hósdagur 10. september 2009síða 13
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 172 - 10. september 2009
13
Ein ávís kapping er farin í
gongd millum politikarar,
um hvør hevur verið fittast
ur ímóti pensjónistunum.
Nógv verður gjørt burturúr,
fyri at selja seg sum tann,
sum hevur gjørt mest á tí
økinum, og ikki minst
verður víst á, hvussu lítið
øll hini hava gjørt. Tað
ljóðar næstan sum ein
gávubúð, har eingin skal
gjalda inn, meðan øll
kunnu fáa út.
Nú er tað soleiðis við
øllum pengakassum, at teir
kunnu ikki gjalda meira út,
enn tað sum fyrst er goldið
inn. Soleiðis er eisini við
teimum almennu
kassunum.
Politikarum dámar væl at
vísa á, hvussu nógv teir
hava gjørt, fyri at fáa hesi
ymisku útgjaldini at
hækka, men ofta verður
gloymt, at vit hækka ikki
útgjaldið meira enn tað,
sum onkur annar skal
gjalda meira inn. Tí kunnu
vit ikki einans hyggja eftir
tørvinum hjá teimum sum
skulu hava útgjøld. Vit
mugu eisini hyggja eftir,
hvønn týdning hækkaðu
útgjøldini fáa fyri tey, sum
skulu gjalda inn í kassan.
Fólkapensjónin
Fólkapensjónin er ein
skipan, sum gongur ígjøgn
um ”stórapott”. Øll sum
arbeiða, gjalda inn, og øll í
pensjónsaldri fáa út.
Stórar ábøtur eru gjørdar
á hesa skipan tey seinnu
árini. Hans Pauli Strøm vil
vera við, at tað er einans
honum og Javnaðarflokki
num fyri at takka. Hesum
eri eg ikki samdur í, tí
eingin flokkur ella persónur
kann gera nakað einsa
mallur. Men tá tað er sagt,
so skal Hans Pauli sjálvsagt
hava rós fyri tað arbeiðið,
sum hann hevur lagt eftir
seg á hesum økinum.
Tey flestu eru nøgd
Flestu pensjónistar, sum eg
tosi við, siga, at tey liva
væl av fólkapensjónini og
”Samhaldsfasta”. Men
sjálvandi eru øll ikki líka
væl fyri. Onkur skal brúka
nógvar pengar til heilivág
o.s.fr. og tað kann broyta
hesa myndina nógv.
Vit kunnu saktans hækka
pensjónirnar nógv afturat,
og uttan iva unna øll pen
sjónistunum so góð lívskor
sum yvirhøvur gjørligt,
men vit mugu minnast til,
at hetta merkir, at tey sum
eru úti á arbeiðsmarknað
inum skulu gjalda tilsvar
andi meira í skatti. Og her
mugu vit ikki gloyma, at
stórur partur av arbeiðarun
um í Føroyum eru fólk,
sum standa í millióna skuld
og tí helst eru verri fyri enn
nógvir pensjónistar. Tað
verða tey sum sleppa at
gjalda hækkaða útgjaldið.
Vit mugu ansa eftir, at
vit ikki geva teimum sum
tørva, við at taka frá teim
um, sum kanska tørva
uppaftur meira.
Pensjónsaldurin
Arbeitt verður í løtuni við
eini nýggjari pensjónsskip
an og í tí smabandinum er
spurningurin um pensjóns
aldur reistur. Skulu vit
halda fast við 67 ár, ella
skulu vit niður á 65 ár, ella
skulu vit longur uppeftir?
Vit kunnu saktans lækka
pensjónsaldurin við fleiri
árum, men vit mugu vera
greið yvir, at fyri hvørt
árið, sum pensjónsaldurin
lækkar, missir pensjóns
uppsparing eitt ár í inn
gjaldi og harumframt skal
gjaldast út í eitt ár longri.
Tað vil siga, at pensjóns
uppsparingin missir í roynd
og veru tvey ár fyri hvørt
árið, sum vit lækka
pensjónsaldurin, og tað
merkir, at árliga útgjaldið
verður munandi minni. Tað
haldi eg at øll gloyma í
hesum kjakinum.
Tað er sjálvur grund
tankin við nýggju pensjóns
skipanini, at jú longri vit
rinda inn, meira fáa vit út,
og jú seinni vit byrjar at
fáa út, meira fáa vit hvørt
árið. Hetta er ”einføld
matematikk”.
Hvussu leingi skulu
vit arbeiða?
Okkara ommur og abbar
byrjaðu at arbeiða, tá tey
vóru 14 ár. Tey arbeiddu til
tey vóru 67, og meðallivi
aldurin tá var umleið 70 ár.
Tað vil siga, at tað vóru
bara eini 17 ár av teirra
lívi, at tey ikki arbeiddu.
Í dag er vanligt at
útbúgva seg til ein nærkast
30 ára aldri, og livialdurin
er hækkaður nógv. Um ein
persónur livir í 90 ár, og
bara arbeiðir frá tí at hann
er 30 til hann er 65 ár, so
hevur hann bara 35 ár á
arbeiðsmarknaðinum,
meðan tað eru 55 ár av
hansara lívi, at hann ikki
arbeiðir. Í 25 ár skal hann
liva av pensjónini, sum
hann spardi upp tey 35
árini, hann arbeiddi. Verður
tað ikki ov lítið at liva av?
Arbeiðir hann
harafturímóti til hann er 70
ár, so skal hann liva í 20 ár
av pensjónini, sum hann
spardi upp í 40 ár. Tað
gevur eitt heilt annað býti.
Munnkurv
Eg eri ein av teimum, sum
sita í politiska fylgibólki
num, sum skal hava fingið
munnkurv, so eg fari ikki
at koma við nøkrum
uppskoti her um, hvussu
pensjónsuppskotið eigur at
síggja út, tá tað einaferð
verður liðugt. Í einum
slíkum máli eiga allir
flokkar at finna eina breiða
semju, og tí gevur tað onga
meining, um nú øll skulu
út at selja uppskotið sum
sítt egna, ella sum nakað,
tey ikki eru partur av. Vit
mugu finna eina breiða
semju, sum allir politiskir
flokkar kunnu standa
saman um.
Men eg skrivi hesar
reglur fyri at vísa á, at
uttan iva vilja øll veita
pensjónistunum so góðar
sømdir sum til ber, men
roknistykkið má so ella so
hanga saman.
Samsvar má vera ímillum inngjald og útgjald
løgtingsmaður
Helgi
AbrAHAmsen
Landssjúkrahúsið var fyri
ógvisligum ágangi til fyri
einum tveimum árum síð
ani. Síðani hevur eydnast
við ein felags ódnartakið í
góðum samstarvið millum
starvsfólk, leiðslu og polit
iska myndugleikan at
venda gongdini til eina
positiva menning – fyrst og
fremst til gagns fyri sjúk
lingar, men eisini sum
gevandi arbeiðspláss fyri
starvsfólkini og teirra
heilsufakliga førleika.
Hetta hendir, samstundis
sum rationaliseringar og
umleggingar verða gjørdar
fyri at tálma útreiðslu
vøkstrinum, so at sjúkra
húsið er ógviliga hart spent
– ja til tað ýtarsta, fyri at
kunna halda tørn.
Skal Landssjúkrahúsið
nú haraftrat til at fremja
stórar sparingar uppá 56
mió bara fyri tað sum er
eftir av hesum árinum, fer
tað at fáa ógvisligar avleið
ingar fyri sjúklingarnar, og
tað verður til óbótaligan
skaða fyri sjúkrahúsið, tí at
alt fer fyri skeyti, sum er
eydnast at byggja upp hesi
seinni árini.
Snøgt sagt: hvørki sjúk
lingarnir ella sjúkrahúsið
tola tær skerjingar, sum eru
uppá tal:
Bert bráðfeingis viðgerð
ir verða gjørdar, so bíði
listar verða longdir við
meir enn einum árið, til
stóran heilsuligan skaða
fyri sjúklingar og stórar
persónligar og samfelags
ligar meirútreiðslur.
Vælgrundað ónøgd og
trýst frá sjúklingum, sum
ikki sleppa í viðgerð,
verður ógvisligt, bæði móti
sjúkrahúsverkinum og ikki
minst móti politisku
skipanini.
Landssjúkrahúsið kemur
í vanda fyri at missa rættin
sum útbúgvingarstað fyri
yngri læknar og kommunu
læknar, tí virksemið verður
skert niður um tað markið,
sum Heilsustýrið setir sum
minsta krav.
Landssjúkrahúsið sum
mennandi arbeiðspláss
sindrast, við stórari ónøgd
millum starvsfólk og oyði
leggjandi avleiðingum fyri
fasthalda og rekruttera
starvsfólk við neyðugari
servitan og førleikum.
Av hesum orsøkum ger
ast sparingarnar fullkomi
liga skilaleysar – og avleið
ingarnar rættast ikki upp
aftur í bræði.
Tí eri eg glaður fyri, at
vit bæði mánakvøldið og
týskvøldið hava hoyrt og
lisið eitt og annað frá
sentralum persónum í
samgonguni – um tað ber
til at siga tað soleiðis –
sum gevur eina ávísa vón.
Eina vón um at lands
stýri og løgting sissa seg
og játta sjúkrahúsinum teir
fíggjarligu karmarnar, sum
krevjast fyri at vit skulu
kunna tryggja okkara borg
arum neyðugar sjúku
viðgerðir og heilsutænast
ur, sum ein av teim altav
gerandi fyritreytunum fyri
at vit kunnu búgva í hesum
landi.
Sjúklingar og sjúkrahús tola ikki skilaleysar sparingar
løgtingsmaður
HAns PAuli
strøm
Ofta havi eg undrast
á, og onkuntíð
ógvast við, tá eg
havi fylgt við,
seinast í samband
við avdúkingarnar,
nú hann leggur frá sær, hvussu lætt spæl
borgarstjórin á Sandi hevur havt. Hann tykist
mestsum at hava verið einaráðandi.
Hvussu fær ein persónur slíka makt? Vit liva í
einum demokratiskum landi, har hvør einstakur frítt
kann koma fram við síni meting og meining, uttan
at vera bangin fyri avleiðingunum. Og kortini
hendir tað, sum nú á Sandi, at ein maður sleppur at
taka maktina, onkuntíð eisini so týðiliga til egnan
persónligan fordeil, uttan at nakar talar at.
Í grundini er tað nattúrligt, serliga í einu lítlum
samfelag sum í eini bygd, at tú kann vera bangin
fyri avleiðingum fyri teg og tíni. Men tað er so
umráðandi, at vit standa saman um fólkaræðið,
soleiðis at tað virkar eftir ætlanini, at talað verður
at, tá orsøk er til tess, og at vit ongantíð loyva
einaveldinum.
Einaveldi
bergljót
mAdsen
Nýggj veljarakanning, ið
Fynd hevur staðið fyri,
vísir, at Javnaðarflokkurin
missir alsamt fleiri atkvøð
ur, og hevði verið val í dag,
hevði hann bert fingið
14,7% av atkvøðunum.
Flestar atkvøður fær Sam
bandsflokkurin. Hvat sigur
hetta okkum? At ørkyml
aðu Javnaðarfólkini flýggja
til Sambandsflokkin? Hví
fara frá einum sosialdemo
kratiskum flokki yvir í ein
borgarligan flokk? Hvat
sigur hetta um Javnaðar
flokkin? Stjórnmálafrøð
ingur heldur, at flokkurin
er á veg til upploysing –
flokkurin hevur mist seg
sjálvan burtur millum tvær
borgarligar kempur, og
hugsjónarliga kumpassin
snurrar vesalliga báðar
vegir, tá ið hon ikki stend
ur still. Men ikki skuldi tað
verið neyðugt at ofra virð
ini og grulva høgrumegin
miðlinjuna. Hví koma hesi
javnaðarfólk ikki til Tjóð
veldi? Er tað ein spurning
ur um tryggleika, har øll,
ið ikki eru tjóðveldisfólk
mestsum av sær sjálvum
detta inn um gátt hjá
Sambandinum? Ella sigur
hetta nakað um Tjóðveldi?
Er Tjóðveldi farið ov langt
burtur frá síni samhalds
føstu hugsjón? Av og á er
tað sunt hjá øllum politisk
um flokkum at líta inneftir
og smyrja hjólini í
mekanismuni.
Tað tykist, sum eru tað
fá, ið velja sambandið
orsakað av borgarligum
hugsjónum. Heldur stendur
Sambandsflokkurin sum
súmbolski mótpartur Tjóð
veldis. Men samband í sær
sjálvum er ikki ein politikk
ur, heldur ikki eitt mál: tað
er status quo, og um ein
fyrrverandi javnaðarveljari
ger av at seta X við lista B,
kann sigast, at hann ongan
tíð brendi fyri javnaðar
hugsjónini. Veruleikin er
tann, at Javnaðarflokkurin
ikki hevur ein miðvísan
politikk longur, og sostatt
fara gamlir veljarar beint
yvir til Sambandið, har
heldur eingin veruligur
politikkur er.
Sambandssinnaðu
javnaðarfólkini er longu
farin í sambandsgrøvina.
Nú bjóðar Unga Tjóðveldið
teimum fullveldissinnaðu
javnaðarfólkunum væl
komnum at stuðla tjóð
veldishugsjónini, har vit
øll gjalda í felag og eftir
førimuni.
Landsnevnd
Unga Tjóðveldisins
Veljarakanningin
viðmerkingar