar Jan Hansen/ Einslistir Brian Kerr hevur ikki kunngjørt sína uppstilling enn, men hann staðfestir, at Jann Ingi Petersen og Arnbjørn T. Hansen verða millum teir fyrstu ellivu. jakup@sosialurin.fo Jákup Mørk Hetta segði landsliðsvenjarin, tá hann í morgun tosaði við Rás2 um fyri- reik ingarnar til landsdystin. Brian Kerr legði annars dent á, at Litava ikki spældi dyst leygardagin, og at tað tí er umráðandi, at ómøddir spælarar koma inn á føroyska liðið. Tað leggur upp til eina loysn, har Arnbjørn T. Hansen fær plássið á toppinum. Spurningurin er so, um kantplássið høgrumegin verður latið Andreas Lava Olsen, sum kom inn og skoraði í Eysturríki, ella um tað verður meira arbeiðssami Jákup á Borg, sum fær hetta plássið. Ein annar møguleiki er eisini, at Jákup verður hildin á beinkinum til reiðar at loysa av á miðvøllinum, tá hetta verður neyðugt. Við at seta Jann Inga Petersen á miðvøllin er líkt til, hesin verður mann aður við Jann Inga, Súna Olsen og Christian Lamhauge Holst, og so er spurningurin, um Johan Troest Davidsen er til reiðar at troka Einar T. Hansen av á vinstra bakki. Verður hetta so, gevur tað hesa uppstilling: Jákup Mikkelsen - Jónas Tór Næs, Egil á Bø, Atli Gregersen, Johan Troest Davidsen (ella Einar T. Han sen) - Jann Ingi Petersen, Súni Olsen, Christian Lamhauge Holst - Andreas Lava Olsen (ella Jákup á Borg), Arnbjørn T. Hansen, Símun Samuelsen. Arnbjørn byrjar inni