hósdagur 10. september 2009síða 16
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 10. september 2009 – Nr. 172
Wozniacki í hálvfinaluni
17 ára gamla amerikanska sensatiónin í tennis við US Open, Melanie Oudin, kundi einki gera við
donsku Caroline Wozniacki, sum vann fjórðingsfinaluna 6-2 6-2. Bert í byrjanini av øðrum setti var
eitt sindur av spenningi í, tá Oudin helt egnari serv til 2-3, men so streyk Caroline avstað og vann
settið trygt. Melanie Oudin hevur annars staðið seg ótrúliga væl undir US Open, og hevur undan
fjórðingsfinaluni sligið fýra russiskar stjørnur út. Hon var undan kappingini nummar 70 á
styrkislistanum, men tað er eingin ivi um, at hon flytir fleiri pláss fram eftir góðu úrslitini. Caroline
Wozniacki er í løtuni nummar 8 á styrkislistanum, men man hon ikki eisini fara at toga seg eitt
pláss fram ella bæði tvey eftir síni góðu úrslit. Caroline Wozniacki møtir í hálvfinaluni belgisku
Yanini Wickmeyer. Í hinari hittast Serena Williams og Kim Clijsters.
Arnbjørn T. Hansen, sum
var toppskjútti í føroysku
fótbóltskappingini í fjør,
vísti á Svangaskarði í gjár
kvøldið, at hann framvegis
er maður fyri at finna málið
einslistir@kallnet.fo
Hilmar Jan
Hansen
Eftir eitt marathon-álop á lettiska
málið, har talan fyrst var um eitt
innkast og síðani trý framúr góð
hornaspørk frá Jákupi á Borg,
eydnaðist Arnbjørn at enda at seta
høvdið á bóltin og skora til 2-1, ið
skuldi vísa seg at gerast
sigursmálið, nú Føroyar fyri fyrstu
ferð í átta ár vunnu ein dyst í einari
undankapping.
– Hetta er fantastiskt, og tað er
veldugt at vera við til eina slíka
uppliving, segði Arnbjørn beint
eftir dystin, ið var hansara bara
nummar seks í røðini. Samstundis
kunnu vit frøast um, at vit síðstu
tveir dystirnar hava fingið tveir
nýggja landsliðsmálskjúttar.
Arnbjørn, sum ikki var við í
Eysturríki, men fekk møguleikan, nú
nýggir mans skuldu kallast inn, tí
tríggir høvdu karantenu, var eisini
sera fegin um umstøðurnar, nú
hann fekk sítt fyrsta mál á
A-landsliðnum:
– Tað var serliga stuttligt at skora
sítt fyrsta A-landsliðsmál undir
hesum umstøðunum. Hetta var
bara fantastiskt, segði
kollfirðingurin, sum í seinna
hálvleiki læt seg skifta út, tá hann
hevði runnið og tuskað so nógv, at
battaríini vóru fullkomuliga fløt.
Arnbjørn avgjørdi
Jákup Mikkelsen spældi í gjár kvøld-
ið sín landsdyst nummar 65, og
eftir sum hann hevur boðað frá, at
hetta er hansara seinasta ár sum
lands liðsmálverji, var dysturin á
Svanga skarði samstundis hansara
seinasti heimadystur fyri Føroyar.
– Hetta er tað, eg havi droymt
um, og næstan ikki trúði fór at ger-
ast veruleiki. Eg eri rørdur og ótrú-
liga takksamur fyri hetta, segði
Jákup beint eftir dystin, tá hann
sam stundis var eyðmjúkur og vildi
rósa monnunum framman fyri sær,
heldur enn at taka til takkar við
heiðrinum sjálvur:
– Tað var stuttligt at spæla við
einari so fantastiska góðari verju
framman fyri sær, sum serliga tók
sær av øllum í luftini, tí í veruleik-
anum fór eg skeivur av fleiri bólt-
um, segði Jákup Mikkelsen.
– Tað er ótrúliga deiligt at kunna
takka fyri seg á heimavølli upp á
henda mátan. Hetta var heilt
fantastiskt!
-hil
Eftir ætlan stendur Jákup
Mikkelsen í føroyska málinum
tvær ferðir afturat . Dysturin
mikukvøldið var seinasti
heimadystir
Mynd: Álvur Haraldsen
Dreymurin gekk út
Arnbjørn Hansen hevur sett høvdið á bóltin, og so eru Føroyar á odda 2-1
Mynd: Álvur Haraldsen
Tí spæla vit á Svangaskarði
Føroyar hava ikki ráð at geva avkall upp á nakran
sum helst lítlan fyrimun, um vit skulu hava nakran
kjans í altjóða høpi
Ítróttarklumman
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tað kann væl vera, at eitt landsstadion eigur at liggja í
høvuðsstaðnum. Og tað kann eisini væl vera, at tað er eitt sindur
bygdasligt at spæla uppi á einum fjalli, har bóltdreingirnar kunnu
risikera, at bólturin fer fleiri hundrað metrar burtur, tá hann verður
sparkaður av vøllinum.
Og tað kann eisini væl vera, at tað er ein hypotesa at tosa um,
hvussu Litava-dysturin endaði, um hann varð spældur á Tórsvølli.
Men tað er eitt faktum, at føroyska A-landsliðið hagtalsliga hevur
staðið seg betur á Svangaskarði, enn liðið hevur gjørt tað á Tórsvølli,
og tað eru tað fleiri heilt góðar orsøkir til.
Fyrst og fremst er tað vøllurin sjálvur. Hvør metur, sum skal rennast
minni í altjóða dysti vil at kalla altíð vera ein fyrimunur hjá okkara
monnum. Størsta partin av mest sum øllum landsdystunum brúka
okkara til at jagstra mótstøðuna og tetta hol í verjuni, tá ger tað
góðan mun, um metrarnar millum spælararnar eru færri.
Í álopspartinum dúva vit fyri tað nógva upp á kontra í mest sum
øllum dystum, og eisini har er tað munin lættari, um fjarstøðan niðan
til mótstøðumálið er 50 heldur enn 60 metrar.
Og so eru tað sjálvandi kringstøðurnar annars. Fyri útlendskar
fótbóltsstjørnur man vøllurin á Toftum vera eitt tað løgnasta staðið,
sum tú kanst ímynda tær at spæla á. Gott nokk er heitt vatn í, brúsuni
og hondvask er á WC’inum, men í aðrar mátar er einki soleiðis, sum
teir eru vanir við.
At kalla allir lutir siga mótstøðuni, at nú eru teir á útivølli, og hvør
einasti lítil smálutur av hesum slag, telur tí til okkara fyrimun. Og
fyrimunir eru absolutt ikki nakað, sum vit hava ráð til at geva avkall
uppá, um vit skulu standa okkum á altjóða pallinum.
Føroyar eru ikki meira enn ein lítil bygd í Europa. So sjálvandi skulu
vit virka bygdaslig hjá stóru londunum at vitja.