Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-09-09, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. september 2009síða 20

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 9. september 2009 – Nr. 171 Andrew av Fløtum, sum hesa ferð er einasta landsliðsumboðið hjá oddaliðnum í føroysku kappingini, heldur at landsliðið hevur flutt seg rætta vegin, síðani Brian Kerr gjørdist venjari einslistir@kallnet.fo Hilmar Jan Hansen Summi hava hildið, at tað hevur verið løgið, at HB ikki átti fleiri lands liðsspælarar, nú stóra felagið í høvuðsstaðnum hevur verið suve­ rent oddalið í Vodafone deildini. Fróði Benjaminsen hevur verið ein­ asti HB­arin á liðnum, men hann hev ur karantenu hesa ferð, og mill­ um teirra, ið síðani eru úttiknir, er Andrew av Fløtum. HB­framherjin hevur spælt yvir 30 landsdystir, men sigur seg ikki hava havt ilt av, at hann ikki hevur einslistir@kallnet.fo Hilmar Jan Hansen Sum innskiftur miðvallari teir síðstu dystirnar, má Jann Ingi Petersen metast at vera rættiliga vísur í at fáa eitt av plássunum á liðnum ímóti Litava, nú ikki færri enn fimm av teimum, sum annars plaga at byrja inni, sita uttanfyri við karantenu. – Eg havi góðar vónir um at byrja dystin, og eg má eisini siga, at tað hevur verið hugaligt at komið inn teir síðstu dystirnar. Menninir á miðvøllinum hava gjørt tað øgiliga gott, so tað hevur ikki verið lætt at troðkað teir av, men nú kanska kjansurin kemur, sigur hann. Fyrsti landsdysturin hjá Jann Inga var afturi í 2003, men eftir at hava roynt seg nakrar ferðir, hvarv hann úr myndini, og tað er ikki fyrr enn nú, at hann aftur fleiri ferðir hevur verið landsliðsaktuellur. – Tað gekk øgiliga væl fyri nøkrum árum síðani, tá eg líkasum byrjaði at koma fram. Eg fór so niður at spæla við Fremad Amager, men tað órógvaði helst, at eg ikki altíð spældi, og síðani hevur tað verið eitt sindur trupult at sloppið upp í part aftur. Millum annað havi eg verið tvey kappingarár niðri í 1. deild og spælt, men nú haldi eg, at tað spakuliga byrjar at líkjast aftur, sigur hann. Hóast Jann Ingi Petersen hetta kappingarárið hevur spælt við NSÍ, hevur hann eina bakgrund sum B68­ari, og tí kennist tað sera náttúrligt hjá honum at skula spæla heimadyst við landsliðnum á júst Svangaskarði. – Eg havi spælt nógv á Svanga­ skarði, so tað fellur mær lætt. Men samstundis havi eg eisini kensluna av, at allir kenna seg heima har. Og at vit nú aftur eru á gamla heima­ vøllinum, kann saktans eisini gera munin, tí vit hava havt nøkur góð úrslit av víst á har, sigur hann. – So er eisini at vóna, at fólk her á leiðini og aðrastaðni eru spent og koma at stuðla, tí tað hevði verið stuttligt við einari rúgvu av fólki til dystin. Vit hava flutt okkum Við at vera har Jann Ingi Petersen, sum í fleiri ár hevur verið eitt petti frá landsliðnum, sær nú út til at vera komin fyri seg aftur, og hann kann rokna við at fáa pláss í byrjunaruppstillingini ímóti Litava seinnapartin Trúgva meira upp á U21 Nú ber til hjá fólki at fáa sær ein eyka spenning til báðar landsdystirnar, sum Føroyar spæla í dag. Danske Spil, sum er umboðað av P/F Ítróttarvedding í Føroyum bjóðar odds uppá báðar dystirnar. Sigast má, at almenna danska veddingarfyritøkan hevur størri tiltrúgv til føroyska U­21 landsliðið, enn til føroyska A­landsliðið. Danskespil bjóðar peningin 5,5 ferðir aftur, um føroyska U21­landsliðið vinnur á Lettlandi. Teir bjóða pengarnir 1,45 aftur, um Lettland vinnur, meðan oddsini uppá javnleik eru 3,6. Sigur til føroyska A­landsliðið yvir Litava gevur pengarnar heilar 9 ferðir aftur. Meðan oddsini uppá litavaskan sigur eru bert 1,22. Oddsini uppá javnleik á Svangaskarði eru 4,6. Er onkur djarvur og setir pening uppá, at bæði tey føroysku landsliðini vinna í morgin, so eru oddsini fyri tí heili 49,5. Oddsini uppá javnleik í báðum dystum er 16,56. Meðan oddsini uppá útisigrar til bæði baltalondini bert er 1,76. So eingin ivi er um, at Lettland U21 og serliga Litava eru favorittar í dag. Jann Ingi Petersen, Andrew av Fløtum og Andreas Lava Olsen taka sær av løttum. Landsliðið býr hesa ferð í Runavík, nú dysturin verður spældur á Svangaskarði Mynd: Hilmar Jan Hansen/Einslistir