Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-09-09, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. september 2009síða 21

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 9. september 2009 – Nr. 171 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 21 einslistir@kallnet.fo Hilmar Jan Hansen Stendur tað til Andreas Lava Olsen, kemur hann longu aftur í dag á máltalvuna aftur, tá Føroyar á Svanga skarði spæla ímóti Litava. – Tað er gott at koma væl í gongd á landsliðnum, og so er at vóna, at tað ikki steðgar her. Eg má heldur royna at fáa eitt mál aftur sum skjótast. Tá eg nú havi fingið mítt fyrsta mál, er málið hjá mær at fara eftir tí næsta, sigur Andreas, sum síðani leygarkvøldið hevur fingið nógvar jaligar viðmerkingar frá teimum, hann hevur møtt. – Jú, eg havi fingið nógvar góðar viðmerkingar, og tað eru jú heldur ikki so ofta, at vit fáa mál á lands lið­ num. Nú havi eg sæð málið um aftur, og eg má siga, at eg ikki helt, at tað var so spískt, sum tað vísti seg at vera, tá eg skjeyt. Hatta var eitt nokk so gott mál. Leygarkvøldið í Graz spældi Andreas sín bert fjórða landsdyst, so tí má sigast, at framherjin hjá Víkingi hevur fingið eina dreyma byrjan á landsliðnum, nú hann longu hevur fingið fyrsta málið eisini. Mugu vísa meira – Fyrr hoyrdi eg ofta, at um eg hevði farið til eitt betri felag, skuldi eg nokk fingið kjansin á landslið­ num, men nú eri eg í einum góðum felag og eri komin inn í landsliðs­ hitan, so eg eri sjálvandi væl nøgd­ ur, sigur 21 ára gamli leirvíkingurin, sum trívist væl í landsliðshópinum. – Eingin munur er á okkum, og tað er eisini tað góða við Føroyum. Vit eru øll nokk so líka, so tí er eing­ in munur á, um tú hevur spælt 50 landsdystir ella bara nakrar heilt fáar. Nú Litava er á skránni, heldur Andreas Lava Olsen tað hava nógv at siga, at liðið lyftir seg hægri, enn tað gjørdi ímóti Eysturríki. – Eg haldi ikki, at vit hava so nógv at byggja víðari á frá tí dystinum, og sjálvt ikki seinni hálvleikur var so øgiliga góður. Men sum vit hava sæð í dystunum ímóti bæði Serbia og Fraklandi, eiga vit at megna meira, enn vit vístu ímóti Eysturríki, sigur Andreas, sum vónar at nógv fólk møtir upp á Svangaskarði í dag: – Sjálvt um vit ikki levaraðu vør­ una leygarkvøldið, vóni eg, at vit fáa góða uppbakking frá áskoðarunum. Næsta málið er næsta málið verið úttikin. – Tað er altíð stuttligt at vera á landsliðnum, og at eg nú aftur eri tikin út, taki eg heilt greitt sum eitt herðaklapp. Men samstundis hevur tað eisini verið deiligt at havt møgu leika at konsentrerað seg fult og heilt um HB og landskappingina, sigur hann. At landsliðið hesa ferð spælir á Svangaskarði og býr í Runavík, meðan tað vanliga plagar at verða bæði spælt og búð í Havn, er heldur ikki nakað, ið hevur nervað 30 ára gamla havnarmannin. – Svangaskarð er nakað minni, og stórur munur er á umhvørv­ inum, tí Tórsvøllur liggur mestsum í lívd, meðan tað er meira ábart á Svangaskarði. Men tað er so eisini ein faktorur, litavarnir skulu berjast við, og sum teir kanska ikki eru so vanir við, heldur hann. Longur fram Føroyar hava spælt nógvar ferðir ímóti Litava, men eiga enn fyrsta sigurin á. Andrew av Fløtum sigur seg vóna, at tað hesa ferð ber til at venda hagtølunum til føroyskan fyrimun. – Litava er eitt av hesum liðunum, vit ofta halda, at vit eiga at vinna á, men teir eru øgiliga sterkir. Vit hava ofta spælt ímóti teimum og áttu at kent teir. Teir spæla ofta nógv við longum bóltum, og vit eru væl fyrireikaðir, so vónandi kenna vit hesa ferð uppskriftina betur, enn vit hava gjørt hinar ferðirnar, sigur hann. Samstundis fegnast hann um, at lands liðið hevur flutt seg rætta veg­ in, síðani Brian Kerr gjørdist venj ari fyri hálvum ári síðani. – Eg haldi, at vit hava fingið flutt liðið longur fram á vøllin, umframt at vit tora betur at skapa kjansirnar og taka teir. So ræður bara um hjá okkum at fáa nakrar góðar kjansir ímóti Litava, samstundis sum vit fáa forða teimum í at fáa teir heilt stóru, sigur Andrew av Fløtum. Andreas Lava Olsen, sum leygarkvøldið pyntaði um føroyska úrslitið ímóti Eysturríki, tá hann skoraði fyri Føroyar seint í dystinum, ætlar ikki, at long tíð skal ganga, til hann aftur ger mál fyri Føroyar Zlatan ivast í landsliðnum Størsta svenska stjørnan í dagsins fótbóltsheimi, Zlatan Ibrahimovic, sigur seg nú ivast, um hann spælir við landsliðnum eftir HM­endaspælið í summar. – Eg veit ikki veruliga, hvør støðan verður. Tað er nakað, sum vit mugu tosa um eftir HM­endaspælið, sigur hann við svenska Expressen. 27 ára gamli Ibrahimovic steðgaði annars á landsliðnum í 2007, eftir at hann gjørdist ósamdur við táverandi landsliðsvenjaran, Lars Lagerbäck. 16 ár og yngri ókeypis FSF hevur gjørt av, at børn og ung undir 17 ára aldur sleppa ókeypis inn, tá Føroyar og Litava spæla A­landsdyst á Svangaskarði í morgin. Dysturin móti Litava er seinasti undankappingardysturin á heimavølli í ár, og verður fyrsta sparkið blást ígongd klokkan 17.15. Tveir tímar undan hesum byrjar forsølan, og kosta atgongumerkini fyri vaksin 150 krónur, skrivar FSF á heimasíðu sínari.