hósdagur 10. september 2009síða 18
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 10. september 2009 – Nr. 172
Hóast fleiri klóraðu sær
í nakkanum, tá tey sóu
byrjunaruppstillingina
hjá Føroyum ímóti Litava,
so prógvaði Brian Kerr, at
hann til fulnar meistrar at
gera tað óvæntaða – og at
fáa úrslit burtur úr tí
einslistir@kallnet.fo
Hilmar Jan
Hansen
– Hetta er fantastiskt. Vit høvdu eitt
sindur av hepni, men høvdu brúk
fyri tí og fingu tvey góð mál. Henda
sigurin høvdu vit veruliga
uppiborið, og eg haldi, at hann var
grundaður á hart arbeiði og ein
disiplineraðan innsats, segði
føroyski landsliðsvenjarin, Brian
Kerr, eftir dystin, ið longu í fjórðu
royndini gav honum ein sigur og
trý stig.
– Vit hava allir arbeitt sera hart
hesa síðstu vikuna. Eg segði fyri
nøkrum døgum síðani, at hetta var
dysturin, vit skuldu royna at fáa eitt
ella trý stig burturúr, men eg veit
ikki, um eg hevði skilt, hvussu
torført tað fór at verða. Hetta var
ein stórur innsatsur yvir alla linjuna.
Ikki minst má sigast, at
innsatsurin áðrenn dystin hevur
verið til staðar, tí tað skiltist á øllum
brøgdum, at Brian Kerr hevði valt at
blandað kortini øðrvísi enn vanligt,
og kanska var júst tað við til at gera,
at tað óvanliga hendi: At Føroyar
vunnu!
Nógv broytt
Á pappírinum sá støðan hjá
Føroyum ikki serliga góð út undan
dystinum ímóti Litava, tí tríggir av
teimum berandi spælarunum
høvdu karantenu. Uttan Fróða
Benjaminsen, Boga Løkin og Atla
Danielsen noyddist Brian Kerr at
gera í øllum førum tríggjar
broytingar á sjálvum liðnum, men
hann gjørdi tað óvæntaða, tí har
vóru ikki færri enn fimm broytingar,
samanborið við Eysturríkistapið.
At Jann Ingi Petersen, Jákup á
Borg og Jóhan Troest Davidsen
komu inn á liðið, var ikki so øgiliga
óvæntað. Men hinvegin kløkkaði
tað fleiri, at høgra verjusíða var skift
út, tí hvørki Jónas Þór Næs ella Egil
á Bø fingu afturval, og í staðin
spældi Jóhan Troest Davidsen á
høgra bakki og Bartal Eliasen
byrjaði í miðverjuni.
Helst høvdu tey flestu eisini
væntað, at málskjúttin í Graz,
Andreas Lava Olsen, fór at byrja
inni, men í staðin var Arnbjørn T.
Hansen á vøllinum sum fremsti
maður, tá ungarski dómarin
bríkslaði dystin í gongd.
Tá avtornaði, vísti hetta seg alt at
rigga sera væl. Bæði teir, ið komu
inn á liðið, vístu seg at taka
heilhjartað við avbjóðingini, og teir,
ið høvdu fingið afturval, vístu eisini
til fulnar, at teir høvdu meira í sær,
enn tað hevði sæð út til
leygarkvøldið.
Talandi avrik
Brian Kerr ásannaði eftir dystin, at
føroyska liðið kanska hevði eitt
sindur av hepni rundan um síni
mál, sum vóru sera góð, men at
litavar so sanniliga eisini vóru
hepnir.
– Brotssparkið var eftir mínum
tykki hart dømt, men vit fingu so
tvey góð mál, og tað rakk til sigurin,
ið ikki bara er eitt avrik hjá hesum
spælarunum, sum spældu í dag,
men eisini hjá øllum teimum, sum
hava verið á liðnum og rundan um
liðið, segði venjarin.
– Men eg vil eisini siga tað
soleiðis, at teir, ið fingu kjansin í
dag, vístu á vøllinum, hvat teir eru
verdir, og at teirra avrik talaði fyri
seg.
Tað mátti
koma
Jens Martin Knudsen, sum
vardi føroyska málið í søguliga
sigrinum í Landskrona á sinni,
var aftur partur av
søguskrivingini, tá sigurin á
Litava í gjárkvøldið var
veruleiki – hesa ferð sum
hjálparvenjari hjá Brian Kerr.
– Hetta var fantastiskt. Nú
hevur tað verið so nær so
leingi, at nú mátti tað koma.
Vit hava veruliga trúð upp á
tað, og tí mátti tað bara henda,
segði hann ovurfegin eftir
dystin.
– Menn vóru skuffaðir eftir
Eysturríkis-dystin, so nú skuldi
tað bara vera. Fantastiskt!
hil
Kabalukynstrið hjá Kerr
Hepnið spældi við, men tað er
eisini neyðugt, staðfesti Brian
Kerr, sum var ovurfegin um
føroyska avrikið mikukvøldið
Mynd: Álvur Haraldsen
Har stóð nógv á hjá Brian Kerr, meðan minuttirnir spakuliga
tikkaðu seg fram móti teimum 90 – umframt tí, sum lagt varð
afturat
Mynd: Álvur Haraldsen
Norra heldur ondini
Hóast Norra og Egil Drillo Olsen við einum 2-1 heimasigri á
Makedonia í gjárkvøldið endaði á næstfremsta plássi í sínum
bólki, mugu norðmenn bíða til mitt í oktober, áðrenn teir vita,
um tað røkkur til HM-endaspælið í Suðurafrika ella ikki. Við bert
10 stigum er Norra ein av vánaligastu tveyarunum, og allir
uttan tann ringasti sleppa víðari. Enn ber tó til hjá Norra at náa
tað, men tað avhongur av úrslitum í øðrum bólkum, har
umráðandi er, at onkur tveyari skal fáa minni burturúr.
Holland fult stigatal
Innskifti Eljero Elia syrgdi fyri, at Holland kundi fara ígjøgnum alla
HM-undankappingina við fullum stigatali, sum bert fimta tjóðin
gjøgnum tíðirnar. Elia skoraði ímóti Skotlandi í Glasgow, tá 82 minuttir
vóru farnir, og við hesum sigrinum er Holland heili 14 stig framman fyri
Norra, sum er næstfremst í bólkinum. Skotar høvdu sína møguleikar á
Hampden Park við eitt nú tveimum royndum á stengurnar, men
megnaðu ikki at fáa mál, og sostatt endaði tað við, at Holland kundi
vinna dystin 1-0.