Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-09-10, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. september 2009síða 20

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 10. september 2009 – Nr. 172 Áskoðararnir eru aftur við Góðu avrikini sum føroyska landsliðið hevur sýnt seinastu nógvu dystirnar, hevur eisini havt sína ávirkan á undirtøkuna hjá áskoðarunum. Litava telist vanliga ikki millum tær tjóðir, sum draga størstu fjøldirnar til landsdyst her í Føroyum, men í gjárkvøldið vóru ikki færri enn 1.942 fólk til dystin. Har til er at siga, at hetta vóru betalandi áskoðarar, og við ókeypis atgongd til børn, var talan um helst um væl fleiri enn hesi 1.942 áskoðararnar. Ongland knústi Kroatia Frank Lampard og Steven Gerrard skutu tvey mál í part og Wayne Rooney eitt, tá Ongland við knúsandi stórsigri á Kroatia spældi seg til EM-endaspælið í Suðurafrika. Talan var um frálíkt enskt fótbóltskvøld, har kroatar illa fingu eitt bein til jørðina, og einsamalla málið frá Eduardo gjørdist ongan tíð meira enn ein fátøk troyst. Eftir dystin helt landsliðsvenjarin, Fabio Capello, fyri, at við spæli av hesum slag er Ongland veruliga millum kandidatarnar til ein komandi heimsmeistara. Átta ár eru liðin, síðani Luxemburg varð sent av Svangaskarði við ongum. Síðani hava tepru og heiður ligu tapini verið fleiri, men á Svangaskarði mikukvøldið bragdaði aftur jakup@sosialurin.fo Jákup Mørk Fagnaðurin á vøllinum var ovur- stórur. Spælararnir lupu allir í ein stóran trunka. Brian Kerr tóktist ikki vita, hvørjum beini hann skuldi standa á, sum hann rann millum spælarar, hjálparfólk, nevndarlimir og fjølmiðlar. Ikki síðani tann 1. september í 2001 høvdu Føroyar vunnu undan- kappingardyst. Ta ferðina æt mót- støðan Luxemburg, sum varð styrkis mett lægri enn vit. Men síð- ani bólkarnir gjørdust fleiri í tali og liðini í hvørjum bólki færri, hevur verið truplari at rokkið sigrunum. Henrik Larsen var nær við móti Skotlandi og Cypros, meðan Jógvan Martin Olsen eisini var nær við móti Eysturríki. Men hjá Brian Kerr tók tað so ikki meira enn fýra dystir. Og tað hendi, so var tað ikki uttan eina hampuliga stóra undran og diskussión. Skuldu reisast Tey vóru nevnliga mong, sum høvdu hug at yppa øksl, tá føroyska liðuppstillingin var greið. Eitt var, at tríggjar broytingar vóru tvungnar, nú leikbann raktu liðið. Annað var, at Brian Kerr eisini hevði framt fleiri aðrar broytingar á liðnum. Argumentið fyri hesum var, at írski venjari okkara vildi hava frískar kreftir inn á liðið, nú talan var um dupultumfar hjá okkum, meðan litavar høvdu frí leygardagin. Men tað er neyvan nakar ivi um, at innan hýsis tosið eisini snúi seg um, at írin als ikki var nøgdur um tað, sum hann hevði sæð í Graz. Men tað skuldi skjótt vísa seg, at tað avrikið ikki varð endurtikið. Frá fyrsta bríksli sótu okkara tætt í mótstøðuni. Ikki ein tann einasti av okkara spælarum bíðaði, tá tackling skuldi setast inn, og litavar fingu á tann hátt alt fyri eitt at vita, at her komu teir ikki lætt til nakað sum helst. Og so sóu vit aftur beinleiðis álopsspælið, sum føroyinar sýndu móti Serbia og partvíst móti Frak- landi. So skjótt bólturin varð vunn- in, varð ferð sett á móti litaviska mál inum, og fleiri ferðir eydnaðist kantum okkara at sleppa aftur um bakkarnar. Málini Ikki minst var Símun Samuelsen lívligur, og tað var eftir uppspæl í vinstru, at fyrsta føroyska málið kom. Símun spældi inn til Jákup á Borg, sum skotfintaði, áðrenn hann legði stutt til Holst. Hann skot- fintaði eisini, og beint sum hann skuldi smoyggja sær inn í brots- teigin, vórðu beinini tikin undan honum. Fríspark á brotsteigarmarkinum og so átti Súni Olsen tørn at sýna framúrskarandi sparkiteknikkin. Líka legði gøtumaðurin í, at múr- urin vardi aðra síðuna av málinum. Ístaðin hamraði hann bóltin í síð- una, sum málverjin skuldi taka sær av, men Zydrunas Karcemarskas fekk bara tveitt seg og so ikki meira, áðrenn bólturin sang í meskunum. Gleðin gjørdist tó stokkut, tí litavar fingu skjótt javnvág í rokn- skapin. Tomas Danilevicius datt ógvuliga lætt, tá hann og Bartal Eliasen vóru í hornatøkum, og so peikaði veiki ungverski dómarin á 11-metra blettin. Litaviski liðskip- arin javnaði sjálvur við brots spark- inum, men hóast hetta eina løtu gav gestunum mentalu yvirvágina, so eydnaðist teimum ikki at skeikla okkara spælarar. Føroyska liðið dugdi framvegis at spæla beinleiðis móti einum liði, sum tóktist ørkymlað av mótstøð- uni og óvandu umstøðunum, og tíggju minuttir undan steðginum bragdaði aftur. Tríggjar ferðir upp í slag vunnu okkara hornaspark. Aðru ferð varð bjargað á mál strik- uni, men í triðju royndini stakk jokarin hjá Brian Kerr – Arnbjørn T. Hansen – høvdið upp og stútaði niður í svørðin og í meskarnar. Kerr sá rætt Eftir steðgin stóð greitt, at talan bleiv um trý long korter. Frá fyrsta bríksli skrúvaðu litavar ferðina upp í topp. Sjálvir megnaðu teir ikki altíð at fylgja eins væl við, men úrslitið gjørdist eitt massivt trýst oman móti føroyska málinum. Hornasparkshagtølini fyri seinna hálvleik siga 10-0 til litavar, og við longu innkøstunum hjá Marius Stankevicius vóru mongu køstini eisini at rokna sum vandamiklar deyðbóltsstøður. Aftur hesa ferð hevði Brian Kerr tó sæð rætt, tá hann setti liðið. Við at seta Bartal Eliasen í føroysku miðverjuna hevði hann funnið sær ein kong luftspælið. Bartal telist millum bestu flogbóltsspælararnar í landinum, og væl vanda avsettið varð tikið í nýtslu mest sum eina ferð um minuttin. Heldur ikki var alsamt sterkari Atli Gregersen nøkur nissa í loftspælinum, og hóast litavar megnaður at skapa nakrar spentar støður við mongu innleggunum, so var tað sjáldan, at tað gjørdist heilt vandamikið framman fyri Jákupi Mikkelsen. Heldur ikki hóast litav- iskar frustratiónir góvu útslag í nøkrum ljótum tacklingum og trimum sjónleikararoyndum í brotsteiginum, harav bert tann triðja fekk dómaran at finna osta- flísini fram. Hetju-avrik Og so prógvaði føroyska liðið annars, at teir eru gjørdist úr tí tilfarinum, sum skapar hetjur. Hóast orkan hjá fleiri av monn- unum var gingin væl og virðiliga undan, so stríddust teir ekkaleysir allan vegin á mál. Jákup á Borg hevur sjáldan arbeitt meira enn tað sama, Johan Troest Davidsen venaði seg við krampa, men tók kortini seinastu spurtirnar, sum beinini orkaðu at bera. Jann Ingi Petersen vann eitt hav av bóltum á miðvøllinum, meðan ein deyða- møddur Súni Olsen støðugt prógv- aði, at hann megnar at spæla bóltin skilagott frá sær. Seinastu 20 minuttirnar sendi Kerr eisini Lava-mannin á vøllin fyri ein útlúgvaðan Arnbjørn, og so var føroyska kontra-hóttanin brádliga nógv størri. Men møðin hjá restini var ov stór, til at vit veruliga fingu gagn av hesum. Símun rann og tuskaði, og saman við Einari, Súna og Jákup hevði hann sín møguleika at senda Lava avstað í kapprenning. Men útlúgvaðir megnaðu teir ikki at senda seinastu neyvu sendingina avstað. Men tað bilti einki. Áskoðararnir vórðu hildnir á pínubeinkinum, men okkara prógvaðu allan vegin, at teir vildu ikki sleppa. Og hóast dómarin í løtum hevði hug at geva litavum alt, so slapp hann ikki at Dysturin í tølum Føroyar Litava 1. hálv. 2. hálv. Íalt 1. hálv. 2. hálv. Íalt Málspørk 1 11 12 4 2 6 Fríspørk 5 9 14 13 9 22 Innkøst 9 4 13 16 15 31 Hornaspørk 3 0 3 2 10 12 Brotsspørk 0 0 0 1 0 1 Rangstøður 1 1 2 0 0 0 Skot á mál 6 3 9 5 13 18 - Innanfyri 5 1 6 3 4 7 - Uttanfyri 1 2 3 2 9 11 Mál 2 0 2 1 0 1 Gul kort 3 2 5 1 2 3 Reyð kort 0 0 0 0 0 0 Føroyar-Litava 2-1 (2-1): ENDILIGA!