Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-09-10, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. september 2009síða 17

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 10. september 2009 – Nr. 172 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 17 Federer var trýstur Tað var ikki uttan stríð, at Roger Federer í nátt vann seg í hálvfinaluna í US-Open í tennis. Svenski Robin Söderling var annars greitt við undirlutan, men seinasta partin av dystinum trýsti hann veruliga Federer í botn. Dysturin endaði tó við 6-0, 6-3, 6-7, 7-6 sigri til Federer, sum fyri 22. ferð á rað er í finaluni í eini Grand Slam kapping. Ikki síðani French Open í 2004 er Federer endaður aftan fyri fremstu fýra í eini Grand Slam. Hetta er met í sjálvum sær, og samstundis roynir Federer at seta met í US-Open. Talan var í nátt um 39. Sigurin á rað hjá honum í kappingini, og stendur hann aftur við steypinum hesaferð, er talan um sætta US-Open heitið hjá honum á rað. Í hálvfinaluni skal Federer dystast við Novak Djokovic úr Serbia, sum er styrkismettur sum nummar fýra. Millum teirra, ið fingu afturval í gjárkvøldið, var Einar Tróndargjógv Hansen, ið tók kjansin og fekk víst venjaranum, at hann var meira verdur, enn avrikið vísti leygarkvøldið einslistir@kallnet.fo Hilmar Jan Hansen Einar Tróndargjógv Hansen var ein av teimum, ið fekk afturval frá Brian Kerr, hóast hann ikki stóð so øgiliga sterkur í myndini í dystinum í Graz leygarkvøldið. Men ikki kann sigast annað, enn at Einar takka fyri álitið og fekk víst, at hann framvegis er eitt gott boð upp á ein vinstra bakk á landsliðnum mong ár fram í tíðina. – Eftir Eysturríkisdystin høvdu vit sett okkum fyri, at vit skuldu vísa, at hetta kundu vit gera betri, og tað var fantastiskt at síggja allar, segði Einar eftir dystin, tá hann um alt andlitið strálaði sum ein sól, so fegin var hann um sigurin og avrikið. – Sjálvur eri eg glaður fyri, at eg fekk víst venjaranum, at eg var betri enn tað, eg vísti í Eysturríki. At vera við landsliðnum og umboða Føroyar er altíð ein stórur heiður, og at vera við til hetta í dag, er bara heilt fantastiskt. Tættari saman Einar sigur, at tað var sera stuttligt at spæla í fyrra hálvleiki, tá fleiri kjansir spurdust burturúr og tað eisini eydnaðist at koma á odda 2-1 og halda tað til hálvleiks. Men hann treivst so sanniliga eisini á vøllinum eftir steðgin, tá tað mest ráddi um at binda fyri. – Í seinna hálvleiki lótu vit teir fáa spælið, og so kempaðu vit bara sum svakir. Tað riggaði væl hjá okkum, staðfesti bakkurin, ið einki hevði ímóti at spæla landsdyst á grasinum á Svangaskarði, heldur enn á Tórsvølli. – Eg havi ikki so nógv at samanbera við, tí hetta er fyrsti dystur hjá mær á Svangaskarði, men at vøllurin er minni og kompaktari, ger tað lættari hjá okkum. Vit vóru tættari saman og arbeiddu sum hestar allan dystin á tamb. Kempaðu sum svakir Jákup á Borg er við sínum 59 dystum og tveimum landsliðsmálum ein av teimum allarroyndastu á føroyska landsliðnum. Og eftir at hava sitið eitt sindur uttarlaga á liðnum í nógvar dystir, fór hann í gjárkvøldið á vøllin á Svangaskarði og var ein av teimum, ið gekk allarmest undan, tá hann kring allan vøllin og í øllum støðum vísti, at hann vildi taka ábyrgd. – Hesum hava vit bíðað leingi eftir. Hetta er bara super! Tað nyttar ikki at brúka munn uttan fyri vøllin, men at vísa tað inni á vøllinum, tá tú fært kjansin, og tað haldi eg, at vit allir gjørdu í dag, segði Jákup á Borg, sum mundi spæla ein av sínum bestu landsdystum nakrantíð og átti uppleggið við hornasparkinum til sigursmálið. – Vit matsjaðu litavar totalt, og serliga haldi eg, at teir har afturi skulu hava stórt rós. Vit spældu so mikið skilagott, at tá litavar royndu seg við longum bóltum, tók verjan sær av tí, og um allan vøllin vóru vit minst líka góðir sum teir. -hil Litava- dystirnir Føroyar-Litava 2-1 (2-1) 1-0: Súni Olsen, 15. 2-1: Arnbjørn T. Hansen, 35. 9. september 2009, Svangaskarð (HM-undankapping) Litava-Føroyar 0-1 (0-1) 15. oktober 2008, Kaunas (HM-undankapping) Litava-Føroyar 2-1 (1-0) 2-1: Rógvi Jacobsen, 93. 12. september 2007, Kaunas (EM-undankapping) Føroyar-Litava 0-1 (0-0) 7. oktober 2006, Tórsvøllur (EM-undankapping) Føroyar-Litava 1-3 (1-1) 1-1: Súni Olsen, 43. 10. september 2003, Svangaskarð (EM-undankapping) Litava-Føroyar 2-0 (2-0) 12. oktober 2002, Kaunas (EM-undankapping) Føroyar-Litava 0-1 (0-0) 8. september 1999, Tórsvøllur (EM-undankapping) Litava-Føroyar 0-0 10. oktober 1998, Vilnius (EM-undankapping) Vístu tað á vøllinum Jákup á Borg spældi ein branddyst á føroyska miðvøllinum, har hann í 90 minuttir stríddist, tacklaði og spældi Mynd: Álvur Haraldsen Hóast pláss í byrjunaruppstillingini var kærkomið, so staðfestir Einar T. Hansen, at bara tað at vera í hópinum er ein stórur heiður Mynd: Álvur Haraldsen