hósdagur 10. september 2009síða 14
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 172 - 10. september 2009
Andlát og jarðarferðir
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Sverri Hansen, Norðra
gøta, andaðist á Lands
sjúkrahúsinum týsdag
in, 61 ára gamal.
Peter Martin Joensen,
Saltnes, andaðist týs
dagin á Vesturskin, 85
ára gamal. Jarðarferðin
verður úr Fríðrikskirkj
uni fríggjadagin kl. 15.
Tey, ið vilja minnast
Peter Martin, kunnu lata
Fríðrikskirkjuni
eina
peningagávu.
Sørin Emil Olsen van
liga nevndur Emil, ætt
aður av Skála búsitandi
á Glyvrum, andaðist á
Landsjúkrahúsinum
mánadagin, 89 ára gam
al. Kistan fer úr Lands
sjúkrahúskapellinum hós
dagin kl. 17 heim í
Glyvra Kirkju. Jarðar
ferðin verður fríggjadag
in kl. 13. Tey sum vilja
minnast Emil kunnu lata
Eysturoyar Ellis og Røkt
arheimi eina gávu, konto
í peningastovnunum.
Andlát og jarðarferðir
Omma fekk altíð ein at
føla, at hon hevði bíðað all
an dagin, bara at síggja teg
og nú var dagur hennara
fullkomin.
Tann 26. juni stendur
sum prentaður í høvdinum
hjá mær. Tað var bakandi
sól, og eg var ikki meira
enn komin oman á fót
bóltsvøllin,
tá
mamma
ringdi og segði, at eg og
babba máttu skunda okkum
út á Ellis & røktarheimið í
Runavík, tí omma lá til at
doyggja. Eg rann niðan til
okkum og segði við babba
sum var, hann skundaði
sær inn at skifta. Ímeðan
ringdi eg til systir mína,
Klaru, sum var komin út á
Ellisheimið, og tá bar hon
tey tungu sorgarboð, at
omma okkara var farin frá
okkum.
Eitt gamalt enskt orðatak
sigur: There’s no place
like home except Grand
ma’s. Heimið hjá tær og
abba hevur altíð verið eitt
stað har ein hevur følt seg
ógvuliga vælkomnan og
eitt stað har øll familjan
hevur verið samlað.
Góða fitta omma, tú vart
tann besta omman, ein
kundi ynskja sær. Tí er
saknurin av tær ómetaliga
stórur. Men tíbetur eiga vit
øll nógv góð og hugnalig
minnir um teg. Hvussu tú
virdi øll fólk líka og altíð
vart so fitt og blíð við øll
fólk. Hvussu tað altíð kom
eitt stórt smíl á varrar tínar,
tá ein kom at vitja teg.
Eisini kann eg minnast aftur
á, tá vit svóvu hjá tykkum,
hvussu vit sótu í spísistovuni
áðrenn farið var til songar,
har annahvørt tú ella abbi
lósu eina bøn, bóðu faðir
vár og síðani signaðu okk
um. Ikki minst minnist eg
væl tann besta milliónbúff
in tú gjørdi.
Góði abbi, saknurin hjá
tær er ómetaliga stórur,
men vit eru øll her fyri teg.
Jesuspápi verði hjá tær.
Hvíl í friði góða omma.
Sigrid
Til minnis um mína
fittu Klaru ommu
Av tí at myndin manglaði til
hesi minningarorðini, sum
vóru í blaðnum týsdagin,
kemur teksturin í aftur í dag
við mynd.
- red
Í dag, tann 10.09.09, hava
Hans og Kamilla Sørensen
diamantbrúdleyp.
Kamilla Sørensen, fødd
Andreassen, er dóttur Magn
us Andreassen úr Fuglafirði
og Fíu (í Fjósi) fødd Han
sen. Hans Sørensen er úr
Trongisvági og er sonur
Janus Sørensen og Sigrid
Sørensen, fødd Lindberg.
Vit fimm sysktini við
familju eru í tí hepnu støðu,
at vit sleppa at uppliva, at
foreldur okkara kunnu feira
60 ára brúdleypsdag . Tá
lagnan hevur víst tykkum
tað blíðsemi, at tit framvegis
hava hampuliga heilsu og
nú sleppa at uppliva henda
dag saman, so er nógv at
vera takksamur fyri.
Í gjøgnum hetta langa
hjúnarband hava tit verið
búsitandi í Havn, og kann
tað av røttum sigast, at tit
eru vorðin ein býarmynd.
Stundum
spákandi
eftir
havnargøtum, stundum sum
gestir í svimjihylinum og til
tíðir sitandi saman á beink
inum í SMS.
Babba, tín yrkisleið hevur
verið frá hýruvognsførara á
ungum døgum áðrenn tú
gjørdist
rørleggjari.
Tú
starvaðist hjá Mariu Poulsen
í fleiri ár, var sjálvstøðugur
og seinni umsjónarmaður á
Telefonverk Føroya Løg
tings í 25 ár.
Mamma, áðrenn tú bleiv
gift starvaðist tú fyrst hjá
Heinesen og síðani hjá
Niels Arge. Men sum kvinn
ur flest tá á døgum gavst tú
við hesum fyri at passa
heimið, sum gjørdist mið
depilin í okkara lívi. Her
hevði tú nógv um at vera, tí
húsið tíðum var fult av gest
um, tí ferðasambandið ikki
var so gott sum í dag.
Vit hava øll havt gleði av
tínum serliga góðu evnum
at tekna og mála. Tú hevur
teknað okkum øll stór sum
smá, og prýða hesar myndir
tykkara og okkara heim í
dag.
Nú, tá tit hátíðathalda dia
mantbrúdleyp, er stuttligt at
minna tykkum á, hvussu tit
hittust á fyrsta sinni, og var
hetta sum í einum røttum
ævintýri. Tit vóru í somu
veitslu, tá mamma var so
óheppin, at hælurin á skón
um datt undan. Ímyndast
kann, hvussu keðilig støða
hetta er at koma í hjá eini
veitsluklæddari
kvinnu.
Mamma lovar, at tann, ið
megnar at hjálpa sær við at
fáa hælin fastan aftur, skal
verða løntur við einum
kossi. Einasti persónur, ið
megnaði hesa uppgávu, var
tú góði babba. Og her byrj
aði tykkara lívsleið saman.
At júst tú, babba, megnaði
hesa avbjóðing, undrar okk
um als ikki, tí tað sigur so
nógv um tíni góðu evni. Tú
er ein sera handaligur og
arbeiðssamur maður, so
trupult er at finna tín líka.
Eftir 60 ára hjúnarband, er
familjan vorðin stór. Tit eiga
fimm børn, sum eru Tumm
as, Sigrid, Sofía, Maja og
Sonja. Tit eiga 15 ommu og
abbabørn, 10 langommu og
langabbabørn, umframt at
eitt er á veg.
Á diamantbrúdleypsdeg
num eru tit burturstødd. Tit
hava sæð tykkum føran fyri
at fara til dóttir tykkara í
Ålborg og vóna vit, at tit
fáa ein góðan dag saman.
Hjartaliga tillukku elsk
aðu mamma og babba.
Ynskja børn,
svigerbørn, ommu og
abbabørn og langommu
og langabbabørn.
Til mammu og babba
á diamantbrúdleypsdegnum
Dagurin
10. september. Burchardt, doyði umleið ár 754. Hann
var enskur munkur. Fór sum trúboði til Týsklands og
gjørdist fyrsti biskupur í Würtzburg.
(Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008)
Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum,
at okkara elskaði maður, pápi, verfaðir, abbi og beiggi
Sverri Hansen
Norðragøta
andaðist á Landssjúkrahúsinum týsdagin 8.sep.,
61 ára gamal
Bønarhald verður í Landssjúkrahúskapellinum
fríggjadagin kl. 17.00.
Jarðarferðin verður úr Gøtu Kirkju
leygardagin kl. 14.00.
Familjunnar vegna
Súsanna, Súni, Maiken & Jenny
Tey, ið ynskja at minnast Sverra, kunnu lata eina peningagávu til
Føroya felag móti krabbameini, konta í peningastovnunum