Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-09-09, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. september 2009síða 22

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 9. september 2009 – Nr. 171 Fleiri transfer-mál í væntu Eftir at Chelsea í farnu viku varð dømt til transfer-bann í eitt ár, eru hópin av øðrum stórfeløgum komin undir luppin. Í Leeds hevur Ken Batres sagt, at tey ætla at stevna Manchester City fyri at knýtt George Swann og Louis Hutton at felagnum. Liverpool hevur eitt hóttandi sakarmál móti sær, og nú sigur italska Fiorentina, at tey í løtuni kanna, um felagið skal stevna Manchester United, sum tey meta breyt transfer-reglurnar, tá felagið gjørdi sáttmála við Michele Fornasier. Undan hesum hevur United eisini tikið stjørnuskotið, Federico Macheda, frá Fiorentina. Litaviski landsliðsvenjarin hevur noterað sær góðu úrslitini, sum Føroyar hava havt á heimavølli, og tí sigur hann seg ikki rokna við nakrari lættari uppgávu í kvøld jakup@sosialurin.fo Jákup Mørk Tað er vanligt at sýna mótstøðuni virðing, og tað er avgjørt nakað, sum litaviski landsliðsvenjarin ger, nú hann fyrireikar sínar menn til landsdystin móti Føroyum. José Couceiro tosaði við umboð fyri litavisku og føroysku pressuna týskvøldið, og hann legði stóran dent á, at hjá honum er setningurin einfaldur. At fáa trý stig við sær heim. - Tað finnast eingir lættir dystir í altjóða fótbólti, og Føroyar hava eitt gott lið. Eg veit væl, at tey ikki eru fleiri enn eini 48.000 fólk, men lutfalsliga fyllir fótbólturin nógv meira her, enn hann ger í Litava, og landsliðið hjá teimum leggur altíð nógv fyri, sigur José Couceiro. - Tí er tað eingin ivi um, at vit mugu vera á toppinum, um vit skulu vinna. Tekur tú úrslitini hjá Føroyum hesa undankappingina, so hava teir á heimavølli tapt við einum máli móti Rumenia og Fraklandi, meðan teir spældu javnt móti Eysturríki. So tað verður trupult at fáa øll stigini við heimaftur. Enn hevur Litava møguleika at blanda seg í oddastríðið í okkara undankappingarbólki, men tann spurningurin er ikki nakað, sum José Couceiro tímir at hugsa so nógv um. - Sjálvandi telja trý stig her eins nógv, sum tey gera aðrastaðni. Men skuldu vit fingið trý stig, so verða tey bara sett á bók í fyrsta umfari. Her og nú er tað av alstórum týdningi, at vit hugsa um hesa einu uppgávuna, og so kunnu vit seta okkum at telja stigini saman í oktober mánaði, sigur José Couceiro. Ein sera trupul dystur HM-undankappingin 2010 Bólkur 1 v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Danmark 7 5 - 2 - 0 14 3 11 17 2 Ungarn 7 4 - 1 - 2 9 4 5 13 3 Svøríki 7 3 - 3 - 1 8 3 5 12 4 Portugal 7 2 - 4 - 1 9 5 4 10 5 Albania 8 1 - 3 - 4 4 8 -4 6 6 Malta 8 0 - 1 - 7 0 21 -21 1 Bólkur 2 v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Sveits 7 5 - 1 - 1 13 6 7 16 2 Grikkaland 7 4 - 1 - 2 12 6 6 13 3 Letland 7 4 - 1 - 2 11 6 5 13 4 Ísrael 7 2 - 3 - 2 10 9 1 9 5 Luxemburg 7 1 - 2 - 4 3 13 -10 5 6 Moldova 7 0 - 2 - 5 2 11 -9 2 Bólkur 3 v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Slovakia 7 5 - 1 - 1 19 8 11 16 2 Norðurírland 8 4 - 2 - 2 13 7 6 14 3 Pólland 7 3 - 2 - 2 19 8 11 11 4 Slovenia 7 3 - 2 - 2 10 4 6 11 5 Kekkia 7 2 - 3 - 2 8 6 2 9 6 San Marino 8 0 - 0 - 8 1 37 -36 0 Bólkur 4 v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Týskland 7 6 - 1 - 0 20 4 16 19 2 Russland 7 6 - 0 - 1 15 3 12 18 3 Finnland 7 4 - 1 - 2 10 11 -1 13 4 Wales 7 3 - 0 - 4 5 7 -2 9 5 Azerbadjan 7 0 - 1 - 6 1 9 -8 1 6 Liktenstein 7 0 - 1 - 6 1 18 -17 1 Bólkur 5 v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Spania 7 7 - 0 - 0 18 2 16 21 2 Bosnia-Herzegovina 7 5 - 0 - 2 20 7 13 15 3 Turkaland 7 3 - 2 - 2 10 7 3 11 4 Belgia 7 2 - 1 - 4 10 16 -6 7 5 Estland 7 1 - 2 - 4 7 19 -12 5 6 Armenia 7 0 - 1 - 6 3 17 -14 1 Bólkur 6 v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Ongland 7 7 - 0 - 0 26 4 22 21 2 Kroatia 8 5 - 2 - 1 16 7 9 17 3 Ukraina 7 4 - 2 - 1 14 6 8 14 4 Hvítarussland 7 3 - 0 - 4 15 11 4 9 5 Kazakhstan 7 1 - 0 - 6 7 22 -15 3 6 Andorra 8 0 - 0 - 8 2 30 -28 0 Bólkur 7 v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Serbia 7 6 - 0 - 1 15 5 10 18 2 Frakland 7 4 - 2 - 1 9 7 2 14 3 Eysturríki 7 3 - 1 - 3 10 10 0 10 4 Litava 7 3 - 0 - 4 6 6 0 9 5 Rumenia 7 2 - 2 - 3 8 11 -3 8 6 Føroyar 7 0 - 1 - 6 2 11 -9 1 Bólkur 8 v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Italia 7 5 - 2 - 0 11 3 8 17 2 Írland 8 4 - 4 - 0 10 6 4 16 3 Bulgaria 7 2 - 5 - 0 10 5 5 11 4 Cypros 7 1 - 2 - 4 7 11 -4 5 5 Montenegro 7 0 - 4 - 3 6 12 -6 4 6 Georgia 8 0 - 3 - 5 4 11 -7 3 Bólkur 9 v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Holland 7 7 - 0 - 0 16 2 14 21 2 Skotland 7 3 - 1 - 3 6 10 -4 10 3 Noreg 7 1 - 4 - 2 7 6 1 7 4 Makedonia 7 2 - 1 - 4 4 9 -5 7 Dystirnir í kvøld Bólkur 1 Malta-Svøríki Albania-Danmark Ungarn-Portugal Bólkur 2 Ísrael-Luxemburg Moldova-Grikkaland Letland-Sveits Bólkur 3 Kekkia-San Marino Norðurírland-Slovakia Slovenia-Pólland Bólkur 4 Wales-Russland Týskland-Azerbadjan Bólkur 5 Armenia-Belgia Bosnia/Herzegovina- Turkaland Spania-Estland Bólkur 6 Hvítarussland-Ukraina Andorra-Kazakhstan Ongland-Kroatia Bólkur 7 Føroyar-Litava Rumenia-Eysturríki Serbia-Frakland Bólkur 8 Montenegro-Cypros Italia-Bulgaria Bólkur 9 Noreg-Makedonia Skotland-Holland Litaviski landsliðsvenjarin ætlar sær ikki at telja stig, fyrr enn allir dystirnir í undankappingini eru spældir Ongland kann tryggja seg Ein av stóru dystunum kring Europa í kvøld verður á Wembley, har Ongland tekur ímóti Kroatia. Higar til hevur gingið sum eftir ánni hjá Fabio Capello sum landsliðsvenjara, og við sjey sigrum í sjey dystum er Ongland klárt á odda í sínum bólki. Og vinnur Ongland dystin í kvøld, kunnu teir longu nú fara at fyrireika seg til HM-endaspælið. Og somikið stórur er munurin, at hóas Ongland skuldi snávað í kvøld, sita teir framvegis við allari avgerðini einsamallir.