Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-09-10, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. september 2009síða 19

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 10. september 2009 – Nr. 172 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 19 Bartal Eliasen hevur í áravís verið besti høvuðspælari í føroysku kappingini, og í gjárkvøldið var hann ein av høvuðspersónunum í seinna hálvleiki, tá tað ráddi um at rudda bóltarnar burtur úr føroyska brotsteiginum einslistir@kallnet.fo Hilmar Jan Hansen Undan dystinum á Svangaskarði í gjárkvøldið hevði Bartal Eliasen fimm ferðir verið á vøllinum í landsdysti fyri Føroyar, men tað hevði hvørja ferð verið sum innskiftari. Í tí eina førinum, á heimavølli ímóti Rumenia í fjørheyst, var tað enntá sum framherji, at hann var settur á vøllin. Men hesa ferð fekk hann møguleikan frá byrjan, tí Brian Kerr eftir øllum at døma vildi tryggja sær, at litavar ikki skuldu fáa nakað burturúr at senda høgar bóltar inn í føroyska brotsteigin. At valið tí fall á Bartal, var kanska ikki so løgið, tí hann hevur í áravís verið besti høvuðspælari í føroysku kappingini. – Tað var fantastikst endiliga at fáa kjansin og so enntá at vinna. Í fyrra hálvleiki var tað ikki so hart, og eg helt ikki, at teir komu til so øgiliga nógv, meðan vit saktans kundu fingið okkurt mál aftrat og verið á odda 3-1, segði Bartal eftir dystin. – Í seinna hálvleiki komu teir til einar tveir stórar kjansir, men sparkaðu annars langt, og tað passaði mær útmerkað. Bíligt brotsspark Tað sást eisini sjón fyri søgn, at Bartal treivst í leiklutinum sum uppruddari, tí óansæð um bóltarnir komu høgt ella lágt innfyri, var hann øgiliga ofta maðurin, ið setti høvdið á. Kom bólturin høgt, var hann aloftast hægstur og kundi róliga kallast »kongurin í loftrúminum«. Enntá legði hann onkuntíð nógv fyri og tveitti seg niður í knæhædd fyri at skalla burtur. Bartal Eliasen helt eisini, at dysturin í gjárkvøldið vísti, at eingin skal kanna sær bitan, áðrenn hann er svølgdur, tá vitjað verður í Føroyum, tí eingin landsdystur kann roknast sum eitt »walk-over« hjá nøkrum. Einasta ivamálið í avrikinum hjá Bartali var brotssparkið til Litava, ið sá rættiliga bíligt út. Sjálvur helt hann eftir dystin, at tað var ein støða, áskoðararnir sjálvur máttu meta um: – Eg royndi eftir bóltinum og helt meg raka hann við vinstra beinið, men samstundis kom høgra bein í mannin, sum datt øgiliga lætt, sum hann eisini gjørdi tað fleiri aðrar ferðir. Um tað var brotsspark ella ikki, mugu áskoðararnir døma um, men eg haldi, at tað kundi gera tað sama, tí vit vunnu allíkavæl. Kongurin í loftrúminum Litavar máttu boyggja seg fyri konginum í loftrúminum. Bartal Eliasen tók tað, sum var at taka, tá litavar royndu at trýsta við høgum sendingum inn í brotsteigin Mynd: Álvur Haraldsen Kanónskot Myndin sigur tað mesta, sum sigast skal. Súni Olsen var ikki smávegis frekur, tá hann gjørdi seg til reiðar at skjóta fríspark. Hóast málverjin vardi sína høgru síðu av málinum, so kundi hann einki gera við dundurskotið, sum varð sent móti tríkantinum, og so er Føroyar á odda. Talan var um triðja landsliðsmálið hjá Súna, og eru tey øll komin eftir deyðbóltsstøður ímóti baltiskum londum. 10. september í 2003 skoraði Súni frálíkt frísparksmál móti júst Litava á Svangaskarði. 4. juni í fjør setti hann brotsspark í netið, tá føroyar taptu 3-4 móti Estlandi í Tallinn. Og í gjár setti hann altso hesa frísparkskanónina inn móti Litava á Svangaskarði. -mørk Mynd: Jens Kr. Vang Svenskur sjálvmálssigur Eitt sjálvmál, sum Ian Azzopardi gjørdi 10 minuttir fyri tíð, tryggjaði í gjárkvøldið Svøríki og Zlatan Ibrahimovic ein 1-0 sigur á Malta. Harvið livir svenska vónin um HM-endaspælið í Suðurafrika komandi summar framvegis. Svenskararnir høvdu hópin av kjansum ímóti hartarbeiðandi maltesisku verjuni, men fingu ikki hol á, fyrr enn sjálvmálið gjørdi munin. Rasmus Elm kastaði eitt langt innkast ímóti aftaru stong, og har var Azzopardi so óheppin at koyra bóltin í egið mál. Danmark enn á odda Framvegis er stórur spenningur í bólkinum, har Danmark, Svøríki, Portugal og Ungarn kappast um at sleppa við til HM-endaspælið næsta summar. Danmark fekk í gjárkvøldið ein skuffandi 1-1 javnleik á útivølli ímóti Albania, og tí er leiðslan í bólkinum tódnað. Danmark hevur 18 stig, Svøríki 15 og Portugal og Ungarn hava 13 stig í part. Alt bendir tí á, at dysturin millum Danmark og Svøríki um júst ein mánað verður avgerandi fyri, hvør vinnur bólkin.